Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 10 Óli Jacobsen 2. partur S kiparin á Onnu,Theodor Poul­sen, var føddur i 1884 og tók skipara­ prógv í 1905. Í 1922 keypti hann sluppina „Onnu“. Allir, ið vóru til skips saman við Theodori, góvu honum tað skoðs­mál, at hann var góður sjó­maður, hendinga fimur og djarv­ur og góður at hava, tá ið um­støðurnar vóru vandamiklar. Trý av teimum skipum, hann var skipari á, gingu burtur, eftir at hann var farin av. Tey vóru „Karen“, „Nólsoy“ og „Queen Vict­oria“. Tað fjórða var “Anna”, sum bleiv lagnan hjá honum. Nógvar lagnur Við “Onnu” var hansara 22 ára gamli fostur­sonur, Jens Petur Joen­sen. Hann var bróðursonur Onnu, konu Theo­dor. Jens Petur hevði gingið á skip­araskúla hendan veturin. Theod­or hevði ætlað, at hetta skuldi vera sín seinasti túrur, og at nú skuldi Jens Petur taka við sum skipari. Motorur var eisini umbiðin til „Onnu“. So tað sá væl út hjá Jens Peturi. Kona Theodor átti tveir beiggj­ar, sum eisini vóru við. Annar, Olev­inus, doyði frá sjey synum, sum vóru úr eitt upp til 13 ára gaml­ir. Fólk vildu fegin hjálpa. Fleiri bjóðaðu sær til at taka sær av synunum. Fleiri av teimum fóru eisini í ymsar ættir. Onkur kom heim aftur seinni. Hetta var barna­forsorgin tá í tíðini. Hin beiggi, Edvard, giftist fyrst við Elsebeth Mariu úr Ólastovu í Syðrugøtu. Tey fingu eina dóttur, Edda, men mamman doyði í barsils­song. Dóttirin fór til Syðrugøtu at vera hjá ommuni og abbanum. Edvard giftist uppaftur, men tað gekk so illa við fyrstu føð­ing­ini, at bæði kona og barn doyðu. Edvard giftist so aftur triðju ferð, og tey fingu ein son. Men tá er tað, at Edvard fer við „Onnu“ og ikki kemur aftur. Tískil doyðu skip­arin og tveir svágrar hansara frá 14 børnum. Misti tveir beiggjar Sigurð Heinesen úr Leirvík misti tveir beiggjar við „Onnu“. Hann skrivaði seinni í Dimmalætting, hvussu hann mintist hetta: Eg var lítil smádrongur, tá ið vanlukkan hendi. Mamman stóð á køksgólvinum, køkshurðin fór stillisliga upp, við gáttina standa tveir menn, teir taka húgvuna av høvdinum, standa stillir stutta stund, bera fram sorgarboðini – 2 synir í húsinum, 16 og 18 ára gaml­ir, sjólátnir. Eg kann einki huga, hvat sagt var. Men henda dagin minn­ist eg sum ótryggasta dag í lív­inum.“ Boðini til pápan Pápi teir báðar, Jóan Símun, var til skips, tá ið henda van­lukk­an hendi. Mátin, hann fekk boðini, lýsir ikki bara sam­ skiftis­við­ur­skift­ini tá í tíðini. Men eisini hvussu náðileyst ein pápi kundi fáa eini slík boð. Jóan Símun var til skips undir Íslandi við „Galway“, har Tummas Justinussen í Leirvík var skipari. Ein dagin kemur eitt skip upp á prei hjá teimum. Tá fær Jóan Símun boðini, at „Anna“ er ging­in burtur við mann og mús, og at hann hevur mist sínar tveir elstu syn­ir. Hetta var sjálvsagt ein ræðu­lig­ur hvøkkur fyri henda neyðars mann. Tað sigst, at Jóan Símun fór beint niður í lugarið. Tummas fór aftaná. Teir vóru í lugarinum ein hálvan tíma. Tá koma teir báð­ir upp aftur, og Jóan Símun fer aftur til arbeiðis sum fyrr. Ongantíð fekst at vita, hvat ið teir tosaðu um. Við „Onnu“ vóru fimm ungir leir­ víkingar. Við „Galway“ vóru eisini nógvir leirvíkingar, fleiri av teimum vóru eisini javnaldrar við sínar druknaðu bygdarmenn. Hetta hevur eisini verið ein ræðu­lig­ur hvøkkur fyri teir. Jóan Símun slapp ikki heim, fyrr enn túrurin var liðugur, so tað var einki við, at hjúnini kundu stuðla hvørt øðrum í hesum hvøkki, tey fingu. Hetta var heldur ikki tann ein­asti smeitur, hjúnini fingu. Ein 14 ára gomul dóttur, Svanhilda, doyði av sjúku um nakað somu tíð sum beiggjarnir. Men heima merktu tey í hús­in­ um hjá Jóan Símuni umsorgan frá bygdarfólkinum. Pápin fekk einki at vita Abbi var tá burtur við einum øðr­um skipi. Tá ið hann kom heim, visti hann ikki, at „Anna“ var burt­ur­gingin. Eingin umborð hevði viljað sagt honum, hvat ið var hent. Tískil mátti omma sjálv fortelja honum tað. Tá høvdu tey mist tveir synir á sjónum. Hin var farin við „Marionnu“, húsa­skonn­art­ini, í 1913. Abbi segði, at hann á túrinum skilti, at menninir umborð krógv­aðu okkurt fyri sær. Teir stóðu ofta og prátaðu sínámillum, men tá ið hann nærkaðist, tagdu teir. Abbi hevði eisini spurt, tá ið hann var í sambandi við menn av øðrum skipum, um teir vistu nakað um „Onnu“ og „John Bull“, har ein annar sonur var við. Eing­in segði seg vita nakað um „Onnu“, men frá „John Bull“ vistu teir tíðindi. Er meira millum himmal og jørð? Jógvan Joensen á Trøllanesi hev­ur greitt frá, at pápi hansara, Mikkj­al í Innistovu, var við „Við­oynni“ undir Íslandi, tá ið „Anna“ fórst. Hann kendi fimm av monnunum við „Onnu“. Helst hava tað verið teir fimm leir­vík­ing­arnir. Beint fyri midnátt ta náttina, tá ið „Anna“ fer, síggja teir knapp­liga á skipinum fimm bjørt ljós, sum vóru køld at nerta við. Tey kám­ast, sum frá líður, og eru tey sloknað móti morgni. Tað var eingin natúrlig frá­greið­ing fyri hesa hending, men hon fall væl saman við umrøddu hend­ing við „Onnu“. Við „Viðoynni“ var eisini Óli Jacob­ sen, ið var beiggi Dánjal Jacobsen í Leirvík, sum var við „Onnu“. Dánjal var ringtrúlovaður við gentu í Leirvík, sum seinni gift­ist til Trøllanes. Um morgunin verð­ur Óli útpurraður fleiri ferðir. Hann fæst ikki úr koyggjuni og hevur hug at ilskast inn á hesa støð­ugu útpurring. Men tá ið teir á middegi frætta, at „Anna“ er far­in, tørnar hann út. Helst hevur hann kent okkurt á sær. Hundurin kendi tað á sær Anna Jacobsen f. Thomsen, í Runa­vík, ættað úr Syðrugøtu, greið­ir frá: „Eg kann fortelja, hvat mamma Á bindifestivalinum í Fuglafirði varð m.a. greitt frá teimum, sum sótu eftir, tá ið mennir ikki komu aftur. Henda frásøgn er um tey sum varaðu av Onnu. 95 ára minni: TEY SUM SÓTU EFTIR MONNUNUM Á ONNU Jens Petur Joensen skuldi taka við eftir Theodor og skuldi eisini giftast. Joen Hendrik Olsen, sjálvt hundurin merkti, at nakað var galið.