mánadagur 29. apríl 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MAGNI ÆTLAR SÆR
UPP Í FRAMSÓKN
FAKTA
Magni Laksafoss í politikki
Løgtingsvalið 2002 upstillaður fyri
Sambandsflokkin. Fekk ov fáar atkvøður til at
verða valdur.
Løgtingsvalið 2004 aftur uppstillaður fyri
Sambandsflokkin. Fekk ov fáar atkvøður til at
verða valdur.
15. mai 2007 gjørdist Magni Laksáfoss
landsstýrismaður í fíggjarmálum – hann loysti
Bárð Nielsen av.
Á løgtingsvalinum 19. Januar 2008 fekk
Magni Laksáfoss flestar atkvøður á
Sambandslistanum og triðflestar atkvøður
yvirhøvur – 979 – har Høgni Hoydal fekk 1262
og Jóannes Eidesgaard 1094. Men hann helt ikki
fram í landsstýrissessi.
Løgtingsvalið 2011 stillaði Magni Laksáfoss ikki
upp.
Løgtingsvalið 2015 stillaði hann aftur upp
fyri Sambandsflokkin. Hesaferð fekk Magni
Laksáfoss 374 atkvøður; tað rakk til eitt
sættapláss á listanum og fekk hann akkurát
inn um tinggáttina. Hann gerst síðani
næstformaður í flokkinum.
Mars 2018 tekur Magni Laksáfoss seg úr
Sambandsflokkinum.
7. desember 2018 gera Magni Laksáfoss og
formenninir í samgonguflokkunum eina
politiska semju um samstarv, sum verður
niðurfeld í 5 síður langt skjal. Semjan er í 7
punktum, har tey týdningarmestu punktini eru
um orkupolitikk, veiðigjald og fíggjarlóg fyri
2019.
Markanti uttan
flokkating
maðurin Magni
Laksafoss sigur
við Sosialin í
dag, at hann
ætlar sær upp
í Framsókn og
tekur undir við
kósini hjá sitandi
samgongu
Jógvan Mørkøre
Magni Laksáfoss hevur síð
ani hann kom upp í politikk
verið ein markantur politi
kari, ið ongantíð hevur fýrt
fyri at ganga egnar leiðir. Kaj
Leo Holm Johannesen, ið var
formaður í Sambandsflokki
num, tá ið Bárður Nielsen í
2007 fór frá sum landsstýr
ismaður og úr tinginum fyri
at halga sær stjórastarv í
verkætlanini Stóru Tjørn,
bað Magna Laksáfoss taka
við sessinum sum fíggjar
málaráðharri. Hann tók av
og boðaði beinanvegin frá,
at nú skuldu “tey bleytu
virðini takast fram um asfalt
og betong”. Hann tóktist
at fáa undirtøku fyri hesi
kós millum veljarar, tí hann
fekk flestar atkvøður á Sam
bandslistanum á tí eftirfylgj
andi løgtingsvalinum. Men
øll vóru kanska ikki so fegin
um
nýggju
opinskáraðu
stjørnuna innan sjálvan flok
kin, tí hann kom ikki upp á tal
til landsstýrissess 8 mánaðir
seinni, tá ið ABC-samgongan
varð umskipað. Magni Laks
áfoss tók sær seinni ein
steðg frá 2011 til 2015 frá
løgtingsarbeiðnum,
men
kom afturíaftur, tá ið nýggj
fiskivinnuskipan
skuldi
gerast. Í hesum arbeiðnum
gekk hann á odda í Sam
bandsflokkinum at vera við
til at gera eina skipan við
breiðari undirtøku. Men tá
ið avtornaði valdi leiðslan í
flokkinum ikki at vera við í
eini semju við samgonguna.
Nakrir mánaðir seinni, í mars
2018, tók Magni Laksáfoss
seg úr Sambandsflokkinum.
Men viljin at vera við til at
fáa politikk í lag, í hansara
føri kanska serliga hjart
abarnið
orkupolitikkur,
fekk hann at kasta saman
við
minnilutasamgong
una, tá ið Kristin Michelsen
varð koyrdur úr Javnaðar
flokkinum. Eitt semjuskjal
varð
undirskrivað
við
formenninar
í
samgong
uflokkunum, har høvuðs
innihaldið í stuttum var,
at Magni Laksáfoss skuldi
atkvøða fyri løgtingsfíggj
arlógini og uppskotinum hjá
samgonguni til áseting av
veiðigjaldið; afturfyri skuldi
landsstýrið síggja til at ein
liberalisering varð framd av
framleiðslu- og sølusíðuni í
elframleiðsluni. Fíggjarlógin
varð samtykt sum avtalað.
Men nú frættist, at tinglimir
í samgonguni ikki eru sinn
aðir at atkvøða fyri lógarupp
skoti hjá Magna Laksáfoss, ið
hevur ligið í vinnunevndini.
So avtalan, ið skuldi tryggja
veiðigjaldið, sum eisini er av
gerandi fyri, at fíggjarlógin
kann halda, er deyð, nú
Magni Laksáfoss ikki fær
tað, ið varð lovað honum í
semjuni frá desember. Ein
fløkjaslig støða, ið kann enda
við einum vali í næstum.
Magni kemur
upp í politikk
Afturkomin úr Grønlandi,
har Magni Laksáfoss hevði
búð í nøkur ár, valdi hann at
stuðla Sambandsflokkin og
stillaði upp fyri hann í 2002
og aftur í 2004, men uttan
at verða valdur. Men eftir at
hava verið landsstýrismaður
í fíggjarmálum í gott hálvt ár
bragdaði, og hann gjørdist
nýggja stjørnan hjá flokki
num sum toppskorari á løg
tingsvalinum januar 2007.
Spurdur hví júst Sam
bandsflokkin, svarar hann,
at hann kundi ikki góðtaka
ætlanina
hjá
fullveldis
samgonguni at taka burtur
blokkstuðulin úr Danmark.
Tað er eitt svar, ið krevur
nærri
frágreiðing.
Magni
Laksáfoss hevur í øðrum
sambandi nevnt, at hann
kundi væl taka undir við at
niðurlaga blokkin. Og nú røk
ist alt fyri, at hann leitar sær
upp í Framsókn, sum er ein
sjálvstýrisflokkur, ið vil hava
fullveldi. Men Magni greiðir
sinniliga frá, at hann frá sín
um arbeiði við Hvítu Bók
hjá
fullveldissamgonguni,
var komin til ta niðurstøðu,
at tað varð farið ov harðliga
fram, tá ið ein triðingur varð
skorin burtur, og at fylgjan
gjørdist 10 ár við stagnatión.
Hann samanbar arbeiðið við
Hvítubók við eitt líknandi
arbeiði, hann var partur
av í Grønlandi um somu
tíð,
Principbetænkningen,
men har løgdu tey dent á
at skapa vøkstur sum for
treyt fyri at skerja blokk
stuðulin. Men støðan er
so øðrvísi nú, føroyingar
eru ríkari enn danir. Flestu
sambandsfólk
hava
sín
stoltleika, so tey eru fleiri
bæði í Sambandsflokkinum
og millum veljararnar, ið
eru ósamd við leiðsluni, at
blokkurin skal vaksa aftur.
Magni Laksáfoss sær einki
skeivt í eini varligari niður
laging í verandi støðu. Tvørt
urímóti, so vil ein øking av
blokkstuðlinum
gera
bú
skapinum skaða. Eins og
fullveldissamgongan skaddi
búskapin, tá ið hon skar ov
ógvusliga.
Tá helt hann Sambands
flokkin vera hin rætta flokk
in; tað heldur hann ikki
longur. Og Magni Laksáfoss
sær ongar trupulleikar við
at leita sær til dømis upp í
Framsókn í dag.
Støðan hjá Laksafoss
til samgonguna
Tá ið Magni verður Sam
bandsflokkurin átti grund
arsteinin undir. Men okkurt
kundi verið øðrvísi. M. a.
er hann ikki fegin um upp
boðssøluna, sum hon bleiv,
og so slettis ikki økismenn
ingarkvoturnar
–
”Hatta
hevur einki við menning
at gera”, sigur spurdur um,
hvørja samgongu hann helst
sær til at fremja tey mál, ið
liggja hansara hjarta nær,
m.a. ein grønan orkupolitikk,
so ivast hann ikki: ”Tað er
sitandi samgonga”. Og her
greiðir hann frá, at hann
legði doyin á, meðan hann
var næstformaður í Sam
bandsflokkinum, at flokk
urin
átti
at
vera
nógv
meira
proaktivur
saman
við samgonguni at fáa ein
skilagóðan
fiskivinnupoli
tikk eins og spæla við, tá ið
pensjónsnýskipanin
varð
gjørd. Hann heldur errin
fyri, at tað sum kom ígjøgn
um var 90-95 % eitt úrslit,
ið ein arbeiðsbólkur í hann
avgjørdur.
Hann
hevur
líknandi fyri pensjónsskip
anina, har hann hevði ynskt,
at
uppsparingarparturin
hevði verið størri, og um
fordeilingin umvegis sam
haldsføstu skipanini minni.
Spurdur, um hann ætlar,
at broytingar í hesum báðum
skipanunum
skulu
vera
høvuðstema
til
komandi
løgtingsval. Sigur hann av
gjørdur nei. Her er talan um
justeringar, ið tað ber til at
gera seinni. Hann heldur
heldur at temaini eiga at
vera grøna orkuskipanin, at
fáa tamarhald á ógvusliga
útreiðsluvøkstrinum
hjá
tí almenna, serliga innan
heilsu- og almannamál og so
at styrkja Fróðskaparsetrið.
Men eisini her metir
hann, at sitandi samgonga
er hin frægasta.
–
Og so viðgongur
hann, at tað er ein keðilig
støða, at avtalan ikki helt, og
at hon skal noyðast frá or
sakað av tí.
–
Men tað fær ikki
verið øðrvísi. ”Avtalur mugu
haldast”.
Magni Laksafoss trein brádliga upp á politiska pallin, tá hann
15. mai í 2007 gjørdist landsstýrismaður í fíggjarmálum, efitr at
Bárður Nielsen legði frá sær fyri at gerast stjóri í Stórutjørn