Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-25, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2019síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. APRÍL 2019 SOSIALURIN 47 15 Tað er tøgn rundanum upp­søgn­ina av Jógvan Hendriki ”Hegga” Samuelsen. Dagin undan dystinum móti NSÍ bleiv hann brádliga uppsagdur uttan ávaring. Dagin eftir royndi FM1 at fáa eina viðmekring frá Hegga, men hann bar seg undan. Leiðslan í ÍF hevur umvegis boð á heimasíðuni boðað frá, at felag­ið onga viðmekring hevur til uppsøgnina. Tað kann illa tykjast annað enn løgið, at ein venjari so brád­ liga verður sparkaður heim. ÍF hevur gott nokk staðið seg illa í ár, men tað er ikki annað enn væntað, tá hugt verður eftir hópi­num. Hóast fleiri spælarar eru komnir til, so eru eisini fleiri spælar­ar farnir. Bolt.fo skrivar, at Pauli Poul­ sen er í uppskoti sum nýggjur venjari, men higartil er einki komið upp á pláss, tí tað verður hjálparvenjarin, Ólavur Larsen, sum stendur á odda fyri liðnum mánakvøldið. -Eg havi boðað nevndini frá, at eg standi við róðrið til nýggj­ ur venjari er settur, sigur Ólavur Lar­sen og leggur afturat: -Hetta er ein týdningarmikil dystur fyri okkum, sum vit ikki hava ráð at tapa. Tó skulu vit eisini tora at vinna dystin, sigur Ólavur Larsen. EB/Streymur vóru stigaleysir, tá teir í fimta umfari tóku ímóti AB, men nú hava teir seks stig. Um­framt stórsigurin á AB, so hava teir eisini vunnið á Skála. Her er okkurt í bendir á, at heima­liðið kann halda fram við sigurs­røðini. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 AB-Víkingur Týsdagin klokkan 18.00 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN Tað eru stórar avbjóðingar á Argjum undan dystinum móti Vík­ingi. Tað gongur illa at fáa ein av­loysara fyri Heðin Stenberg, ið hevur meiðslað sær knæið. Upp­ runa­liga hevði AB leigað Mattias Lam­hauge úr HB, men nú vísur tað seg, at prísurin er ov høgur fyri argjamenn. -Vit hava ongar pengar og kunnu ikki gjalda tað, sum HB ynskir. Tí verður tað antin Sverri Peter­sen, um hann verður tøkur, ella má eg taka handskarnar upp á sjálvur, sigur Sorin Anghel, venjari hjá AB. Hartil eru stórar avbjóðingar í mið­verjuni, har Leivur H. Joen­sen er burturstaddur, meðan Sørin Samuelsen hevur leik­bann. Tí verður neyðugt við at skjóta fleiri mál, um AB skal hava ein kjans móti Víkingi týs­kvøldið. Gestirnir úr Víkingi hava dyst longu í kvøld, so er er ógreitt hvør verður tøkur til dystin. Tó verður ilt at koma uttanum ein spælara sum Andreas Lava Olsen, tí hvør hjá AB skal steðga honum, tá bulmiklastu spælar­ arnir ikki eru við? SOSIALURIN TIPPAR: 2-3 NSÍ-B36 (Beinleiðis á FM1) Týsdagin klokkan 19.00 DÓMARI: LARS MULLER NSÍ hevur higartil havt góða eydnu á heimavølli, meðan tað hevur staðið verri til á útivølli. Tað er torført at siga nakað um B36, sum í kvøld skal spæla móti Víkingi. Eitt er tó greitt. Brian Jakob­sen verður tøkur at spæla hendan dystin. Heimaliðið er torført at av­ lesa í ár. Fyrst eru teir á odda 4-0 í hálvleikinum móti Víkingi, fyri síðani at verða aftanfyri 1-0 móti ÍF. Tó vunnu runavíkingar báðar dystirnar. Her er torført at meta um longu nú, men við dystar­skránni í huga, so verður hetta antin ein heimasigur ella ein javnleikur. SOSIALURIN TIPPAR: 2-2 Óli Eyðsteinsson Poulsen, Ísak Simonsen (leikbann, 4 gul) Ivasamur: Takuya Matsunaga (fótskaði) Við aftur: Deni Pavlovic (eftir brot í tumlinum) Ikki við: Øssur Dalbúð (fótskaði, langtíðarskaddur) Ivasamur: Petur Knudsen (akslaskaði) Ikki við: Edvin Jakobsen (knæið, 6 vikur), Jan Ingason Hansen (brotið armin, 6 vikur) Ivasamur: Søren B. Nielsen Ikki við: Veljko Vukovic (knæskaði, 1-2 vikur) Við aftur: Poul Ingason (leikbann) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ikki við: Jákup Vatnhamar Olsen (knæið, 4-6 vikur) Við aftur: Pól Enok Hansen (hælsinan) TB KÍ Betri deildin kvinnur støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. HB 5 3 1 1 15-5 (+10) 10 2. KÍ 5 3 1 1 9-5 (+4) 10 3. ÍF/Vík/B68 5 2 2 1 8-5 (+3) 8 4. B36 5 2 0 3 5-10 (-5) 6 5. EBS/Skála 4 0 0 4 2-14 (-12) 0 Betri deildin kvinnur støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. KÍ 6 4 2 0 12-5 (+7) 14 2. SKÁLA 6 4 0 2 9-3 (+6) 12 3. B36 5 4 0 1 7-6 (+1) 12 4. NSÍ 6 3 1 2 9-8 (+1) 10 5. HB 6 2 3 1 10-8 (+2) 9 6. TB 6 2 2 2 7-8 (-1) 8 7. Víkingur 5 2 1 2 10-10 (0) 7 8. EB/Streymur 6 2 0 4 9-8 (+1) 6 9. AB 6 1 0 5 8-15 (-7) 3 10. ÍF 6 0 1 5 6-16 (-10) 1 Betri deildin kvinnur 7. umfar: SUNNUDAGIN 28. APRÍL: EB/STR/SKÁLA-ÍF/VÍK/B68 (12.30) KÍ-B36 (12.30) Betri deildin menn 6. umfar: FRÍGGJAKVØLDIÐ VÍKINGUR – B36 (18.00) BEINLEIÐIS Á FM1 SUNNUDAGIN 28. APRÍL: HB-SKÁLA (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 KÍ-TB (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 MÁNADAGIN 29. APRÍL EB/STREYMUR-ÍF (19.00) TÝSDAGIN 30. APRÍL AB-VÍKINGUR (18.00) NSÍ-B36 (19.00) BEINLEIÐIS Á FM1 Nýggjur leistur í Sosialinum Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt. fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. Tipping: Tipping 7. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: KÍ-TB 1 HB-SKÁLA 1 EB/STREYMUR-ÍF X NSÍ-B36 1 AB-VÍKINGUR 2 JÁKUP ÓSÁ: HB-SKÁLA 1 KÍ-TB 1 EB/STREYMUR-ÍF 1 NSÍ-B36 2 AB-VÍKINGUR 2 TRÓNDUR ARGE: HB-SKÁLA 1 KÍ-TB 1 EB/STREYMUR-ÍF 1 NSÍ-B36 1 AB-VÍKINGUR 2 STIGATALVAN: 1.JÁKUP ÓSÁ 17 STIG 2.LEIVUR FREDERIKSEN 17 STIG 3.TRÓNDUR ARGE 13 STIG *TIPPINI FYRI VÍKING-B36 Í OMANFYRI NEVNDU RAÐFYLGJU: (1 – 1 – X)