hósdagur 25. apríl 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
apríl 2019
26
Hallur av Rana
- Lat meg fyrst siga, at eg eri samdur í,
at tað var tørvur á at endurskoða okkara
fiskivinnuskipan, men eg haldi, at broyt
ingarnar áttu at verið gjørdar stigvíst.
Orðini eigur Jógvan Jespersen, sum
til dagligt er stjóri í Felagnum Nótaskip.
At hann ikki er heilt samdur í fiskivinnu
nýskipanini, ið bleiv samtykt í desember
2017, er eingin loyna, men kortini ásannar
hann, at tað var neyðugt við nøkrum
broytingum. Men eftir hansara tykki gekk
tað ov skjótt fyri seg.
- Tá tú spreingir skipanina fyri høvuðs
vinnuna í einum landi í luftina, so setir tað
stór krøv til tað, ið tú ætlar at seta í staðin.
Tí átti fiskivinnunýskipanin at verið útsett
í minsta lagi eitt ár, so stundir vóru at
gera eitt gott lógararbeiði, og at gera tær
neyðugu analysurnar av avleiðingunum,
sigur hann.
Politisk óvissa
Stjórin í Felagnum Nótaskip vísir eisini
á tað óhepna í, at landsstýrið, ið framdi
nýskipanina, ikki hevði neyðuga parla
mentariska meirilutan aftanfyri seg og
tí var neyðugt at keypa stuðul frá øðrum
pørtum á tingi. Tað er ein støða, ið við
virkar til eina ávísa politiska óvissu innan
fiskivinnuna, tí eingin veit hvat hendir,
um ein nýggjur meiriluti sleppur framat
aftaná komandi løgtingsval. Og tað er ein
óvissa, ið ikki tænir vinnuni.
- Sjófeingislógin hevur gjørt karmarnar
hjá fiskivinnuni ótryggari. Eins og í øðum
londum livir fiskivinnan við fleiri óvissum
sum eitt nú skiftandi fiskaprísum, oljuprís
um og lívfrøðiligum fyritreytum. Í Føroy
um hevur fiskivinnan harumframt fingið
eina sera stóra politiska óvissu um, hvat
framtíðin hevur at bjóða, vísir hann á.
Tað er fleiri táttir í nýggju skipanini,
ið Jógvan Jespersen ikki metir rigga í
verandi løtu, men hevur hann serliga hug
at finnast at nýggju kvotaskipanini.
- Eg haldi, at stórir partar av fiskivinnu
nýskipanini, sum eru settir í verk, ikki
virka væl. Fyrr vóru kvoturnar knýttar at
einum skipi. Tað vóru 60-70 veiðiloyvi,
sum tað bar til at halda skil á, og skipanin
hevði gott gjøgnumskygni. Nú eru tað
persónar ella feløg, sum eiga kvoturnar,
og rættindahavarar kunnu verða ein og
hvør. Tú skal ikki longur eiga eitt skip fyri
at eiga eina kvotu. Tú skalt bara útvega
tær eitt skip at fiska fyri teg, sigur hann.
Nýskapan og virðisøking
Ein partur av nýskipanini, ið veruliga hevur
verið fyri atfinningum, er menningar
kvoturnar, ið ein metingarnevnd hevur
heimild at lata feløgum kring landið. Sjálv
ur heldur Jógvan Jespersen, at tær eru eitt
gott hugskot, men at nevndin hevur gjørt
eitt vánaligt arbeiði at útluta tær.
- Tað er uttan iva eitt gott hugskot við
menningarkvotum, men tær áttu eftir míni
meting bert at verið útlutaðar til verk
ætlanir, sum veruliga umboða nýskapan
og virðisøking. Verkætlanin hjá eitt nú
Sjógæti um at fara undir roykja makrel
og sild, haldi eg umboðar nýskapan og
virðisøking, sigur hann.
Og hann finst at, at tær menningar
kvotur, ið eru latnar, ikki tykjast at føra
til tað nýskapan og virðisøking, ið man
hevði vónað.
- Eg haldi ikki at metingarnevndin og
Fiskimálaráðið høvdu eina hepna hond
við hesi útluting. Tú kanst spyrja, hvat er
meiningin við at útluta makrel og sild til at
frysta á vanligum flakavirkjum, tá vit hava
trý nýmótans móttøkuvirkir til pelagiskan
fisk. Hetta førir ikki til nýskapan ella virðis
øking. Tvørturímóti, sigur hann og leggur
afturat.
- Tú kanst somuleiðis spyrja, hví
túsundtals tons av svartkjafti vórðu luta út
til fyrrverandi vanlig flakavirkir til virkingar,
tá ein og hvør visti, ella átti at vita, at tey
fóru ikki at taka ímóti hesum fiski. Úrslitið
er, at hesin fiskur verður landaður til Havs
brún. Tað er ikki nýskapan ella virðisøking.
Uppboðssøla ikki egnað
Meðan Jógvan Jespersen skilur tankan
við menningarkvotum, so tekur hann als
ikki undir við eini uppboðssølu av veiði
rættindum.
- Eftir míni meting er uppboðssøla ikki
eitt egnað amboð til at útluta kvotur. Tú
nýtist ikki at fara longur í grundgevingini,
enn at onkur onnur fiskivinnutjóð hevði
havt uppboðssølu sum amboð til útluting
av kvotum, um hetta var eitt egnað am
boð, sigur hann.
Sambært honum hava royndirnar
hjá vinnuni higartil víst, at prísurin, ið
kvoturnar verða seldar fyri, í mongum
førum er so mikið høgur, at tað ikki lønar
seg at fara til fiskiskap.
- Hetta er fjórða árið vit royna upp
boðssølur, og mynstrið hevur verið tað
sama. Tað verður bjóðaður ein so høgur
prísur, at fiskiskapurin í nógvum førum
ikki er lønsamur, sigur Jógvan Jespersen
og leggur afturat.
- Tað eru serliga kvotur av uppisjóvar
fiski, sum eru seldar á uppboði. Hesin
útlutingarháttur hevur við sær, at kvot
urnar verða pettaðar sundur í smáar
Uppboðssøla ikki
egnað til at útluta kvotur
- TÁ TÚ SPREINGIR SKIPANINA FYRI HØVUÐSVINNUNA Í EINUM LANDI Í LUFTINA, SO SETIR TAÐ STÓR KRØV TIL TAÐ, IÐ TÚ ÆTLAR AT SETA
Í STAÐIN. TÍ ÁTTI FISKIVINNUNÝSKIPANIN AT VERIÐ ÚTSETT Í MINSTA LAGI EITT ÁR, SO STUNDIR VÓRU AT GERA EITT GOTT LÓGARARBEIÐI,
OG AT GERA TÆR NEYÐUGU ANALYSURNAR AV AVLEIÐINGUNUM, SIGUR JÓGVAN JESPERSEN, STJÓRI Í FELAGNUM NÓTASKIP
- Tað er uttan iva eitt gott
hugskot við menningarkvotum,
men tær áttu eftir míni meting
bert at verið útlutaðar til
verkætlanir, sum veruliga umboða
nýskapan og virðisøking.