Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 9 apríl 2019 26 Sólbjørn Thomsen sigur, at hann beinan­vegin varð sera væl móttikin á nýggja arbeiðsplássinum, og hann hevur onga løtu angrað, at hann tók avgerðina at skifta. - Eg og Sjúrður Olsen, sum nú er stjóri í fyritøkuni, kendust nakað, áðrenn eg byrjaði hjá Balslev, og eg sá skjótt, at tá­ verandi stjórin, Bent á Lava, var ein sera dám­ligur, fittur og hjartagóður maður. Sjúrður Olsen er sum nýggjur stjóri ein fantastiskur starvsfelagi, sum eg síggi nógv upp til, men tað er saknur í Bent á Lava í fyritøkuni. At Bygma Balslev er eitt gott arbeiðs­ pláss við góðum samanhaldi, hevur av­ gjørt havt stóran týdning fyri arbeiðs­um­ hvørvið gjøgnum mong ár. Tá Sólbjørn Thomsen fyri sløkum tveim­um árum síðan fekk ein blóðtøpp í heilan, fekk hann eisini at kenna á egnum kroppi, hvørja umsorgan Bent á Lava hevði fyri sínum starvsfólki og avvarðandi. - Meðan eg lá á sjúkrahúsinum, vitjaði hann meg fleiri ferðir, og hann kom eisini heim til okkum til kaffi, meðan eg var sjúkrameldaður úr arbeiði. Á arbeiðs­ plássinum upplivdu vit eisini, at var eitt hvørt, sum nagaði, so uppsøkti hann viðkomandi beinanvegin og var altíð til reiðar við tí góða orðinum og einari hjálp­ andi hond, sigur hann. Gevandi skeiðvirksemi Ein partur av virkseminum hjá Bygma Gólv er at skipa fyri skeiðum, har veitarar og samstarvspartar koma upp higar at kunna um nýggjar vørur á marknaðinum. - Einki stendur í stað, og tað gera ymisku møguleikarnir við gólvum heldur ikki. Skulu vit selja tað nýggja, er eisini neyðugt, at vit, sum starvast á gólvdeildini og okkara viðskiftafólk, fáa neyðugan kunnleika um marknaðin. Okkara upp­ gáva er at lýsa okkara vørur og servisera okkara viðskiftafólk. Tí eru slík skeið læru­rík og gevandi, bæði fyri okkum sum sølu­fólk og okkara viðskiftafólk, sigur Sól­ bjørn Thomsen. Fyri stuttum síðan skipaði Bygma Gólv so­leiðis fyri ókeypis skeiði í tríggjar dagar, har tey bjóðaðu eitt nú gólváleggjarum, múrar­um, arkitektum og egnum starvs­ fólki at fáa kunnleika um eitt nú tað, tey rópa Sikafloor 3000FX, sum er flótandi vinyl­gólv. - Tað var í hesum førinum danski veit­ arin Sika, sum sendi fólk upp higar, og tað er Sika, sum í dag eigur Schønox, sum eg eisini havi samstarvað við gjøgnum mong ár. Sólbjørn Thomsen sigur, at á skeið­ num, sum Sika stóð fyri seinast, fingu gólv­áleggjarar møguleikan at royna seg við Sikafloor 3000FX, har tilfarið varð lagt á gólv í nýggju hølunum hjá Árstíðunum í Havn. - Eg spurdi tey, sum standa aftan fyri handilin, um vit kundu brúka gólvið hjá teimum sum part av undirvísingini, og hetta eydnaðist sera væl. Tað var maður hjá Sika, sum legði lag á, og síðan gjørdu ymiskir gólváleggjarar, sum luttóku á skeið­num hjá okkum, arbeiðið, sigur hann. Eitt gummikent gólv Sólbjørn Thomsen sigur, at tey í Árs­tíð­ unum eru sera glað fyri gólvið, sum er gott og at ganga á. - Tað er munur at ganga á hesum til­ fari­num, sum er meira gummikent - og so at ganga á betongi, tá hetta er eitt gólv, tú gongur á allan dagin. Leiðarin á Bygma Gólv sigur, at Sika­ floor 3000FX er ein nýggj vøra og ein nýggj­ur møguleiki til viðskiftafólk. - Vit eru altíð til reiðrar at geva bestu ráð­geving til okkara viðskiftafólk, og vit eru altíð til reiðar við óbindandi tilboði, sigur fryntligi og dámligi leiðari, Sólbjørn Thom­sen. Fyrsta lýsingin, sum stóð í Sosialinum um nýggju gólvdeildina í februar í 2011, hongur enn á einari talvu hjá Bygma Gólv í Hoyvík Árini hjá Mr. Gólv í fakinum eru nú vorðin 35, og framvegis brennur hann fyri sínum arbeiði á stóru gólvdeildini, sum hann saman við góðum fólki hevur bygt upp í Hoyvík