Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48 TÍÐINDI Tað hendir seg javnan, at tollararnir hjá Taks taka fólk sum royna at smugla rús­evni til Føroya. Og samstundis tekur løg­reglan eisini, við jøvn­ um millumbilum, hald á rúsevni av ymsum slagi. Men viðurskiftini í Før­oy­um eru smá, so av tí sama er tað ógvuliga ymiskt, hvussu stórar nøgd­ir, hald verður lagt á frá ári til ár. Niðanfyri sæst, hvussu stórar nøgdir av ymsum rús­evnum, tollarar og løg­regla tilsamans, hava lagt halda á hesi seinastu trý árini. 2017 var eitt serligt ár, tí tá varð lagt hald á yvir 22 kilo av hassji. Hassj er eisini tað rúsevni, sum nógv mest verður smugl­ að av, men annars verður eisini nakað tikið av al­ skyns sterkari rúsevni. Tað, sum verður kallað frí­merki, eru smá ørk, kanska minni enn eitt van­ligt frímerki, við LSD á, sum verða løgd á tungu­na. Hetta eru tær nøgdir, toll­ar­ar og løgregla løgdu hald á av rúsevnum í fjør: Hash: 8.885,37 gramm Marihuana: 27,00 gramm MDMA: 99,68 gramm Amfetamin: 218,20 gram Heroin: 1,30 gramm Kokain: 1,13 gramm Hampplantir: 92 plantur LSD: 181 frímerki Ritalin: 12 tabletir Ecstasy: 1 tablett Leggjast kann afturat, at higartil í ár hava tollarar hjá Taks longu lagt hald á 8,3 kilo av hassji, ella næstan líka nógv sum í alt fjør. Tað, sum hald er lagt á í ár, er ikki í einari sending, men í fleiri umførum. Hesi seinastu árini hev­ur løgreglan, sum heild, havt alsamt fleiri mál um brot á lógina um rús­evni. Í roynd og veru eru tølini nóg hækkað hesi seinastu árini, og sum tað sæst eru tey -sum heild- meiri enn tví­faldað hesi seinastu tíggju árini, ella so. Í fjør lækkaði talið ann­ars eitt sindur, men hesi seinastu árini hevur talið rúsevnamálum, sum løgreglan hevur reist, verið hetta: 2008: 55 2009: 52 2010: 57 2011: 47 2012: 77 2013: 96 2014: 67 2015: 107 2016: 100 2017: 116 2018: 86 Talið veksur ár um ár So nógv rúsevni verður hald lagt á Verður hugt eftir hag­ tøl­unum fyri ólóglig­an innflutning av ólóg­ ligum evnum, loypir tað í eyguni, at talið á brotum á apotekaralógina, er eksploderað hetta sein­ asta árið. Brotini á apotekara­ lóg­ina plaga at kunna teljast á aðrari hondini, men brádliga í fjør hava tað verið heili 128 brot á apotekaralógina. Jens Christian Olsen, leiðari fyri tollararnar hjá Taks, sigur, at at talan er at kalla hvørja ferð um pakkar við yms­ um heilivági, sum fólk bí­leggja á internetinum. Tað er ólógligt hjá fólki at innflyta heilivág, tí tað hevur Apotekið einkar­rætt til, eisini elektroniskar sigarettir og annað slíkt. – Tá ið vit finna pakk­ ar, har vit hava illgruna um, at talan kann vera um heilivág, verða teir lagdir til viks, og so kem­ ur apotekari við jøvnum millumbili at kanna inni­haldið, og er talan um heilivág av onkrum slagi, verður hald lagt á tað, og løgreglan fær boð­ini. Tollleiðarin sigur, at talan er um alt handað slag av heilivági, sum verða innflutt, men tað allarmesta er kort­ ini slíkt, sum fæst í hond­keypi. Uttanlands fáast fleiri sløg av heili­vági í hondkeypi, sum tað krevst resept til í Føroyum, eitt nú pensill­in. Talan er eisini um heili­vág, sum fæst í hond­keypi í Føroyum, men tað er altso Apo­ tek­ið, sum hevur einkar­ rætt at innflyta heili­vág, sama hvat slag av heili­ vági, talan er um. Hinvegin hendur tað ikki ofta, at tollar­ar­nir koma fram á dop­ingar­ evni. Fyrr vórðu hesi mál­ini ikki meldað til løg­regluna, tí Taks av­ greiddi tey beinleiðis við innflytaran, har hann fekk boð um, at inni­ hald­ið í pakkanum var ólóg­ligt, og so varð tað burt­urbeint. Men fyri einum góð­ um ári síðani broytti Taks støðu og gjørdi av at melda øll hesi málini til løgregluna, og tað er orsøk­in til, at løgreglan hevði heili 128 mál av hes­um slagi í fjør. Jens Christian Olsen vísir samstundis á, at tað er heldur ikki loyvt hjá vanligum fólki at inn­flyta sigarettir, so fáa fólk ein post uttan­ lands, har ein pakki av sigarett­um er í, verður hald lagt á hann. Nú verður alt meldað Áki Bertholdsen Tað hevði verið eitt rætti­ ligt frambrot at fingið eina hægri játtan – men vit vilja helst sjálvi sleppa at gera av, hvat pen­ing­ urin skal brúkast til. Tað sigur Jens Christ­ ian Olsen, leiðari á toll­ deild­ini hjá Taks. Og tað sigur hann, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Mið­flokki­ num um at játta toll­valdi­ num 4,4 milliónir krónur afturat. Miðflokkurin ætlar, at pen­ingurin skal markast til at útvega tollarunum fýra hassjhundar afturat, tí teir halda, at tað kann byrgja fyri tí mesta av smuglingini. – Tað besta er, at einki skip sleppur at før­oy­ skum bryggjukanti, uttan at ein hassjhundur fyrst hevur verið um­borð og kannað, siga ting­menn­ inir fyri Miðflokkin. Eitt stórt frambrot - men Tá ið Miðflokkurin legði uppskotið fyri Løg­tingi, vístu teir báðir ting­ menninir fyri flokkin til eina samrøðu, Sosialurin hevði við Jens Christian Olsen fyrr í ár. Í teirri sam­røðuni ásannaði hann, at eftirlitið við rús­ evna­smugl­ingini er vers­ nað munandi sein­astu árini, tí talið á tollar­um stendur í stað, sam­stund­ is sum at talið á ferðafólki og posti, er munandi økt. Og vøksturin sær bara út til at standa við. Jens Christian Olsan ásann­ar eisini, at tað hevði verið eitt stórt fram­brot fyri tollvaldið at fingið 4,4 milliónir aftur­at. –  Tað er avgjørt kær­ komið, at politikarar við­ gera spurningin um at hækka játtanina til toll­ eftir­litið, sigur hann. Men hann tekur ikki undir við, at peningurin verður markaður til at út­vega fýra hassjhundar fyri. Tað er kanska at mið­ savna arbeiðið um eitt slag av eftirlitið, men vit hava eftirlit á nógvum økjum, bæði við posti, á skip­um, og annað. Tvørtur ímóti heldur hann, at tollvaldið skal fáa heimild til at brúka pen­ingin, har tey halda, at hann ger best nyttu. Hann sigur, at so kann talan kanska verða um at útvega ein hassjhund aftur­at, og annars at út­ vega fleiri tollarar. Hann segði nevniliga í sam­røðuni við Sosialin fyrr í ár, at tað, tey mest av øllum hava brúk fyri, eru fleiri eygu og fleiri hend­ur, til at hava eftirlit við smugling. Hann sigur, at eitt er, at hassjhundarnir vísa áhuga fyri ávísum ferða­ fólk­um, men tað er eisini neyðugt at hava manning til at gjøgnumføra eftir­ lit­ið av teimum og tí er tað ikki bara at útvega fleiri hundar, uttan eisi­ni at hava neyðugu mann­ ingina til at fylgja tí upp, hund­arnir finna. Tí heldur hann, at rætta loysnin er fyrst og fremst at fáa fleiri toll­ar­ ar til at røkja eftirlitið. TAÐ HEVÐI VERIÐ EITT STÓRT FRAMBROT MEIRI PENING Men vit vilja helst sleppa at avgera sjálvi, hvat peningurin skal brúkast til GER MEST NYTTU Fáa vit eina hægri játtan, vildu vit ynskt, at vit eisini sjálvi fáa heimild til at gera av, hvussu hon skal brúkast í royndunum at bara smuglingini, sigur Jens Christian Olsen, leiðari á tolldeildini hjá Taks