Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 8 apríl 2019 26 Vilmund Jacobsen Tað var hin 22. januar í 2011, at Balslev læt upp nýggju gólvdeildina í Hoyvík, og í samband við upplatingina var handilin henda dagin opin frá klokkan 9-16. Fyrsta lýsingin, sum stóð í Sosialinum um nýggju gólvdeildina, hongur enn á einari talvu hjá Bygma Gólv í Hoyvík. Í lýsingini verður víst á, at Bygma Bal­ slev altíð hevur selt gólv, kanska serliga parkettgólv og flísar, men henda dagin læt handilin serstaka deild upp við øllum sløg­um av gólvum. Bygma Balslev vildi í lýsingini eisini gera vart við, at Sólbjørn Thomsen varð settur sum leiðari av deildini, “... og er tað nakar, ið veit alt um gólv, so er tað júst Sól­bjørn Thomsen við sínum 26 árum í fakinum”. Í lýsingini verður eisini víst á, at nýggja gólvdeildin ger tað høgligt hjá bæði privatfólki og ikki minst teimum serkønu gólváleggjarunum at fáa júst tað gólvið, sum brúk er fyri. - Gólvdeildin hevur bæði linoleum, teppi og parkett og sjálvsagt alt neyðugt til­hoyri. Haraftrat fæst eisini vinyl til baði­ rúm og annað. Yvirskriftin í lýsingini henda dagin er einki minni enn “Mr. Gólv hjá Balslev!” og her er stór mynd av Sólbirna Thomsen. Á viðheftu mynd í blaðnum í dag stend­ur leiðarin og hyggur upp á hesa fyrstu lýsingina hjá nýggju gólvdeildini – fyri átta árum síðan. Tá nýggja deildin læt upp, byrjaði virk­ semið á umleið 250 fermetrum, men skjótt skuldi tað vísa seg, at neyðugt var við øllum bygninginum, soleiðis at Bygma Gólv í dag húsast á umleið 500 fer­metrum. Eingin skúlagongd Tað er ikki skúlagongd, ið Sólbjørn Thom­ sen hevur havt við sær í skjáttuni, nú hann í umleið 35 ár hevur verið ein hin fremsti í Føroyum innan alt, sum hevur við gólv at gera. Tey fyrstu 26 árini starvaðist hann á gólv­deildini í Vøruhúsinum á Hjalla, og nú eru árini vorðin eini 8-9 sum leiðari á deild­ini hjá Bygma Balslev. - Eftir at eg fór úr 7. flokki, tók eg eitt skeið á Háskúlanum, og tað er tann skúla­gongd, eg havi. So, tað er ikki nøkur skúla­gongd, ið hevur slóðað mær vegin fram­eftir. Eg tók ongantíð nakra bókliga út­búgving, og eg havi faktiskt ongantíð angrað, at eg ikki fór aftur á skúlabonk. Haldi sjálvur, at tað hevur gingið mær hampi­liga væl. Nú eri eg 55 ára gamalur, og eg vænti, at hetta verður tað, sum hann tekur til. Og tó. - Tað kann vera skeivt at siga “ongan­ tíð”, men her eg eri, havi eg tað gott. Eg elski mítt starv, og eg føli, at fólk eru góð við meg – og eg eri góður við tey. Sólbjørn Thomsen hevur altíð havt stóran áhuga fyri gólvum, og hóast árini í bransjuni nú eru vorðin mong, brennir hann framvegis fyri sínum arbeiði. - Eins og við øllum øðrum, kemur eisini nógv nýtt á gólvmarknaðin, og her ræður um at fylgja við og lata seg dagføra. Tí hava vit javnan veitarar her uppi í Før­ oyum, sum kunna um sínar vørur og eru sinnaðir at leggja okkum, sum skulu selja – og teimum, sum skulu arbeiða við hes­ um – lag á. Seinni í hesi grein fara vit at skifta orð við Sólbirna Thomsen um týdningin av skeið­virksemi, har eitt nú gólváleggjarar, múrarar og arkitektar hava verið á ókeypis skeiði, sum Bygma Gólv skipar fyri. - Tað er nógv, tú kanst læra á einum skúla­bonki, men í okkara bransju hevur tað stóran týdning alla tíðina at lata seg dagføra um nýggjar vørur og møguleikar innan okkara økið, sigur Sólbjørn Thom­ sen. Gott arbeiðsumhvørvi Men, hvussu var tað nú at skifta “hest” – úr einari fyritøku, sum hevði eina stóra gólvdeild til aðra, sum nú skuldi upp­ byggja sær eina nýggja og stóra deild? - Tað var ógvuliga serstakt fyri meg nú at skula at siga meg úr starvinum, eg hevði havt í so mong ár, og tað var tungt. Men, eg ásannaði, at tíðin nú var komin. Eftir at hava sagt meg úr starvi, var eg heima í umleið ein mánaða, áðrenn eg byrjaði hjá Bygma Balslev. Hesa tíðina brúkti eg til at hugsa nýggjar tankar, og tá eg so byrjaði hjá Balslev, var tað fantastiskt. Tað er ikki skúlagongd sum hevur slóðað mær vegin - TAÐ ER NÓGV, TÚ KANST LÆRA Á SKÚLABONKI, MEN Í OKKARA BRANSJU HEVUR TAÐ STÓRAN TÝDNING ALLA TÍÐINA AT LATA SEG DAGFØRA UM NÝGGJAR VØRUR OG MØGULEIKAR INNAN OKKARA ØKIÐ, SIGUR SÓLBJØRN THOMSEN, SUM ONGANTÍÐ HEVUR GINGIÐ MEIRA ENN Í 7. FLOKKI UMFRAMT AT HANN SUM UNGUR TÓK EITT SKEIÐ Á HÁSKÚLANUM Bygma Gólv byrjaði á 250 fermetrum, men skjótt skuldi tað vísa seg, at neyðugt var við øllum bygninginum