mánadagur 29. apríl 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48
TÍÐINDI
og maskinunum á Eiði
kunnu vit eisini økja
munandi um framleiðslu
na av teimum vørum, sum
virkið frammanundan er
kent fyri – og nýggjum
vørum eisini.
Sjógæti hevur seinnu
árini roykt bæði laks og
makrel og hevur eisini
gjørt royndir við øðrum
fiskasløgum.
- Ætlanin er, at royk
ingin
av
laksi
fram
haldandi verður við Norð
skála, meðan roykingin
av
menningarkvotuni
– makreli og sild – verður
í nýggja ovninum á Eiði.
Jóhannus M. Olsen
vísir á, at roykiovnurin
á Eiði er stórur, og í ovni
num eru fleiri stativ til
royking, soleiðis at her
kann nógv roykjast í
senn.
- Við tað, at vit hava
eitt rættiliga stórt og
dagført frystarí á Eiði og
hava fingið tvær nýggjar
flakalinjur, verða møgu
leikarnir hjá okkum so
nógv størri og betri enn
áður. Vit leggja stóran
dent á at gera tingini
rætt frá byrjan, tí tað
verður hetta, sum kem
ur at hava avgerandi
týdning fyri raksturin av
virkseminum. Vit hava
fyrireikað okkum væl,
og sum partur av nýggja
virkseminum
verður
eisini eitt upptiðningar
anlegg – í fyrsta lagi til
makrelin og sildina.
Jóhannus M. Olsen
vísir á, at tá ræður um
framleiðslu og marknað,
serliga av makreli og sild,
sum verður roykt, verður
ikki bara hugt kring um í
Evropa, men her verður
hugt víða um heimin.
-
Royktu
vørurnar
kunnu vera sum heilur
fiskur,
fløk
ella
sum
aðrar vørur, kendar sum
ókendar.
Hann sigur seg fegnast
um tað samstarv, sum
Sjógæti hevur fingið við
Palla hjá Marionnu og
North Pelagic.
- Eg ivist onga løtu í,
at vit saman við teimum
pørtum, vit samstarva
við, fara at megna at
lyfta hesa verkætlan og
samstarvið, vit higartil
hava havt, hevur verið
fyrimyndarligt,
sigur
Jóhannus M. Olsen.
Framvegis sjómatur
Sjógæti við Norðskála
hevur í fleiri ár selt
nógvar ymiskar fiskavør
ur til føroyingar, og virkið
hevur eisini selt royktar
fiskavørur av landinum.
Virkið verður eisini
í framtíðini veitari av
vælumtóktu fiskavørun
um á føroyska marknaði
num, tó at felagið nú fer
undir eina størri verk
ætlan á Eiði.
- Vit fara framvegis
at hava virksemi á virki
num við Norðskála, men
nøkur
av
tingunum
verða sjálvandi flutt til
Eiðis, nú vit fáa heilt
aðrar umstøður har. Tað
er stævið at hava eitt
lítið virki og gera nógvar
vørur, og tí fara vit, sum
tíðin líður, at gera virk
semi hjá felagnum meira
einfalt.
Hans Marius í Byrgi
sigur, at ætlanin er at
skilja virksemið sundur,
soleiðis at alt tað hvíta,
sum hann rópar tað,
verður á virkinum á Eiði,
og síðan verður laksurin
eftir á virkinum við
Norðskála.
- Vit eru sera fegin um
ta móttøku, sum okkara
fiskavørur øll árini hava
fingið á føroyska mark
naðinum,
og
vit
eru
eisini sera fegin um, at
fólk kring landið taka
væl ímóti, tá vit koma
um landið at selja, sigur
Hans Marius í Byrgi, sum
eins og Jóhannus M. Ol
sen er ógvuliga spentur
og bjartskygdur upp á
nýggju avbjóðingina á
Eiði.
- Ætlanin er at skilja virksemið sundur, soleiðis at alt tað hvíta, sum
hann rópar tað, verður á virkinum á Eiði, og síðan verður laksurin
eftir á virkinum við Norðskála, sigur Hans Marius í Byrgi, sum er
ógvuliga spentur upp á avbjóðingina við makreli og sild á Eiði
Hans Marius í Byrgi selur fisk og kips úr vogninum hjá Sjógæta