Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Higartil hevur tað verið roknað við, at fýra av teimum fimm lið­ unum hava møguleika at vinna FM. Í gjár tapti B36 2-0 í Klaksvík. Hetta var triðja tapið hjá B36 á rað, og tí er B36 ikki – fyribils í hvussu so er – millum tey, ið kapp­ast um toppin. Merkisvert var tað, at 29 ára gamla Olga Kristina Hansen fyri fyrstu ferð nakrantíð var á B36 liðnum, tá ið hon bein­ an­vegin eftir steðgin varð inn­ skift. Hon hevur síðstu árini verið undir útbúgving í Dan­ mark, men hevur varðveitt sam­bandið við føroyskan fót­ bólt og hevur spælt nógvar lands­dystir. Tá ið hon hevur verið í Før­ oyum, hevur hon fyri tað mesta umboðað KÍ, sum hon eitt nú hevur luttikið í Europa kapp­ ingum við. Men nú umboðar Olga Kristina Hansen B36. Bæði KÍ málini í gjár vórðu skorað fyrra partin av fyrra hálv­leiki. Sanna Svarvadal (fyrr Jacob­sen) og Eyðvør Klakstein skoraðu málini. 2. páskadag megnaði EBS/ Skála í steypakappingini 2-2 ímóti ÍF/Víkingi/B68. Tá ið lið­ ini hittust aftur í gjár í lands­ kapp­ingini var eingin ivi. ÍF/ Vík­ingur/B68 vann 4-0. Hanna Isak­sen Højgaard skoraði tvey mál. Eftir at hava verið undir út­búgving í Danmark var hon í fjør alt kappingarárið aftur í føroysku kappingini. Tá skoraði hon í átjan dystum sjey mál. Higartil í ár hevur hon í seks dystum skorað trý mál. U-19 landsliðið fer 9. og 11. mai at spæla tveir vinar­dystir í Lettlandi. Tí verður næsta umfar í heimligu lands­kapp­ ingini ikki fyrrenn 18. mai. Jóannes Hansen Tað letur til, at tey, sum hava verið roknað at vera favorittar at vinna uppflyting, ikki eru so ógvuliga væl fyri. 07 Vestur var leygarkvøldið í Gundadali og spældi ímóti teim­um næstbestu hjá B36. 07 Vestur var stórfavorittur, og tað eydnaðist at fara vestur aftur við øllum stigunum, men tað stóð nógv á. B36 stríðist í botninum, meðan 07 Vestur arbeiðir fyri at sleppa upp aftur í bestu deildina. Munurin á liðunum var ikki stórur, men tað eydn­ aðist 07 Vestur at skora einasta málið í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Miðverjin Martin Tau­sen var málskjútti. Hann hevur síðani 2016 spælt við 07 Vestur og tilsaman skorað átta mál. Hetta var fyrsta málið hjá honum síðani 21. oktober 2017. Skírisaftan tapti B68 2-0 í Runa­vík, og leygardagin tapti B68 4-1 á Sandi. B71 vann fýra stig í tveimum teim­um fyrstu umførunum. Síðani vunnu sandoyingar einki, men leygardagin bragd­ aði aftur. Sandoyingar vístu fínan hug­burð, og Maad Ali Aziz, sum er komin úr Danmark og til B71, skoraði undan steðginum tvey mál. Tað fyrra var eftir smáar tíggju minuttir og eitt sindur úr høgru, og tað seinna var av brotsteigarmarkinum, eftir at B68 málverjin misti bóltin. B71 hevði tak á tí alla tíð­ ina og økti til 3-0, áðrenn B68 minkaði um munin, og so stað­ festi B71 sigurin. Sand­oy­ingar droyma um aftur at spæla í bestu deildini, har teir fyri tredivu árum síðani gjørdu ein ordiligan vørr og vunnu FM, men í fyrstu atløgu snýr tað seg um at flyta seg burtur frá botninum og hóttanini av niður­flyting. Víkingur vann leygardagin 2-0 í Gundadali ímóti HB og er topp­lið, og KÍ vann seg aftur á sporið við 6-3 sigri á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum vísti gott spæl, hóast liðið er niðast á talvuni. 07 Vestur megnaði akkurát fulla úrtøku, meðan B68 einki fekk burturúr 1. deild menn: 1. deild menn støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 Víkingur II 7 6 1 0 20 5 +15 19 2 07 Vestur 6 5 1 0 13 4 +9 16 3 KÍ II 7 4 1 2 22 12 +10 13 4 NSÍ II 7 4 1 2 12 11 +1 13 5 Skála II 7 1 5 1 10 8 +2 8 6 B68 7 2 2 3 13 16 -3 8 7 B71 6 2 1 3 12 18 -6 7 8 HB II 7 1 1 5 8 13 -5 4 9 B36 II 7 1 1 5 3 16 -13 4 10 EB/Streymur II 7 0 2 5 14 24 -10 2 Betri deildin kvinnur støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 HB 4 2 1 1 9 4 +5 7 2 ÍF/Vík/B68 4 2 1 1 7 4 +3 7 3 B36 4 2 0 2 4 4 0 6 4 KÍ 3 2 0 1 3 3 0 6 5 EBS/Skála 3 0 0 3 1 9 -8 0 KÍ – EB/Streymur 6-3 (3-2) 1-0: Aksel B. Danielsen 1. 1-1: Gutti Dahl-Olsen 4. 1-2: Gutti Dahl-Olsen 13. 2-2: Steinbjørn Olsen 33. 3-2: Kristoffur Jakobsen 37. 4-2: Jóhan Waag Høgnesen 55. 5-2: Kristian Eliasen 73. 5-3: Herluf Ingasln 85. 6-3: Tórur Eyðbjørnsson Jacobsen 88. Skála – NSÍ 2-2 (1-1) 0-1: Óli H. Olsen 38. 1-1: Petur Pauli Mikkelsen 45. 1-2: Sjúrður Pauli Nielsen 49. 2-2: Djóni J. Petersen 84. HB – Víkingur 0-2 (0-1) 0-1: Ingi Jonhardsson 13. 0-2: Bergur Gregersen 86. B36 – 07 Vestur 0-1 (0-0) 0-1: Martin Tausen 93. B71 – B68 4-1 (2-0) 1-0: Maad Ali Aziz 9. 2-0: Maad Ali Aziz 36. 3-0: Markus Clementsen 79. 3-1: Otto Reinert Petersen 87. 4-1: Kristian Hentze 89. Máltindurin Bárður J. Heinesen KÍ 6 Gutti Dahl-Olsen EB/S 5 Aksel B. Danielsen KÍ 4 4. umfar Leygardagin 4. mai KÍ – 07 Vestur EB/Streymur – NSÍ B68 – Víkingur Skála – HB B71 – B36 B71 GJØRDI BART Kvinnur: NÚ KAPPAST TRÝ UM TOPPIN 7. umfar: KÍ og ÍF/Víkingur/B68 vunnu favorittsigrar EBS/Skála – ÍF/Víkingur/ B68 0-4 (0-3) 0-1: Hanna Højgaard 6. 0-2: Jensa Tórolvsdóttir 15. 0-3: Hanna Højgaard 37. 0-4: Rebekka Olsen 66. KÍ – B36 2-0 (2-0) 1-0: Sanna Svarvadal 13. 2-0: Eyðvør Klakstein 24. Máltindurin Heidi Sevdal HB 7 Eyðvør Klakstein KÍ 4 Julia Naomi Mortensen HB 4 Rebekka Benbakoura HB 4 Næsta umfar Leygardagin 18. mai HB – EBS/Skála ÍF/Víkingur/B68 – B36