Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 16 SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL F yrsta FM-finalan hjá kvinnum var leikt mikukvøldið í Høll­ini á Hálsi. Eins og í finalu­ num í fjør og í steypafinaluni í ár er dysturin ímillum VÍF og Kyndil. Tá ið liðini hittust í hesi høll í steypafinaluni fyrr í ár, gjørdist talan um tryggan sigur til Kyndil, so VÍF hevði avgjørt okkurt at hevna. Um tað var hevnd­arhugurin ella okkurt annað ber ikki til at siga, men okkurt riggaði betri hjá VÍF. Í roynd og veru riggaði alt hjá VÍF frá fyrsta bríkslið. Verjan stóð væl frammanfyri Vivionnu Peter­sen, og í hinum endanum komu møguleikarnir støðugt, eins og bakkarnir fingu sent lang­skot í kyndilsmálið. Kyndil kom heilt sjáldan til møgu­leikar. Eftir fyrsta korterið hevði Kyndil bert fingið trý mál. Tvey vóru komin eftir brots­kast. Og nú eydnaðist hetta held­ur ikki, tí Viviann Petersen tók brots­kast, tá ið Kyndil royndi at skjóta sítt fjórða mál. Eftir einar tjúgu minuttir var mun­urin øktur upp í átta mál, og í steðgi­ num var støðan 9-15 til VÍF. Kyndilskvinnur eru altíð vandamiklar Seinast hesi bæði liðini hittust í landskappingini tók Kyndil stóra leiðslu aftur í seinna hálv­ leiki, og hesum tóktust vest­ manna­kvinnur at minnast. Tær sleptu ikki takið, og meginpartin av seinna hálvleiki sótu fólk flest bert og bíðaðu eftir hvussu stór­ ur endaligi munurin fór at vera. Men brádliga vísti Kyndil hvussu vandamikið liðið kann vera. Tá ið góðir tíggju minuttir vóru eftir av dystinum, fór ferð­ in nakað av álopinum hjá VÍF. Hetta var kanska skilligt eftir­ sum at støðan nú var 15-23, og dysturin mundi vera avgjørdur. Sam­stundis fekk kyndilsverjan fatur í skjúttunum hjá VÍF, saman við Jovanu Stranjanac í kyndils­málinum, og so vóru lunnar lagdir undir yndisspælið hjá Kyndli. Vunnir bóltar vóru ferð eftir ferð sendir til Turið Arge í skjótálopinum, og tá ið VÍF spældi í undirtali sendi Súna Krossteig Hansen tvær ferðir bóltin í tóma málið hjá VÍF. VÍF vaknar aftur at enda Átta kyndilsmál innan átta minutt­ir var úrslitið av hesum, og dyst­urin gjørdist javnur við støðuni 23-23. VÍF tók sítt annað time-out innan stutta tíð, og nú eydnaðist tað at fáa verjuna at vakna aftur. Vivi­ ann Petersen forðaði fyri at Kynd­il fekk lagt seg á odda, og Liljan Djurhuus vísti sínum við­leikar­um at dysturin enn kundi vinnast, tá ið hon sendi eitt øgi­ligt undirhondsskot í kyndils­málið. Júst sama søga endurtók seg løtu seinni, og so var dysturin, ið ongantíð átti at gerast spennandi, avgjørdur. VÍF vann fyrstu finaluna, og sendi boð um at enn eru Før­ oya­meistararnir úr Vest­manna ræð­andi góðar, tá ið tær spæla sítt besta spæl. Hinvegin sendu kyndils­ kvinn­ur eini øgilig boð um, at tær ongantíð gevast, og so skjótt tær tevja mistøk, so revsa tær eirinda­leyst. Hetta rakk ikki til rætta úrslitið í dag, orsaka av egnum mistøkum í bæði verju og álopi. Fáa tær rættað hesi til dystin leygardagin, so kunnu tær spilla gullveitsluna í Vestmanna og flyta hana til Havnar. Tað fer at krevja tveir sigrar. Vinnur Kyndil aðru finaluna leygar­dagin, so verður ein triðja og avgerandi finala leikt sunnu­dagin. Hon verður eisini í Vest­ manna. SJURDUR@SOSIALURIN.FO ÍTRÓTTUR Løgmanssteypið: VERULIGU FINALURNAR FYRI FRAMMAN VÍF vann fyrstu finaluna ímóti Kyndli, og kann gerast Føroyameistari leygardagin við einum sigri í Vestmanna. Í Hoyvík verður seinasti og avgerandi dysturin í drúgvu finalurøðini leiktur leygarkvøldið. Eingin er favorittur, men Sosialurin hyggur eftir hvørjir leikarar kunnu gerast avgerandi