Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-25, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 18 Heiðavegur 26, 600 Saltangará Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo www.runavik.fo K R E A ....................................................................................................................................................................................................................................................................................... Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum og búgva uml. 4.060 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast 4 verkfrøðingar, 1 byggifrøðingur og 1 rakstrarleiðari, umframt leiðaran. Harumframt hava uml. 20 starvsfólk, umvegis rakstrarleiðaran, tilknýti til Teknisku deildina. Høvuðsverkevni • Leiðsla á Teknisku deild • Ráðlegging og skipan av verkevnum deildarinnar • Fíggjarlig stýring og eftirlit við tekniska økinum • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum og politiskum nevndar- arbeiði v.m. • Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði • Býar- og byggiráðlegging • Stýring av kommunalum viðlíkahalds- arbeiði • Projekteringsarbeiði og eftirlit • Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingararbeiði Førleikakrøv • Verkfrøðingur, arkitektur ella onnur viðkomandi útbúgving • Royndir í leiðslu, ráðlegging, fíggjar- stýring og fyriskipan • Vísjónir og framasøkni vegna kommunala myndugleikan • Tekniskan førleika í projekterings- arbeiði og stýring av byggiverkætlanum • Munnligan og skrivligan mál- førleika í føroyskum, norður- lendskum og enskum máli • Hollur telduførleiki viðvíkjandi skrivstovu- og tekniforritum Vit sóknast eftir tekniskum fyristøðufólki, sum: • er opið og fyrikomandi • hevur evni at eggja og ganga undan • eigur evnini at virka í eini politiskari skipan Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til borgarstjóran á telefon 23 70 15. Umsókn, saman við avriti av prógvi og møguligum viðmæli/um og prógv/i/um, skal vera kommunuskriv- stovuni í hendi í seinasta lagi hin 14. mai 2019. Søk starvið umvegis leinki: www.runavik.fo/Leys størv Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum. BÝARVERKFRØÐINGUR TIL RUNAVÍKAR KOMMUNU ENDURLÝSING Starvsfólk til Vinnustovnin / Fjarskiftiseftirlitið Vit bjóða Fjøltáttað og sjálvstøðugt starv við avbjóðandi uppgávum, sum eru persónliga og yrkisliga mennandi. Arbeiðið umfatar menning av skipan til innsavnan og raportering av hagtølum í SQL dátubasu við sharepoint brúkaraflatu og gerð av hagtalsfrágreiðingum, dagføringar av heimasíðunum. Tilluta og hava eftirlit við radioloyvum til skip, bátar og flogfør við tilhoyrandi fráboðan til MRCC og ITU og próvdøming til ROC, SRC, LRC og GOC við kvøldskúlarnar og við sjóvinnuskúlarnar. Eisini eru aðrar uppgávur, so sum at avgreiða mál við radioórógvi á maritima økinum, t.d. á rás 16, umframt at fyrireika broytingar í frekvensætlanini. Tú fært ábyrgdina av umsitingini av hagtalsskipanini, har hagtøl um føroysku fjarskiftisveitararnar verða skrásett og av radiotólskipanini, har øll viðkomandi viðurskifti innan martitima GMDSS økið verða skrásett, og kemur at arbeiða við skráseting av upplýsingum um skip/bátar, umframt menning og tillaging av arbeiðsgongdum. Eisini kemur tú í samráð við løgfrøðing at tilevna umsóknarbløð, vegleiðingar, reglur og mannagongdir. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava: • Bachelor í búskaparfrøði, umframt royndir við hagtalsgreinan • Viðkomandi útbúgving innan maritima radiofrekvensøkið t.d. GOC ella aðra holla útbúgving / vitan um GMDSS økið • Hegni til ella royndir frá umsitingarligum arbeiði • góð evni at samstarva • góð evni at samskifta í skrift og talu • skil á heildini og samstundis ans fyri smálutum Setanartreytir og umsókn Starvið verður sett sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður at seta til 1 juni 2019 ella eftir avtalu. Setanin fevnir um Uttanríkis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Upplýsingar og umsókn Tú kanst fáa meira at vita um stovnin á www.vs.fo. Ynskir tú nærri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Thomsen, stjóra, á tlf. 356020 ella 55 60 21. Umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Vinnustovnurin Skálatrøð 20 Postboks 73 FO-110 Tórshavn ella sum teldupostur til: vs@vs.fo og vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. mai 2019, kl. 12:00. Grafix 504251 Kundi tú hugsað tær at arbeitt við hagtalsgreinan og eftirliti innan fjarskiftis- og radioeftirlitsøkið ?