hósdagur 25. apríl 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
17
E
ingin á einum hond
bóltsvølli kann av
sínum eintingum
koppa ein dyst so væl
sum ein málverji, og tað hava
finalurnar í ár eisini borið boð
um.
Í fyrstu FM-finaluni ímill
um Neistan og H71 var eitt
navn, ið fólk nevndu sum
avgerandi. Tað var Nicholas
Satchwell hjá Neistanum,
ið vísti hví hann stendur í
mál á landsliðnum. Í aðru
finaluni var tað fyrrverandi
landsliðmálverjin, Ári Dam,
ið var dagsins maður. Í triðju
finaluni skaraði ongin av
hesum framúr fyrstu longu
løtuna. Nicholas Satchwell
fekk ikki fatur á so nógvum, og
Mikkjal Hansen varð skiftur
inn í staðin. Eykamálverjin
framdi fleiri stórbjargingar
og var atvoldin til, at dysturin
koppaði til Neistan eftir at
H71 hevði stóra leiðslu í fyrra
hálvleiki.
Í fjórðu finaluni vóru
fleiri málverjar inni. Nicholas
Satchwell og Mikkjal Hansen
skiftust í málinum hjá Neista
num, meðan Ári Dam og
Hørður Trygvason gjørdu tað
sama hjá H71. Hendan finalan
var hin einasta, har ein ikki
peikaði á ein málverja sum
altavgerandi leikaran, men
Hørður Trygvason átti stóran
lut í, at H71 vann dystin.
Í kvinnufinalunum hava
málverjarnir eisini alt at
siga. Tá ið Kyndil vann
steypakappingina fyrr í ár,
var tað í stóran mun Jovanu
Stranjanac at takka. Tað
er eisini sigandi, at Kyndil
ikki fekk síni fyrstu stig
hetta kappingarárið fyrr
enn serbiski málverjin kom
til Føroya. Hjá VÍF stend
ur landsliðsmálverjin, Vivi
ann Petersen, sum fyrsti
málverji. Hon var púrasta
avgerandi í fyrstu finaluni
mikukvøldið, og tað var eisini
ein stórbjarging frá henni, ið
forðaði fyri at Kyndil legði seg
á odda.
Í
fyrstu finaluni, sum
Neistin vann eftir
longda leiktíð, fekk
Pætur Thomsen 12 mál
fyri H71. Fyri Neistan fekk
Rasmus Søby 8 mál. Síðani
hevur Rasmus Søby ikki
fingið heilt so nógv mál, men
hetta kann frágreiðast við,
at H71 síðani hevur lagt ein
mann fram um verjuna fyri
at steðga sterka bakkinum.
Í aðru finaluni, sum H71
vann við níggju málum, gjørd
ist Hilmar Leon Jakobsen
toppskjútti við níggju mál
um. Honum á baki kom
Peter Krogh við seks málum.
Peter Krogh fekk eisini átta
mál fyri H71, tá ið Neistin
vann triðju finaluna. Tá var
tað neistavongurin, Høgni
Zachariassen, sum gjørdist
toppskjútti við tíggju málum.
Í fjórðu finaluni var
merkisvert at Peter Krogh
og Rasmus Søby bert fingu
ávikavist eitt og tvey mál. Í
staðin var tað Hilmar Leon
Jakobsen, ið var toppskjútti
við níggju málum. Hjá Neista
num gjørdi Tróndur Mikkel
sen um seg við sjey málum.
Við teimum níggju málunum
gjørdist Hilmar Leon Jakob
sen eisini tann leikarin, ið
hevur skotið flest máli hesi
finalurøðini.
Tað sæst á hagtølinum at
vandamiklastu leikararnir hjá
H71 eru teir báðir bakkarnir,
Hilmar Leon Jakobsen og
Peter Krogh. Í einstøkum
dystum hava vengirnir hepn
ast við at fáa nógv mál. Pætur
Thomsen fekk 12 av sínum
17 málum í sama dysti og
Leivur Mortensen fekk átta
av sínum 11 í fjórðu finaluni.
Hjá Neistanum fær Høgni
Zachariassen flest mál. Hans
ara besti dystur á máltalvuni
var triðja finalan, tá ið hann
fekk tíggju mál.
Rasmus Søby skeyt átta
mál í fyrstu finaluni. Síðani
hevur hann fingið tíggju
mál afturat í teimum næstu
trimum finalunum. Tróndur
Kragesteen tykist at liggja
um eini fýra mál fyri hvønn
dyst, meðan teir báðir ungu
bakkarnir, Dánjal Ragnarsson
og Tróndur Mikkelsen hava
skiftst nakað um bæði leiktíð
og málskjóting.
Eisini er merkisvert, at
strikuleikararnir hjá Neista
num, Rune Olsen og Pætur
Mikkjalsson hava fingið
ávikavist 11 og seks mál.
Strikuleikarin hjá H71, Niklas
Højgaard Hanusarson hevur
fingið tíggju mál.
Savnað fyri fyrstu fýra
finalurnar hava leikararnir
fingið hesi málini:
H71:
Hilmar Leon Jakobsen
25
Peter Krogh
24
Pætur Thomsen
17
Vilhelm Poulsen
12
Leivur Mortensen
11
Niklas Højgaard Hanusarson
10
Brandur Halgirsson
8
Rúni Vest Højgaard
5
Bergur Ákason
1
Hans Kári Hansen
1
Neistin:
Høgni Zachariassen
23
Rasmus Søby
18
Tróndur Kragesteen
15
Rune Olsen
11
Tróndur Mikkelsen
10
Dánjal Ragnarsson
10
Pætur Mikkjalsson
6
Karl Martin Olsen
5
Torkil Hentze
5
Teis Horn Rasmussen
1
Málverjarnir eru
altíð avgerandi
Hilmar Leon,
Peter og Høgni
skjóta flest mál
Í teimum fýra fyrstu finalunum hava
ymiskir toppskjúttar verið avgerandi
Kyndil – VÍF 23-26 (9-15)
Kyndil: Turið Arge 7, Bára Krossteig Hansen 6, Marianna Geirsdóttir
Eystberg 5, Súna Krossteig Hansen 4, Ásleyg Súnadóttir 1.
VÍF: Liljan Djurhuus 8, Durita C. Jojic 7, Agnas Olsen 6, Lív
Ingdórsdóttir 2, Brynja Rógvadóttir 1, Daniella Joensen 1, Kathe
Frederiksen 1 og Heidi Maria Akselsen 1.
Skráin fyri finalurnar:
Leygardagin 27. apríl klokkan 18.00: VÍF – Kyndil (Høllin í Vestmanna)
Sunnudagin 28: apríl: Møgulig triðja finala hjá kvinnum (Høllin í Vestmanna)
Leygardagin 27. apríl klokkan 20.00: H71 – Neistin (Hoyvíkshøllin)