Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen – Vit hava varhugan av, at tað vindur upp á seg, at rús­evni verður smuglað til Føroya. Tað sigur Jan Johanne­ sen, leiðari hjá narko­løg­ regluni í Føroyum. Sum vit vísa á aðra­ staðni her á síðunum, hava løgregla og tollarar hjá Taks, tilsamans lagt hald á sløk níggju kilo av hassji í fjør, umframt á nógv onnur rúsevni. Jan Johannesen sigur, at Føroyar eru lítlar, so tøl­ini sveiggja nógv frá ári til ár, men sum heild hava tey ein illgruna um, at tað vindur upp á seg, at rús­evni verða smuglað til Før­oya. Tey hava eisini var­ hugan av, at smuglingin er meiri skipað nú, enn hon hevur verið, og at tað eru -um ikki ein, men so kanska nakrir heilt fáir persónar, vit ofta nevna bakmenn, sum standa aftan fyri einum stór­um parti av teinum rús­evnum, sum verða smuglað til Føroya. Samstundis hava tey varhugan av, at nú á hesum døgum eru nøgd­ir­ nar, sum verða smuglaðar til landið, størri hvørja ferð, enn tær vóru fyrr. Einaferð ljóðaði, at tað í stóran mun var brots­ manna­bólkurin, Hells Angels, sum stóð fyri ein­um stórum parti av smug­l­ingini til Føroyar. Tað dugir Jan Johanne­ sen ikki at siga. Men hann sigur, at talan kann vera um føroyingar, sum hava samband við rús­evna­ smugl­ar­ar uttan­lands, sum teir fáa rús­evni frá at smugla til Før­oya, og tað er væl trúligt, at tey hoyra til ymisk brots­ man­na­lið. Hann sigur, at somu­ leiðis hava tey illgruna um, at tey, sum misnýta rús­evni, eisini verða al­ samt yngri og so seint, sum í farnu viku varð ein 15 ára gamal unglingi tikin fyri at hava útgerð at roykja hassj uppi á sær. Norrøna er ein høvuðsvegur Jan Johannesen vil ikki siga so nógv um, hví tey hava hendan illgrunan, men hann sigur, at tey byggja hetta á tað, tey fáa at vita, tá ið tey hava sam­ band fólk í rús­evna­um­ hvørvinum í Føroyum. Og somuleiðis byggja tey hetta á tey brot á rús­ evna­lógina, tey hava at arbeiða við. Vegirnir at smugla rús­evni til Føroya, eru av­mark­aðir og løgreglan hevur varhugan av, at ein stórur partur av rús­evn­ unum verður smuglaður við Norrønu. Hinvegin verður minni tikið í postinum nú, enn fyrr, og tað styðjar eisini upp undir illgrunan um, at smuglingin er meiri skip­að nú, og at rúsevni verða smuglað í størri nøgd­um ísenn, tí so sleppa misnýtarar undan at bíleggja rúsevni sjálvir við posti. Hann heldur annars ikki, at løgreglan er nóg væl fyri í arbeiðnum at basa smuglingini. Hann held­ur, at fyrst og fremst kundu tey hugsað sær at verið betri mannað til endamálið, men hann sigur eisini, at tað er ymisk útgerð, tey kundu hugs­að sær at fingið til taks – men hann vil kort­ ini ikki siga, hvørja út­ gerð, hann hugsar um. Men hann sigur kort­ ini, at løgreglan kundi eisini hugsað sær, at lógin verður dagførd, og eitt, hann hugsar um, er, at sum støðan er nú, hevur løg­reglan ikki møguleika at avgreiða tey tey smærru brotini á lógina um rús­evni, við bót, tí øll mál­ini skulu fyri rættin. Tað er arbeiðskrevjandi og tí kundi hann hugsa sær at eitt mark var ásett, so­leiðis at tey smærru brot­ini kundu verðið av­ greidd við bót, uttan at noyðast at fara í rættin við teimum. Men sum hann hevur skilst, er ein slík broyting á veg, umframt aðrar broyt­ingar, sum fara at gera tað smidligari hjá løg­regluni at arbeiða við rús­evna­málum. Nokk so fast Tað hevur onkuntíð verið sagt, at prísurin á rús­evn­ um er eitt gott baro­met­ur fyri, hvussu nógv av rús­ evnum, er til. Men Jan Johannesen sigur, at prísurin hevur ligið nokk so fast á 250 krón­ur fyri eitt gramm av hassji, men onkuntíð er hann fallin eitt sindur, tá ið talan hevur verið um vána­ligt hassj. Men tey hava eisini lagt merki til, at tey, sum selja rúsevni, kunnu finna upp á at skerja út­ boðið fyri at halda prísi­ num uppi, og tað er ein ábending afturar um, at tað er ikki heilt til­vild­ ar­ligt, hvussu rús­evna­ mark­naðurin í Før­oyum er skipaður. Og talan er um eina góða forrætning, tí í Keyp­mannahavn kann eitt kilo av hassji keypast fyri 25.000 krónur, men tað kann seljast aftur í Før­oyum fyri 250.000 krón­ur. HAVA ILLGRUNA UM AT SMUGLING VINDUR UPP Á SEG SMUGLING Løgreglan hevur illgruna um, at trupulleikin við rúsevnum í Føroyum, versnar Tey hava eisini var­hugan av, at smugl­ingin er meiri skipað nú VINDUR UPP Á SEG Tølini sveiggja nógv, men sum heild hevur løgreglan illgruna um, at tað vindur upp á seg at smugla rúsevni til Føroya