mánadagur 29. apríl 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Sjógæti,
sum
higartil
hevur havt sítt virksemi
við Norðskála, fekk í
fjør fýra ára menningar
kvotur, sum tó kunnu
broytast
–
alt
eftir,
hvussu
stór
føroyska
makrel-og
sildakvotan
verður tey næstu árini.
Men, fyri at hava um
støður at gera nakað
burtur úr menningar
kvotunum, keypti Sjó
gæti saman við Palla
hjá Marionnu og North
Pelagic
um
ársskiftið
virkið hjá Vaðhorn Sea
food á Eiði. Tað verður
her, at verkætlanin við
makrelinum og sildini hjá
Sjógæta verður førd út í
lívið, og tað verður her, at
Sjógæti kemur at veksa
um sítt virksemi, sum
virkið og veitari longu er
kent fyri.
Partarnir í samstarvi
num um keypið av virki
num eiga ein triðing
hvør, men tað verður
Sjógæti, sum kemur at
standa fyri rakstrinum
og virkseminum á Eiði,
og North Pelagic kemur
at marknaðarføra og selja
royktu
fiskavørurnar,
sum verða framleiddar á
Eiði.
Tey 1000 tonsini av
makreli og 500 tonsini
av sild, sum Sjógæti fekk
í menningarkvotu í fjør,
eru fiskað, og fiskurin
liggur á goymslu í Ánun
um.
Tað
eru
skip
hjá
Kristian Martini og syn
um, sum fiska menn
ingarkvotuna fyri Sjó
gæta.
Framleiðslan av roykt
um vørum á Eiði verður
soleiðis úr frystum upp
sjóvarfiski, sum verður
tiðnaður so hvørt og
síðan royktur á virkinum.
Tá alt er klárt og er
komið upp at koyra,
verður støðugt arbeiði til
eini 20-30 fólk á virkinum
á Eiði.
Menna framleiðslu
Tá Sjógæti ikki er eitt
av teimum stóru fiska
virkjunum, er tað ein stór
íløga, sum lunnar nú eru
lagdir undir á Eiði, og tí
vóna eigararnir sjálvsagt
eisini, at tingini kunnu
fáast at hanga saman
beinanvegin.
Men tey, sum standa
aftan fyri Sjógæta – í
fyrsta lagi Hans Marius
í Byrgi og Jóhannus M.
Olsen, hava góðar vónir
og eru ógvuliga spent
upp á hesa avbjóðing,
sum liggur fyri framman.
Jóhannus M. Olsen
sigur, at tað eru menn
ingarkvoturnar, ið Sjó
gæti fekk tillutaðar, sum
gera tað møguligt hjá
fyritøkuni at byggja virk
semið út.
- Vit hava nú í fleiri ár
arbeitt við meirvirking
við Norðskála, og her
hava vit eisini roykt
fiskavørur, men tað er
greitt, at umstøðurnar
á lítla virkinum eru av
markaðar.
Síðan
hetta
árið
byrjaði,
hevur
verið
arbeitt við at rigga virkið
á Eiði til nýggja virk
semið, og Jóhannus M.
Olsen dylur ikki fyri, at
tað, sum hevur skapt
grundarlagið undir, at
Sjógæti nú kann veksa
um sítt virksemi, er, at
felagið hevur fingið lut í
menningarkvotum.
- Í framhaldi av tí,
vit hava gjørt og fram
vegis gera, vilja menna
nakrar vørur úr uppsjóv
artilfeingi, sum soleiðis
kunnu lyfta føroyskar
fiskavørur á eitt hægri
støði – okkum øllum at
gagni, sigur Jóhannus M.
Olsen.
Teir, sum standa aftan
fyri Sjógæta, eru greiðir í
sínari talu um, at tá tíðin
fyri
menningarkvotur
hjá felagnum er runnin,
skal
virksemið
verða
ført fyri at keypa tað
tilfeingið, sum tá skal
verða grundarlagið undir
virkseminum við upp
sjóvarfiski.
- Eg haldi tað hava
stóran týdning, at vit
hugsa nýggjar tankar.
Við uppsjóvarkvotunum,
sum felagið hjá okkum
hevur fingið, fara vit at
leggja okkum eftir vør
um, sum marknaðurin vil
hava, og vit vilja helst, at
hetta eru vørur, sum aðrir
framleiðarar í Føroyum
ikki hava, sigur hann.
Nýggir møguleikar
Jóhannus M. Olsen, sum
hevur verið nógv á Eiði
í hesum árinum, sigur,
at enn er ikki alt klárt á
Eiði, men tað gongur tann
vegin, og longu nú eru
onkrar royndarkoyringar
gjørdar.
- Her er nógv, sum
skal gerast, og ting taka
ofta longri tíð enn vænt
að. Øll rørskipanin til
frystingina er skift, og
frystingin
er
dagførd.
Vit hava sett upp tvær
nýggjar flakalinjur, eina
Bader 184 og eina Bader
189, sum skulu brúkast
til hvítfisk – í fyrsta lagi
tosk og hýsu. Á gamla
virkinum hjá Sjógæta
við Norðskála hevur alt
verið hondskering, men
við
nýggju
linjunum
- Tað, sum ger, at vit nú fara at roykja makrel og sild,
og at vit nú kunnu veksa um okkara virksemi, er, at vit
fingu menningarkvotu. Vit vilja menna nýggjar vørur
og soleiðis lyfta føroyskar fiskavørur á eitt hægri støði.
Tá tíðarskeiðið, vit fáa menningarkvotu, er runnið,
skulu vit verða førir fyri at keypa tað tilfeingi, sum vit
skulu brúka í framleiðsluni, sigur Johannus M. Olsen
MENNINGARKVOTURNAR
SKULU MENNA OKKARA
FISKAVØRUR
Tað er stævið at hava eitt lítið virki og gera nógvar ymiskar vørur, og tí fer
Sjógæti, sum tíðin líður, at gera virksemi hjá felagnum meira einfalt. Her
stendur ein ung kvinna og sker lippur á virkinum við Norðskála