hósdagur 25. apríl 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
14
apríl 2019
26
Frants Jensen
SEV
hevur
av
nýggjum
lýst
framtíðartørvin fyri elorku í Føroyum.
Suðuroyggin og alt Føroyar
skulu vera grønar
– Tað er vorðið okkum greitt, at neyðugt
er við sjókaðali til Suðuroynna fyri at at
Føroyar skal gerast 100 prosent grønt.
Í fjør var 49 prosent av elframleiðsluni í
Føroyum grøn. Suðuroyggin er tó nakað
væl svartari enn restin av Føroyum, sigur
John Zachariasen, nevndarformaður í
SEV.
Fyri at náa hesum málinum, so
vísa kanningar, millum annað tí at
orkutørvurin veksur støðugt, og tí at
Bakkafrost skal nýta nógv meira elorku
í framtíðini í Suðuroy, so er kaðalin
neyðugur.
Pumpuskipan avgerandi
Nakrar loysnir eru lýstar, og tær fara at
kosta millum 2,59 milliardir krónur og
2,66 milliardir krónur tilsamans, tengt av
hvør loysn verður vald. Tað eru serliga
tvær av loysnunum, ið eru áhugaverdar.
Í øllum hesum loysnunum er tað
ein fyritreyt, at elframleiðslan í øllum
landinum verður bundin saman.
– Tað er ein avgerandi fyritreyt, at
vit fáa meira vind inn á elnetið fram til
2030, og at vit fáa eina pumpuskipan
í Vestmanna, sum kann taka ímóti, tá
ið vit hava ov nógva vindorku, og sum
kann geva frá sær, tá ið vit hava ov lítið
av grønari orku á skipanini, sigur John.
Kannast nærri
Munurin á tveimum teimum mest
áhugaverdu loysnunum, sambært John
Zachariasen, er, at í aðrari loysnini er ein
pumpuskipan í Botni í Suðuroy við og í
hinari ikki.
– Fíggjarliga vísir tað seg ikki at
vera tann øgiligi stórur munurin á,
um ein pumpuskipan í Suðuroynni
er við ella ikki. Alt hetta skal kannast
nærri av serkønum fólki hjá SEV og
serkunnleikanum hjá myndugleikunum
Orku, áðrenn vit kunnu taka nakra
avgerð, sigur John Zachariasen.
Tann grøna elorkan verður í framtíðini
grundað bæði á vatn, vindmyllur,
pumpuskipan, men møguliga eisini á
sól og aðra orku.
Olja sum trygd
– Vit skulu framvegis hava Sundsverkið
standandi tókt, tí at tað er ein lógarásett
skylda, sum SEV hevur. Tað skal vera
sum ein trygd aftanfyri, at vit altíð kunnu
hava nóg mikið av elorku á netinum.
John Zachariasen, nevndarformaður í SEV
Sjókaðal til
Suðuroynna
SEV SKAL GERA STÓRA ÚTBYGGINGAR FYRI AT RØKKA MÁLINUM, AT FØROYAR SKULU VERA 100
PROSENT GRØNAR Á LANDI Í 2030. AVBJÓÐINGIN ER SERLIGA STÓR AT FÁA SUÐUROYNNA GRØNA
FARA AT BJÓÐA Í
HOYVÍKSHAGANUM
– PRÍSURIN MÁ VERA
AVGERANDI. VIT ERU IKKI
BANGNIR FYRI KAPPING,
SIGUR JOHN ZACHARIASEN,
NEVNDARFORMAÐUR Í SEV
Hann sigur at SEV hevur havt onkran fund
um møguligt samstarv við Vindrøkt, men tað
er ikki komið víðari.
– Eg haldi tað er týdningarmikið, at vit hava
fleiri leikarar við í kappingini, soleiðis at
vit fáa ein so lágan elprís sum møguligt til
brúkaran, vinnuna og samfelagið sum heild,
sigur John Zachariasen.
Hann vísir tó á, at fyritreytirnar fyri aktuella
vindmyllutilboðnum við Gellingarkletti í
Hoyvíkshaganum eru sera óhepnar, tá ið allir
partar ikki hava somu treytir fyri at bjóða.
– Vit fara at lata tilboð inn, so almenningurin
eisini kann síggja, hvat prísurin kann vera,
sigur John.
Hann sigur seg eisini vita, at teir ikki fara at
vinna tilboðið.
ORKUNÝTSLAN
NÆSTAN TVÍFALDAÐ
ORKUNÝTSLAN VERÐUR
NÆSTAN TVÍFALDAÐ Í 2030
Í MUN TIL STØÐIÐ Í DAG.
HETTA KREVUR SERAR STÓRA
ÚTBYGGINGAR HJÁ SEV
Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV,
er ein av teimum, ið kanna tørvin og
framtíðarútbygging av elorkuni í Føroyum.
Hann vísir á, at um vøksturin á elorku fer at
halda fram, sum hann hevur gjørt seinnu
árini, so er neyðugt við stórum útbyggingum.
Orkunýtslan fer upp frá umleið 345
GWh í 2017 til næstan 600 GWh í 2030.
Harumfram vita teir eisini um nakrar veitar,
ið fara at hava sera stóran tørv á orkunýtslu
komandi árini.
– Við allari hesari vitanini, eru vit noydd at
endurmeta útbyggingina av orkunýtsluni
í Føroyum. Tað er tað, vit eru í gong við nú,
sigur Terji.
Fleiri kanningar skulu gerast, og so er tað ein
politiskur spurningur, hvør loysn verður vald.
Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV