Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 6 apríl 2019 26 Frants Jensen frants@sosialurin.fo Katia K. Østergaard hevur síðstu átta ár­ini verið ein av høvuðspersónunum aft­an fyri vøksturin í donsku ferða­ vinn­uni. Ein vinna, sum síðstu 10 ár­ ini hevur hevur skapt 30.000 nýggj arbeiðspláss í Danmark, og sum hev­ur eitt útflutningsvirði á 40 milli­ ard­ir krónur. Serstakt og vakurt Mikudagin skipaði Gist & Vist fyri stór­um ferðavinnutiltaki í Siloini á Vest­aru Bryggju í Havn, har Katia var ein av fyrilestrahaldarunum. – Tað er fyrstu ferð, er eri í Før­ oyum, og tað er nakað serligt at koma til higar. Náttúran er so vøkur. Tit hava veruliga nakað heilt serstakt, sum onnur lond ikki hava. Hetta mugu tit nýta, sigur Katia. Náttúran og Michelinstjørnur Tá ið hon verður spurd um at koma vit góð­um ráðum til ferðavinnuna í Før­oy­um, sigur hon soleiðis: – Eg haldi, at tit fyrst og fremst skulu skilja, hvussu heilt ein­ast­a­ ndandi Føroyar eru. Tá ið fólk ferð­ ast so nógv, sum tey gera í dag, so fara tey frá einum stórbýi til næsta. Tað, sum Føroyar hevur at bjóða, er nak­að heilt annað. Sum sagt er tað heilt ótrúliga vakurt og heilt eina­ stand­andi her. Og so hava tit eina serliga søgu við mat­stovuni Koks. Tað hevur ó­trú­liga stór­an týdning fyri Føroyar at fáa tvær Mich­el­instjørnur, og tað skulu tit branda Før­oyar við. Vit hava sæð tað í Dan­mark við matstovuni Noma. Í fýra ár á rað eru teir kosnir til heimsins bestu mat­ stovu. Og Geranium vórðu kosnir at hava heimsins besta kokk, Rasmus Ko­foed. Hetta hevur havt ótrúliga stór­an týdning fyri Danmark. Ja, vit kunnu ikki meta virði av tí, sigur Katia. Hon vísir á, at hetta ger landið kent. Sjálv hevur hon upplivað tað, tá ið hon ferðaðist í USA, og ein hýru­ vogns­førari kendi Danmark vegna Noma. Og tað heldur hon vera heilt ó­van­ligt. Millum størstu vinnur í heiminum Fyrilesturin hjá Katiu var annars um, hvussu týdningarmikið øk­ið gist­ing­ a­r­hús, matstovur og ferðavinnan er, og hvussu nógv arbeiði tað skapar. – Ferðavinnan er ein av størstu vinn­u­num í heiminum og eisini ein av teim­um, ið veksur skjótast. Vit síggja tað í londunum í Evropa, og vit síggja nógv til tað í Danmark, sigur Katia. – Ferðavinnan hevur í grundin ver­ið størsta vinnan síðani kreppuna í 2008 við yvir 30.000 nýggjum ar­ beiðs­pláss­um. Eingin onnur vinna hevur skapt so nógv arbeiðspláss. Ikki nær­námind, sigur Katia. – Tað er áhugavert at síggja, hvussu vit hava ment okkum frá at vera eitt land­bún­að­ar­samfelag, til eitt ídnað­ar­samfelag, til eitt tæn­ast­ u­sam­felag og nú til eitt ferða­vinnu­ sam­felag, sigur Katia. Nógv avleitt virksemi – Ferðavinnan er heilt greitt tann vinn­an, ið skapar nógv flest nýggj ar­beiðs­pláss í Danmark. Tað er langt nið­ur til nummar tvey, sigur Katia K, Øst­er­gaard. – Danmark er frammanfyri hini norð­ur­londini, bæði tá ið talan er um vøkst­ur í matstovum og vøkstur í gist­ing­ar­húsum. Tað áhugaverda er, at hetta ávirkar alt samfelagið. Tá ið út­lend­ingar vitja, so er tað beinleiðis út­flutn­ingur á gjaldsjavnanum. Og 50 pro­sent av umsetninginum, sum ferð­a­fólk leggja eftir seg, fara í grund­ini til aðrar avleiddar vinnur, til døm­is smásølur, flutning og tæna­ stu­vinn­ur, sigur Katia. – Ferðavinnan hevur tí ikki bara týdn­ing fyri hotel- og mat­stovu­vinn­ una, men fyri alt samfelagið sum heild, sigur Katia. Talið á hotelkømrum økist við 50 prosentum Hvat gera tit rætt, fyri at fáa so nógv ferð­a­fólk til Danmarkar? Ferðavinnan er vaksin sera nógv í Danmark, og vit hava næstan 140.000 fólk í vinnu, sigur Katia K. Ø Tit eru ein evarska lítil brikkur á heimskortinum, og tit fara altíð at standa í avbjóðingini at gera tykkum kend. Føroyar kunnu brandast við náttúruni og Mic­h­el­in­ stjørnum – Í FØROYUM HAVA TIT EINA HEILT EINASTANDANDI NÁTTÚRU, SUM ONNUR IKKI HAVA. OG SO HAVA TIT KOKS VIÐ TVEIMUM MICHELINSTJØRNUM. HETTA MUGU TIL BRÚKA Í BRANDINGINI, SIGUR KATIA K. ØSTERGAARD, FYRISITINGARSTJÓRI Í HORESTA Í DANMARK, SUM VAR Í FØROYUM Í VIKUNI OG MØTTI FÓLKI INNAN FØROYSKU FERÐAVINNUNA Tað hevur ótrúliga stóran týdn­ing fyri Føroyar at fáa tvær Michelinstjørnur, og tað skulu tit branda Føroyar við.