hósdagur 25. apríl 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
7
apríl 2019 26
Danmark
størst av
norðurlondum
Av norðurlondum er Danmark langt fremst á ferðavinnuøkinum, tá
ið hugsað verður um tal av gistingum, og øll arbeiðsplássini sum
ferðavinnan skapar.
Hagtøl frá Horesta vísa, at í 2018 gistu 27,5 milliónir útlendsk
ferðafólk í Danmark. Í Norra, Svøríki og Finnlandi var talið av
útlendskum gistingum 34 milliónir tilsamans.
Talið av útlendskum gistingum vaks við 3,2 prosentum í
Danmark í fjør. Miðalvøksturin fyri øll norðurlondini var 4,4 prosent.
Tað vaks eisini í hinum norðurlondunum, og í Svøríki vaks talið
við 7,2 prosent. Men enn er langt upp til talið av gistingum, sum
Danmark hevur.
Tølini í Føroyum, sum Hagstovan hevur, vísa, at útlendskar
gistingar hækkaðu við 3.948 frá 2017-2018. Tilsamans vóru 119.511
útlendskar gistingar í Føroyum í fjør. Í prosentum svarar vøksturin
til 3,4 prosent.
– Tað eru fleiri parametur. Tað er
partvíst neyðugt við eini sera góðari
marknaðarføring. Tú skal hava gott
ferðasamband og flúgvarar, sum
kunnu flyta ferðafólkini til og frá. Tú
skal hava góð gistingarhús og góðar
matstovur. So skalt tú eisini hava
eina sera góða vøru. Tú skal hava
nakað unikt og fortelja gestunum
tær góðu søgurnar.
Katia vísir á, at leggingarprosentið
á hotellunum í Keypmannahavn í
dag er á 80 prosentum, og tað er
sera høgt.
– Tað vil eisini siga, at vit hava
fleiri tíðarskeið á árinum, har alt er
útselt.
Tað er ikki bara í Føroyum, at
nýggj gistingarhús verða bygd, fyri at
fáa pláss fyri øllum ferðafólkunum. Í
Danmark verður nógv útbygt.
– Tað verða nógv nýggj hotel
bygd í løtuni í Danmark. Hotelkømrini
fara at vaksa fram móti 2021 við 50
prosent. Hetta er ein sera stór út
bygging, sigur Katia.
– Men vit síggja eisini, at um vit
fáa lut í tí vøkstrinum, sum er innan
ferðavinnuna í heiminum, so skulu
vit eisini megna at fylla hotelkømrini,
sigur Katia.
Ynskja somu treytir
Tað eru ikki allir gestirnir, ið liggja
nátt á gistingarhúsum. Nógvir nýta
Airbnb og aðrar líknandi møguleikar.
Hvat við teimum?
– Ja, tað eru nógvir Airbnb gestir.
Fleiri milliónir í Danmark og tað
veksur sera skjótt. Og hesir eru ikki
við í hagtølunum. Vit halda at tað er
órættvíst, at tað eru so ólíkar kapp
ingartreytir fyri gistingarhús í mun
til Airbnb. Vit halda, at tey eisini
skulu vera á marknaðinum, tí nógv
ferðafólk ynskja hendan møguleik
an, men vit ynskja bara somu treytir.
Lítil brikkur á heimskortinum
– Vit stríðast sjálvi í Danmark við at
gera okkum kend. Vit eru lítil millum
heimsins tjóðir. Føroyar er nógv
minni í mun til Danmark, so tit hava
eina stóra avbjóðing at gera tykkum
kend. Tit eru ein evarska lítil brikkur
á heimskortinum, og tit fara altíð at
standa í avbjóðingini at gera tykkum
kend um heimin.
Men hinvegin, tá ið tit hava nak
að heilt serstakt at vísa fram, sum
onnur ikki hava, og ferðafólk leggja
myndir út á sosialu miðlarnar, so er
tað ein stór marknaðarføring í hes
um, sigur Katia.
Fýra prosent av
útflutninginum
Katia hevur verið fyrisitingarstjóri í
Horesta í átta ár. Horesta er felagið
fyri hotel, matstovur og ferðavinnuna
í Danmark.
– Eg elski mítt arbeiði. Eg havi
upplivað allan vøksturin, og eg havi
eisini roynt at skumpa undir menn
ingina alt tað, sum eg havi kunna,
sigur Katia.
– Tað, sum eisini er gott, er at
ferðavinnan nú hevur fingið tað bein
ið í samfelagnum, sum hon eigur at
hava. Vit hava næstan 140.000 fólk
í vinnu. Fleiri enn 40 milliardir krónur
koma frá útlendskum gestum, tað vil
siga 40 milliardir krónur í útflutningi,
og tað svarar til umleið 4 prosent av
samlaða útflutninginum í Danmark,
sigur Katia.
Arbeiðsplássini verða
verandi í landinum
– Ferðavinnan er vorðin ein sera stór
vinna, sum hevur stóran týdning fyri
búskapin og fær nógv fólk í vinnu.
Og hon fer at vaksa enn meir næstu
árini.
– Tá ið vit hugsa um tey arbeiðs
plássini, sum eru innan ferðavinnuna,
so skulu vit eisini vita, at tað ber ikki
til at útflyta hesi arbeiðsplássini til
eitt annað land í mun til ídnaðin og
landbúnaðin.
– Ferðavinnan er eisini ein vinna,
ið er dugnalig at fáa skapa størv til
teir bólkar av fólkum, sum kanska
ikki annars hava so lætt við at finna
arbeiði. Ein kann til dømis vera upp
vaskari og stovugenta - eg havi roynt
bæði - til at vera í matvinnuni ella
eigari ella stjóri. Tú hevur møguleika
at útbúgva teg innan nógv øki. Tú ar
beiðir við menniskjum, við nógvum
málum og møguleikarnir eru nógvir,
sigur Katia K. Østergaard, fyrisiting
arstjóri í Horesta..
Østergaard, fyrisitingarstjóri í Horesta
– Ferðavinnan hevur í
grundin verið størsta
vinnan síðani kreppuna
í 2008 við yvir 30.000
nýggjum arbeiðsplássum.
Eingin onnur vinna hevur
skapt so nógv arbeiðspláss.