hósdagur 25. apríl 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. APRÍL 2019
SOSIALURIN 47
14
Ikki við: Jákup Pauli Breckmann
(lærkrikin 4-6 vikur), Jógvan
Jóannesarsson (knæið, 3-4
vikur), Leivur H. Joensen
(burturstaddur), Jobin
Drangastein (hælsinan), Heðin
Stenberg (knæið, 6 vikur), Sørin
Samuelsen (leikbann, 4 gul)
Ivasamur: Rógvi Poulsen (sjúkur),
Tóki á Lofti (knæið), Mattias
Lamhauge (í samráðngum um
leiguavtalu)
Við aftur: Mikkjal T. Hentze
(knæið)
Ikki við: Brian Jakobsen
(leikbann, 1 dag), Símun Rógvi
Hansen (knæskaði, 2-3 vikur),
Rói Mørk Hentze (knæskaði, 3-4
vikur), Róaldur Jakobsen (fótur,
langtíðarskaddur), Hannes
Agnarsson (lær, 3-4 vikur)
Ivasamir: Lukasz Cieslewicz
(knæ), Michal Przybylski (knæ),
Hugin Samuelsen (knæ), Alex
Mellemgaard (fótur), Erling
Jacobsen (lær)
Ikki við: Andras Olsen
(krossbandið, úti fyri árið),
Jóhannes Hansen (krossbandið,
mánaðir), Arnar Dam (knæið, úti
í vikur), Leif Niclasen (fóturin,
óvist), Gestur B. Dam (liðband,
vikur).
Ivasamur: Arnbjørn Hansen
Ikki við: Bartal Wardum
(baklærið, 2 vikur)
Ivasamur: Lasse T. Andersen
(lærið)
Við aftur: Ari M. Olsen (fóturin),
Sebastian Pingel (leikbann)
Ikki við: Tóri Traðará (slitið
krossbandið, úti restina av
árinum), Henry Heinesen
(nakkin, langtíðarskaddur),
Poul N. Mikkelsen (knæið, helst
álvarsamt)
Ivasamur: Dánjal á Lakjuni
(baklærið)
Við aftur: Høgni Madsen Ikki við:
LIÐ TÍÐINDI
B36
ÍF
HB
AB
EB/STREYMUR
ÍTRÓTTUR
Upptakt 7. umfar
Komandi fimm dagarnar verða seks dystir í landskappingini hjá monnum. Í kvøld verður útsetti dysturin
millum Víking og B36, meðan 7. umfar strekkir seg yvir tríggjar dagar – frá sunnudegnum til týskvøldið
TRÓNDUR ARGE
T
að er nógvur føroysk
ur fótbóltur komandi
dagarnar. Í kvøld
verður útsetti dystur
in millum Víking og B36, sum
bleiv útsettur vegna veður
sunnudagin 14. apríl. Sunnu
dagin verða tveir teir fyrstu
dystirnir í 7. umfari í lands
kappingini hjá monnum. HB
fær vitjan av Skála, meðan
tvørmann fara longu leiðina til
Klaksvíkar.
Mánadagin verður botnupp
gerð á Eiði, har EB/Streymur fær
vitjan av venjaraleysa ÍF. Orsaka
av útsetta dystinum millum
Víking og B36, so spæli hesi bæði
liðini sínar dystir týskvøldið.
Víkingur er á vitjan á Argjum,
meðan B36 er á vitjan í Runavík.
Hjá kvinnunum verður helst
føroya ”longsti” dystir, tá EB/
Streymur/Skála tekur móti ÍF/
Víkingi/B68. Í hinum dystinum
í 7. umfari tekur KÍ móti B36.
Víkingur-B36
(Beinleiðis á FM1)
FRÍGGJADAGIN klokkan 18.00
DÓMARI: DAGFINN FORNÁ
Hetta er útsetti dysturin, sum
ikki bleiv spældur sunnudagin
14. apríl vegna veður. Tað var
nógvur vindur í Sarpugerði. Hó
ast spælararnir vóru á vøllinum
og hitaðu upp, so valdi Dagfinn
Forná at útseta dystin.
Hetta passaði betri fyri gest
irnar, ið fingu tríggjar spælarar
skaddar í upphitingini. Benja
min Heinesen fekk eina lítla
fipur, meðan málverjin, Hans
Jørgensen, fekk hald í ryggin.
Eftir forskriftini verða báðir við
í kvøld. Hinvegin verður ongin
Brian Jakobsen. Hann fekk tvey
gul kort í fjórðingsfinaluni í
kappingini um Løgmanssteypið
móti KÍ.
Heimaliðið hevur fingið fótin
fyri seg og kann við sigri leggja
seg undir liðina á NSÍ, sum er
á fjórða plássi. B36 hevur eftir
eina góða byrjan tapt tvær
ferðir móti KÍ í Gundadali, men
kann við sigri leggja seg aftur á
1. pássið.
Heimaliðið hevur allar
profilarnar tøkar, meðan B36
hevur 120 minuttir av hørðum
steypafótbólti í beinunum.
Uttan Brian Jakobsen skal B36
finna nýggjan áleypara, meðan
møguligi skaðin hjá Erlingi
Jacobsen kann verða dýrur, tá
Adeshina Lawal og Andreas
Lava Olsen eru til reiðar.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-1
HB-Skála (Beinleiðis
á FM1)
Sunnudagin klokkan 15.00
DÓMARI: KÁRI J. Á HØVDANUM
Hjólini hjá HB mæla ikki eins
skjótt í ár, sum tey gjørdu í fjør.
Sigurin á B71 í steypakappingini
var ikki sannførandi, tá hugsað
verður um mótstøðuna. HB
líkist ikki sær sjálvum frá í fjør,
men nú røkist fyri at hópurin er
fullmannaður. Ari Mohr Olsen
og Sebastian Pingel eru tøkir
aftur, meðan Lasse T. Andersen
møguliga verður við. Nú er bara
Bartal Wardum, sum ikki kann
spæla. Hartil hevur Tróndur
Jensen verið á vøllinum seinastu
tveir dystirnar, meðan norski
Andreas Breimyr hevur fingið
enn ein dyst í beinini.
Skála heldur fram við
góðu gongdini. Liðið vann
heili 5-1 á TB í kappingini um
Løgmanssteypið, men tað kemur
illa við, at Edvin Jakobsen má
sita uttanfyri komandi vikurnar.
Hann hevur verið stórspælandi.
So illa sum HB hevur spælt
seinastu dystirnar – í mun til í
fjør – meðan Skála tykist hava
viðgongd, so er ikki óhugsandi at
Skála fær stig í hesum dystinum.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-1
KÍ-TB (Beinleiðis á FM1)
Sunnudagin klokkan 15.00
DÓMARI: DAGFINN FORNÁ
Úr Klaksvík verður sagt, at Deni
Pavlovic er tøkur aftur, eftir at
hava brotið hondina. Tað kemur
væl við, tí Ísak Simonsen hevur
leikbann. Hann hevur avloyst
D
e
n
i
Pavlovic í
miðverjuni.
KÍ hevur av
álvara fingið vind
í seglini, eftir tveir
sigrar í Gundadali móti
B36.
Eitt nú hevur ungi Darius
Lewis skorað tvær ferðir, meðan
norski Torbjørn Grytten vísti
góðar taktir í steypasigrinum,
tá hann bleiv skiftur inn.
Gestirnir av Tvøroyri skulu
ikki avskrivast. Tað hava teir
prógvað í ár, men ósigurin á
Skála var stórur. Poul Ingason
er við aftur, eftir at hann sat
yvir í landskappingradystinum
móti Víkingi.
KÍ hevur vunnið fýra teir
seinastu dystirnar í landskapp
ingini, og er tí favorittur at
vinna.
SOSIALURIN TIPPAR: 3-1
EB/Streymur-ÍF
Mánadagin klokkan 19.00
DÓMARI: EILER RASMUSSEN
SEKS DYSTIR
UPP Á FIMM
DAGAR