mánadagur 29. apríl 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Sjúrður Hildarson Hoydal
Við sigri og – undantikið átta
minuttir í seinna hálvleiki
- framúr hondbólti í fyrstu
finaluni
mikukvøldið,
vóru
vestmannakvinnur
vónrík
ar um at tað skuldi eydnast
at endurvinna Føroyameist
araheitið um vikuskiftið. Men
eitt skert kyndilslið reisti seg
væl og virðiliga leygardagin í
Vestmanna, og syrgdi fyri at
ein seinasta finala skuldi spæl
ast dagin eftir.
Við bert 22 tímum av hvíld,
gjørdist dysturin óruddiligur,
og tað snúði seg um at stríð
ast sum mest og brenna allar
seinastu orkuna.
Hetta førdi eisini til eina sera
málfátæka byrjan, har Kyndil
var á odda 3-0 eftir fyrstu
tíggju minuttirnar. Bæði lið
ini byrjaðu við mansverjum. Í
VÍF-álopinum sluppu Durita C.
Jojic og Liljan Djurhuus ikki at
spæla við, meðan Súna Kross
teig Hansen mátti bíða afturi á
miðjuni, tá ið Kyndil átti bóltin.
Liðskiparin
hjá
Kyndli,
Bára Krossteig Hansen, hevði
so herviliga sjúku at hon ikki
kundi fara frá húsum sunnu
dagin, so Kyndil skuldi stríðast
eyka fyri at lyfta hendan miss
in.
Í seinastu sekundunum av triðju finaluni javnar VÍF til 23-23.
Tað stendur púrasta á jøvnum ímillum VÍF og Kyndil, og longd
leiktíð skal avgera seinastu finaluna, ið er eyðmerkt av stórum
stríðsvilja frá báðum liðum. Seinasta orkan skal brennast, og
at enda er tað Kyndil, ið hevur eitt vet meira eftir í tanganum,
og so er Kyndil Føroyameistari og greipuvinnari 2019
KYNDIL
STRÍDDI SEG
TIL GULLIÐ