Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 13 apríl 2019 26 kvotur, sum krevja stóra umsiting bæði hjá myndugleikunum og hjá kvota­eigar­ um. Hetta kann samanlagt bara føra til, at løn­semið í føroysku fiskivinnuni saman­ lagt verður vánaligar. Vinnan vil gjalda Meðan mótstøðan er stór móti upp­boðs­ sølu av kvotum, so tykist aktørar í vinnuni kortini at góðtaka, at teir skulu rinda eitt­ hvørt gjald fyri veiðirættindini. - Vit hava fingið veiðigjald, og tað er uttan iva komið fyri at verða. Vinnan hevur vant seg við at gjaldast skal fyri rættin at sleppa at fiska, men gjøldini mugu vera rímilig. Í dag er føroyska veiði­ gjaldið munandi hægri, enn í okkara granna­londum, sigur Jógvan Jespersen, áðrenn hann byrjar at samanbera prísin við Ísland og Grønland. - Í Føroyum er veiðigjaldið á makreli 1,00 kr. Í Íslandi og Grønlandi er tað ávika­ vist 19 oyru og 40 oyru. - Í Føroyum er veiðigjaldið á norð­havs­ sild 75 oyru, meðan tað í Íslandi og Grøn­ landi er ávikavist 18 oyru og 25 oyru. - Í Føroyum er veiðigjaldi á svartkjafti 20 oyru, meðan tað í Íslandi og Grønlandi er ávikavist 7 oyru og 15 oyru. Havandi hesar prísir í huga, umframt tað, at landskassin síðstu tvey árini hevur havt eina inntøku frá veiðugjøldum og upp­boðssølugjøldum á umleið 300 milliónir krónur, undrar tað Jógvan Jesper­ sen, at samgongan í løtuni arbeiðir við at hækka inntøkurnar frá veiðigjøldum. Plásstrot Ein av høvuðsendamálunum við fiski­ vinnu­ný­skipanini var at gera tað lættari hjá nýggjum aktørum at sleppa framat í høvuðs­vinnuni. Trupulleikin er tó sambært for­manninum í Felagnum Nótaskip, at tað er plásstrot í vinnuni. - Trupulleikin er bara, at vit hava eitt av­ markað fiskatilfeingið, og tí er bert pláss fyri einum avmarkaðum tali av aktørum, vísir hann á. Men um man veruliga ynskir at fáa nýggjar aktørar framat, so ivast hann í, at ein uppboðssøla kann beina veg fyri einum nýmótans uppisjóvarskipi. Í staðin kundi man loyst tað á ein betri hátt innan gomlu skipanina, metir Jógvan Jespersen. - Er politiski viljin, at fleiri uppi­sjóvar­ reiðarí skulu síggja dagsins ljós, tí verandi aktørar eru ov stórir, so hevði verið nógv lættari at luta út nøkur uppisjóvarloyvir afturat. So hevði man sloppið undan at kollvelta alla fiskivinnuna, vísir hann á. Fleiri manglar Hóast nógv kjak hevur staðist at teimum broytingum, ið hava verið í kjalarvørrinum av fiskivinnunýskipanini hjá samgonguni, so eru tað enn nógv viðurskiftir í ný­ skipan­ini, ið enn ikki eru sett í verk, vísir Jógvan Jespersen á. - Ásetingin um, at trolarar og línuskip skulu fara frá eini skipan við fiskidøgum til kvotur, er fyribils útsett til 2020. Skipanin við antitrust er somuleiðis útsett til 2020, og ásetingin um, at alt skal førast til lands, er útsett, helst í óásetta tíð, sigur hann. At slíkar stórar broytingar liggja fyri framman, uttan at nakar veit hvat tað endar við, er ein trupulleiki hjá vinnuni, sigur Jógvan Jespersen, tí henni tørvar tryggjar karmar. - Alt hetta skapar stóra óvissu um fram­tíðina hjá fiskivinnuni. Fiskivinnan hevur brúk fyri at fáa tryggari karmar at ar­beiða undir, sigur hann. hallur@sosiaurin.fo - Eftir míni meting er uppboðssøla ikki eitt egnað amboð til at útluta kvotur. Tú nýtist ikki at fara longur í grundgevingini, enn at onkur onnur fiskivinnutjóð hevði havt uppboðssølu sum amboð til útluting av kvotum, um hetta var eitt egnað amboð