Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 11 Komandi partur Eitt annað 95 ára minni er General Gordon, sum verður umrøddur í komandi parti. fortaldi um seinasta dagin, sum Joen Hendrik, mammubeiggi, var heima, áðrenn hann fór við „Onnu“ lagnutúrin. Mamma var tá 13 ára gomul. Joen Hendrik var sera húsligur. Tann seinasta dagin, hann var heima, elti hann breyð fyri ommu. Meðan hann elti, sang hann: Hin Time i Getsemane jeg aldrig glemme kan, da jeg i Angst og blodig Sved saa Jesus Gud og Mand. Síðan segði hann við mammu: „Lena, tá ið eg eri farin, tá mást tú elta breyð fyri mammu.“ Tá ið hann so skuldi fara av­stað, og hann hevði sagt farvæl og var komin út í durin, tá vendi hann sær við aftur, tók eina tvey-krónu upp úr lummanum og segði við ommu, at hon skuldi hava hana. Omma svaraði: „Tú manst hava brúk fyri henni sjálvur.“ Men tá segði Joen Hendrik: „Nei, eg havi ikki brúk fyri henni.“ So fór hann avstað. Joen Hendrik átti ein hund. Hann var vanur at vera í royk­stov­uni um náttina. Men náttina 4. apríl vaknaðu mamma og omma av, at hundurin hvein og eymkaði seg so illa og skav­aði upp á úthurðina. Omma fór upp at vita, hvat ið bagdi honum, men tað sá út, sum vildi hann bara sleppa út. Omma læt so úthurðina upp, og hundurin fór rennandi avstað út á Vík móti Gøtunesi leirvíksmegin. Hann kom ikki aftur fyrr enn seinna partin dagin eftir, og tá var hann so útlúgvaður og sat bara og kúrdi. Seinni, tá ið presturin kom at siga teim um, at „Anna“ var burt­ur­gingin, segði omma, at nú skilti hon, at hundurin beinanvegin hevði vitað, hvat ið var hent. Ommubeiggin „sá“ Jákup Mikal Mikkelsen hevur eis­ini fingið sagt frá søgum, sum benda á, at tað er meira millum himmal og jørð, enn vit skilja. Hann átti ein ommubeiggja í Kvívík, Kristian, sum var kendur at „síggja“. Hann hevði sæð allar 17 menn­in­ar á „Onnu“, sum fóru um eina høvd. Hetta tók hann so bók­staviliga, at tá ið hann hevði „sæð“ hetta, fór hann beint inn á Toftir at taka hond um syst­ur­dóttr­ina Sofíu, gift við Olevinusi Joensen. Hon sat eftir við sjey synum, tann elsti um konfirmeringsaldur. Eisini átti Jákup Michael ein mammubeiggja, Johannes í Kolla­firði. Tá ið hann fór frá húsum henda dagin at fara við „Onnu“, segði hann við konuna: „Komi eg ikki aftur, so skal tú gifta teg uppaftur.“ Hetta var ein sera óvanlig seinasta heilsan. Men hetta gjørdi hon eisini. Hon giftist við systkinabarni mannin, sum eisini æt Johannes, kendur sum Johannes á Kjalnesi. Mistu sítt einasta barn Drongurin úr Syðrugøtu, sum fórst við „Onnu“, var Poul Anthon Jacob­sen, sum var onkarsonur Elspu Katrinu og Peter Jakku á Dung­anum. Hann var ein fittur og evna­ríkur unglingi. Hann var virkin í heima­missión­ini í Gøtu, sum beint tá hevði fingið nýtt missiónshús, har hann eisini var virkin. Jákup Mikal var føddur faðirleysur Jákup Mikal var ikki føddur, tá ið pápin doyði. Hann var føddur í okt­ober, sum pápin doyði í apríl. Hann var tí sjálvsagt uppkallaður eftir pápanum. Tískil gjørdist Jákup Mikal yngst­ur av fýra systkjum. Men hó­ast mamman, Karolina, nú var „einligur forsyrgjari“, hevði hon orku at taka eitt barn til fosturs. Hetta var ein bróðurdóttir úr Kolla­firði, sum var komin at ferð­ast. Mamman var sjúk, og gentan bleiv verandi. Jákup Mikal tekur til, hvat arbeiðsgrev mamman var. Hann minnist hana ikki hava havt so mikið sum ein sjúkradag. Tey áttu húsini, men annars var slíkt sum trygging avmarkað tá í tíðini. Ein loysn at fáa inn­tøku var, at tað var tørvur á skúla­stovum á Toftum. So hon leig­aði í nøkur ár báðar stovurnar til skúla­stovu, og gav hetta sína inn­tøku. Hon var fitt til hendurnar og fekk sær bindimaskinu at binda fyri fólk. Eisini seymaði hon bæði fyri síni egnu og fyri fólk. Og so vask­aði hon fisk. Hetta gav eisini nakað av sær. Hon hoyggjaði fyri bøndurnar. Hetta gav eitt hoyggingarlamb. So Jákup Mikal minnist einki til, at hann ikki fekk nóg mikið av øllum. Katrina fekk dukku frá sendiharranum Jákup Mikal minnist eisini, at nøk­ur fá ár eftir, at „Anna“ var ging­in burtur, kom eitt íslendskt par at ferðast á Toftum. Hetta var danski ráðharrin fyri Ísland, Fontenay. Hann hevði skipað fyri jarðarferðini hjá teimum á Onnu, og hann hevur ikki gloymt henda sorgarleik ella tey, sum sótu eftir. Tey gingu hús úr húsi at vitja tey, sum høvdu mist. Tá góvu tey hvørt av børnunum eina fimm­krónu í part. Hetta var veldigt hjá einum barni at fáa. Kathrina Jensen, dóttir skip­ar­an á „Onnu“, Theodor Poulsen, minn­ist hetta. Hon eigur enn eina dukku, sum hon fekk tá frá Fontenay. Hon fekk eisini eina mynd av hon um, sum hon eigur enn. Seymaði oljuklæði Katrina var bara ársgomul, tá ið pápin gekk burtur. Mamma henn­ara, Anna, fekk boðini um van­lukk­una á veg á møti í skúlanum. Tá møtir hon presti, sum sigur henni, hvussu støðan var. Anna var einkja og giftist upp­aftur við Theodori Poulsen. Tey bæði fingu fýra børn saman. Theodor gjørdist bara 40 ár, og nakað tað sama var Anna, tá ið hon gjørdist einkja. Katrina átti eina sera raska mammu. Hon fór at gera olju­klæði til sjómenn. Hetta var rætti­liga arbeiðskrevjandi. Fyrst skuldu tey seymast. Síðan skuldu tey ferniserast so mikið ofta, at tey vóru heilt tøtt. Hon seymaði eisini fyri fólk, og hon stívaði flippur. Anna var eisini í fiski. Børnini máttu eisini setast við til arbeiðis. Beiggin, Hendrik, var bara 7 ára gamal, tá ið hann mátti fara at velta. Anna gjørdist bara 57 ára gom­ul. Hon doyði í 1941. Teir, ið fórust við Onnu, vóru: • Theodor Poulsen, Toftum, 40 ár. Eftir sótu kona og 5 børn. • Olevinus Joensen, Toftum, 40 ár. Eftir sótu kona og 7 børn. • Edvard Joensen, Toftum, 38 ár. Eftir sótu kona og 2 børn. • • Jens Petur Joensen, Toftum, 22 ár. • Jacob Michael Michelsen, Toftum. 30 ár. Eftir sótu kona og 4 børn. • Sofus Olsen, Toftum, 30 ár. Eftir sótu kona og 3 børn. • • Jens Jacob Olsen, Toftum, 19 ár. • Hans Andreas Hansen, Saltnesi, 14 ár. • Johannes Joensen, Kollafirði, 37 ár. Eftir sótu kona og trý børn. • Poul Anthon Jacobsen, Syðrugøtu, 22 ár. • • Hans Meinhard Simonsen, Strondum, 16 ár. • Johannes Poulsen, Skála. Eftir sótu kona og 5 børn. • Johs. H. Olsen, Leirvík, 19 ár. • Jacob Oliver Joensen, Leirvík, 23 ár. • Peter Elias Heinesen, Leirvík, 18 ár. • Hans Jacob Heinesen, Leirvík, 16 ár. • Dánjal Jacobsen, Leirvík, 27 ár. Poul Anthon saman við pápa sínum Petur Jakku. Jákup Mikal Mikkelsen og Kathrina Jensen mistupáparnar við „Onnu“. Hesa myndina av Fontenay fekk Katrinafrá Fontenay sjálvum. Inni í rammuni er ein lepi, har tað stendur „Til Anna Cathrine fra Minister Fontenay Hetta er dukkan, sum Katrina fekk frá Fontenay.