hósdagur 25. apríl 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
10
apríl 2019
26
-Broytingar henda alla tíðina, men vit
síggja, at meðan bert trý av 10 ferða
fólkum vóru útlendingar, so eru fýra út av
hvørjum 10 tað í dag.
Jóhanna á Bergi eer stjóri í føroyska
tjóðarflogfelagnum, Atlantic Airways. Hon
sigur at stóri vøksturin í ferðafólkatalinum
í stóran mun hongur saman við, at
streymurin av útlendskum ferðafólkum
til Føroyar veksur so nógv.
308.000 ferðafólk ferðaðust við
Atlantsflog í fjør. Talið er met hjá føroyska
flogfelagnum, sum fleyg 1500 ferðir úr
Vágumn í fjør og 1500 ferðir til Føroyar.
Avlopið vaks
Felagið hevði góðar 16 milljónir í avlopi í
fjør.
-Hetta er ein vinna, sum ikki leggur
serliga nógv eftir seg, býta vit tað upp á
hvønn einstakan ferðandi. Tí er nokkso
umráðandi, at vit hava eitt so stórt tal av
ferðafólkum, sum tilber, sigur Jóhanna á
Bergi.
Flogvinnan verður ofta samanborin við
handilsvinnuna, sum selir matvørur og
annað. Tað er umráðandi at umsetningurin
er stórur, fyri at krónutalið, sum loypir av,
gerst nóg stórt.
- Eg frøist um, at hóast harða kapping,
ferðaðust fleiri ferðafólk við Atlantic
Airways í 2018 enn nakrantíð áður. Fram
gongdin í ferðafólkatalinum var heili 10
prosent, og avlopið eftir skatt batnaði
góðar 13 milliónir í 2018, staðfestir Niels
Mortensen, nevndarformaður í Atlantic
Airways í sambandi við ársaðalfundin hjá
felagnum.
Jóhanna á Begi, stjóri sigur, at tey
arbeiða miðvíst við at gerast burðardygg
og fáa flutt so nógv ferðafólk millum Før
oyar og útheimin, sum møguligt.
-Vit skifta flogførini út við onnur, sum
hava 30 pláss meira enn flogførini vit
hava í dag. Og bert eitt av teimum, sum
altso kemur í vár, gevur pláss fyri 30.000
fleiri ferðafólkum eyka uppá eitt ár, sigur
stjórin.
Nýggju flogførini taka ikki bert fleiri
ferðandi, men tey eru eisini meira um
hvørvisvinarlig. Tey hava minni útlát og
brenna minni. Verður útlátið rokna eftir
hvørjum einstøkum ferðandi, so er útlátið
meira enn 30 prosent minni.
Ferðamál
Eitt av málunum hjá Atlantic er at knýta
umheimin tættari at Føroyum.
Hetta verður gjørt við at flúgva til onnur
mál enn Keypmannahavn.
Keypmannarhavnarrutan er framvegis
tann størsta, men føroyska flogfelagið
røkir eisini aðrar rutur.
Floftið verður til Billund og Ålborg
í Danmar, Bergen í Noreg, Reykjavík í
Íslandi og Edinburgh í Skotlandi.
Seinastu árini er eisini flogið til
Barcelona, Gran Canaria og Mallorca
Fýra av 10 ferðafólkum hjá
Atlantic Airways eru útlendsk
STÓRI VØKSTURIN Í FERÐAVINNUNI SÆST VÆL AFTUR MILLUM TEIRRA, SUM FLÚGVA VIÐ ATLANTSFLOG TIL FØROYAR
Niels Mortensen, nevndarformaður í felagnum, fegnast um, at felagið hevur sett met við ferðafólki
Áhaldandi kappingin er størsta avbjóðingin í framtíðini, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog