mánadagur 29. apríl 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SUPER DEKK 45 ÁR
Í sambandi við at 45 ár eru liðin síðan dekkfyritøkan Super Dekk Service varð stovnað, var skipað
fyri eini hugnaløtu týskvøldið 16. apríl, har nøkur av teimum fyrstu starvsfólkunum vóru komin
saman at hyggja eftir gomlum myndum og at minnast gamlar dagar. Super Dekk Service varð
stovnað 1974 í Vestmanna og flutti sama ár til Havnar. Byrjað varð við Velbastaðvegin, og eftir
nøkur ár í Jekaragøtu varð í 1979 flutt niðan í bygningin við Hoyvíksvegin 66, har fyritøkan enn er.
Fríðrikur Bláhamar yvirtók seinni fyritøkuna eftir pápa sín og stovnaði nýtt felag, sum í dag er best
kent undir navninum First Stop.
Eyðun er borin í heim í Fuglafirði
8. mai 1959. Foreldur hansara vóru
Maria og Jákup Oluf á Lakjuni. Teir
eru 6 brøður: Victor, Páll, Harry,
Jógvan,Terji og Eyðun. Allir búgva
í Fuglafirði uttan Victor, sum býr
í Klaksvík. Musikalskir eru hesir
brøður, hava góða rødd og duga
væl at syngja, sum teir hava heim
anífrá. Somuleiðs eru fleiri av teim
um knávir, tá ið tað snýr seg um t.
d. at spæla klaver og orgul. Eyð
un er úr hesum bergi brotin, har
tangentarnir hava dansað undir
hansara hond.
Eyðun í barnaskúlanum
Tá ið eg sum ungur kom til Fugla
fjarðar skúla 23 ára gamal 1967, gekk
Eyðun í øðrum flokki. Hevði henda
flokk í fimleiki og tilevning. Hetta
vóru ljósar løtur, har kroppurin
dartaði aftur og fram í einum vøkr
um kropsmáli í lopum, renning og
snúiligum ráki á ymsan hátt. Til
evningin, myndlistin hevði eisini
eina vakra tilgongd. Hugsað varð
altíð tað, at í hvørjum flokki øll tíni
undirvísingarár, so høvdu 50% av
næmingunum rík skapandi evni.
Nortið varð við tað rák, at leggja
litir og skap inn undir heilafláirnar
á hesum sælu børnum. Hini 50%
vóru munnstill, friðarlig og komu
sum frá leið eisini við og nørdu
um síni skapandi evni. Hetta var
vakurt, og var hetta øll tey 40 árini,
ið undirvíst varð. Hvørt við sínar
náðir. Ein skúli, ið ikki hevur sang,
tónleik og myndlist sum eina góða
tilgongd í undirvís-ingini kemur at
liva øðrvísi og kanska ikki nóg væl.
Henda tilgongd var at undrast
yvir, hvussu rík tey skapandi evn
ini, ið børnini høvdu og hugsað varð
tað, at í tilverunar gongd fór hetta
at koma til sjóndar í teirra snøgga
kropsskinni. Eyðun plagdi sum
heilt ungur at koma inn flokkin,
har t. d. tað gamla klaverið hjá Her
lufi stóð og vísa sítt kynstur. Tað
var hugvekjandi at síggja hansara
smáu fingrar dansa eftir klaver
tangentunum sum 8 - 9 ára gamal.
Hann plagdi t. d. at spæla: Syng,
syng, syng músabróðir mín, meðan
hini børnini sungu við. Jú hesin inn
– og útsúður kom at halda á fram.
Owen Stansby
Vit vóru so heppin í bygdini, at
her kom ein klaverleikari 1976 úr
Englandi til landið, Owin Stansby.
Hann búði eina tíð á Skála, men
kom so til Fuglafjarðar og fór at
undirvísa her. Henda undirvísing
nørdi um klaverspælið hjá fleiri
í bygdini. Hann birti uppundir
rokni eg við, at Eyðun eftir lokið
miðnámsprógv søkti inn á konser
vatoriið í Odense 1981 og slapp inn
og var her til 1987. Var á háksúla i
Holstebro veturin 1980./81, har tú
kundi fáa undirvísing í tónleiki á
breytum, ið leiddu til konservatori
ið í klassiskum, rútmiskum og fólk
atónleiki. Eyðun gekk á klassisku
breytini.
Fuglafjarðar gentukór
– Bergen 1985
Nú kundi verið mangt og mikið at
nomið við. Men fari eg at nema við
eina uttanlandsferð vit høvdu við
Fuglafjarðar gentukóri. Vit vóru
annars 12 uttanlandsferðir við hes
um kóri. Tá ið hann hevði lokið
sín lestur á konservatoriinum í
klaverspæli í Odense, kom hann
aftur til Fuglafjarðar og fór at und
irvísa í Musikskúlanum. Heðin
kambsdal, sum eisini kom aftur
til Fuglafjarðar, hevði útbúgving í
orgulspæli frá konservatoriinum í
Esbjerg. Hetta nørdi um støðuna í
hesum kóri, at vit høvdu ein góðan
klaverspælara og ein góðan orgul
spælara. Jógvan á Lakjuni nørdi
eisini um hesa støðu við sínum
undirspæli og songløgum.
Kórið sang nógv í Fuglafirði og
øðrum bygdum við. Fyrstu ferð
kórið var uttanlands var í 1983
vitjaði Danmarks Radios Pigekor
í Keypmannahavn og í Bergen og
vitjaði í juli 1985 . Tað var Per Eirik
Hals, lærari á Skeie skole í Bergen
t. d. í sangi og myndlist, sum legði
ferðina til rættis. Hann hevði eisini
eitt barnakór á skúlanum. Hann
var giftur við Elsebeth Reines,
systkinabarninum úr Fuglafirði.
Hetta var ein sera sjáldsom ferð.
Vóru annars og sungu í Bergen við
gentukórinum 3 ferðir.
Kórið búði á Skeie skúla og Od
vør, kona Jógvan og Carolina, kona
Alexandur Kristiansen, sum eis
ini vóru við á ferðini, tóku sær av
skaffingini. Konsertir vóru hild
nar í Mariu kirkjuni, Skeie skúla
og Fana kirkju. Tað gekst væl at
syngja. Vóru uppi á Troldhaugen
, Lysøya og vitjaðu mæta tóna
smiðin, Harald Sæverud á Siljustøl
í Rådal í Bergen.
Løtan inni hjá Harald Sæverud
var ein minnilig løta. Hann var
føddur 1897, so hann var 88 ára
gamal. Hann tosaði um sín tóna
skaldskap. Hann setti seg niður og
spældi ein part av Rondo Amorosu
og greiddi frá, tá ið hetta verk sá
dagsins ljós 1939. Ein sonur hansara,
Sveining sat á gólvinum og spældi,
meðan Sæverud improvoseraði á
klaverinum og spældi eina lítlan
syrgiligan ljóm. Sonurin spyr páp
an, um hann var keddur? “ Ja, eg eri
keddur!” Hetta var so endurtikið,
og kom so hetta tónleikastykki,
Rondo amorosu at verða eins og
ein samrøða millum faðir og son
við klaverinum sum triðja persóni..
“ Einsamallur, hevði eg ikki kunnað
skrivað hetta!” Segði Sæverud.
Hetta var ein skaldakend løta, og
vit øll vóru ávirkað av hesi vøkru
tilgongd og hugsi eg, at Eyðun nørdi
um sítt vit og skil og fekk íblástur
til sína gongd á konservatoriinum.
Heilsan og konsert
Harald Sæverud fekk eina gávu frá
okkum, og var tað bókin, Fylgsni og
hampafólk av W. Heinesen. Var í
Havnini, áðrenn farið var avstað, og
fekk William at sklriva eina heilsan
í bókina til Sæverud. Tá ið Sæverud
sá hetta, segði hann, at hann hevði
havt
brævasamskiftið
við
W.
Heinesen og okkurt úr bókini: Teir
glataðu spælimenninir, hevði giv
ið honum íblástur til okkurt tóna
verk, sum hann hevði gjørt, tí verri
er hetta farið í óminnið. Eyðun
ognaði sær nótarnar til nevndu
tónleikastykkini av Sæverud, har
hann skrivaði eina heilsu til Eyðun:
I håp om å træffes, Eyðun á Lakj
uni, en gang på Færøyane. Hilsen
Harald Sæverud, Siljustøl 8. Juli
1985.
Sæverud hevði ein lítlan kon
sertsal í kjallaranum. Vit vórðu
boðin niður í hetta vakra rúmið har
Jan Henrik Kayser, pianistur( 1933
– 2016) spældi fyri okkum Rondo
amoroso og Kjempeviseslåtten,
sum bleiv tónsettur 1943, sum ein
mótstøðuljómur ímóti týskaranum.
Alla somlu tíðina vóru hesir snøggu
og fittu tannáringa gentur stillar,
friðarligar og lurtaðu. Jan Hen
rik Kayser og Sæverud vóru væl,
og hevði Sæverud havt hann sum
næming, og høvdu teir eitt sam
starv í eini 40 ár.
Tá ið Eyðun fór aftur á kon
servatoriið, hevði hann nótarnar
til Rondo amorosu og Kjempevise-
slåtten, sum hann vandi og spældi,
meðan hann las. Ja, ein slík løta
sum á Siljestøl nørir um hugans
flog við íblástri í einum tónleika
spuna, sum seint verður gloymdur,
men goymdur. Vit minnast afturá
okkara góða vin, Per Eirik, sum
doyði í august 2013 sjeyti tvey ára
gamal. Hann var okkum trúgvur.
Heima
Ein dagin á hesi ferð í Bergen gingu
vit menn ein túr. Tá tekur Eyðun
til orðanna og sigur uttanat fyrsta
ørindi í yrkingini, Barnið bergi og
blómurnar av Karsten Hoydal: Vilt
tú finna blómurnar, eingin annar
eigur, gakk so djarvur huga tíns
brøttu bjargaleiðir.. Ja hetta setti
seg í hugan. . Eftir hesa føgru ferð
í Bergen logaði mangt vakurt upp
við, sum enn tann dag í dag livir í
sinninum.
Eyðun hevur verið leiðari á Mu
sikkskúlanum í Fuglafirði síðani
1989, leitt Siloakórið síðani 1988 og
tónleikalærari á Miðnámi á Kambs
dali síðani 1996. Her hevur hann
sett sínar føtur í hetta sjáldsama
tónleikalívið. Tað er at undrast yvir,
at ein samkoman í Siloa á hesi stødd
kann hava eitt kór, sum syngur so
væl. Føroyingar eru sjáldsamir. Tað
kemur javnan mangt og mikið und
an okkara medviti, sum nørir um
okkara skapandi evni á ein natúr
ligan vitbornan hátt. Ùr hesum
jørðildi hevur dóttir hansara Maria
á Lakjuni sett síni spor við tveim
um fløgum. Tann fyrra kom út í
2013 – Vøkur er verðin og 2016 kom
fløgan- Tá eg hugsi um teg. Her er
tað Eyðun, sum hevur verið undan
gongumaður í hesi søk.
Eyðun var við í ritstjórnini, ið
gav songbókina SY/NG út í 2012.
Hetta er ein stak góður stuðul til
sangundirvísingina, ið nørir um
sangin, skaldskapin og tað føroyska
málið. Sanniliga eitt dygdarverk.
Endi
Nú hava vit arbeitt saman við
Fuglafjarðar gentukóri og eisini í
Fuglafjarðar sangkóri, har Eyðun
hevur spælt undir, tá ið vit hava
havt konsertir her á landi og uttan
lands. Vit hava eisini nørt um hetta
samarbeiði við sangleikinum Varm
akeldunátt, sum 6. a. og 6. b í Fugl
afjarðar skúla spældu í Mentanar
húsinum í 2009 frá 22. juni til 27.
juni, og sum Eyðun tónsetti. Løgini
vóru valaverk, sum dóttir hansara,
Gunnrið á Lakjuni sang inn á eina
fløgu, sum varð brúkt til leikarar
nar. Hon hevur sanniliga eisini eina
vakra rødd. Eyðun spældi undir.
Hann tónsetti eisini sangleikin: Ing
álvur av Reyni kemur í ovurmorgin
til 7. Flokk 2014/15. Sangirnir vórðu
eisini sungnir inn á fløgu, sum
Maria sang. Tey eru 3 systkin –
Gunnrið, Jákup Oluf og Maria.
Tað er mangt og mikið afturat,
sum vit kundu farið um: Eingin er
ov gamal gott at læra, hóast ein
sjálvur er komin til dustsins ár.
Laglynti skaldskapurin í tónleiki
og skrivaða orðinum eigur at nøra
um løturnar. Tað ger at sinnið livir
væl bæði í kyrru , og tá ið tað er
kyrruvánt.
Hjartaliga til lukku við teimum
seksti árunum.
Vinaliga
Frits
Eyðun á Lakjuni í Fuglafirði fyllir 60 ár 8. mai
Eyðun á Lakjuni 60 ár
Aftara rað: Regin Bláham
ar, Ólavur Poulsen, Jack
Poulsen, Fríðrikur Bláham
ar, Pauli Jacobsen, Harald
Haraldsen og Magnus
Gunnarsson. Fremst: Jógv
an Petersen, Sámal Blá
hamar og Magnus Olsen.