Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VÍF fekk sítt fyrsta mál eftir góðar tíggju minuttir, og nakað seinni høvdu vest­ manna­kvinnur eisini lagt seg á odda. VÍF hevði leiðsluna við 9-8, men Kyndil fór til hálvleiks við úrslitinum 9-12, eftir fýra mál frá Beintu L. Hansen. Hesa løtuna og fyrstu longu løtuna av seinna hálvleiki steðg­aði VÍF-álopið upp, og alt bendi á ein sigur til Kyndil. Tá ið tíggju minuttir restaðu í, var Kyndil á odda við fimm málum, men eins og mikukvøldið í fyrstu finaluni, so gekk skjótt. Tá ið tveir minuttir restaðu í var støðan 22-22. Kyndil mundi halda at gullið var í hond­um, tá ið Marianna G. Eyst­berg legði Kyndil á odda við ein­um tíggju sekundum eftir, men Randi Virgarsdóttir end­aði við bóltinum so skjótt hann var komin í spæl, og so var javn­ leikur 23-23 og longd leiktíð skuldi avgera Føroya­meistara­ heitið. Og tað fór at vera Kyndil sum avgjørdi. Kyndil fekk tvey tey fyrstu málini, og tá ið Jovana Stranjanac so bjarg­ aði brotskasti sást hvønn veg tað bar. Munurin vaks upp í trý mál, og hóast VÍF-leikar­ar royndu hvat tær vóru ment­ ar, so eydnaðist tað ikki. Vivi­ ann Petersen í málinum gav tó møguleikar fyri at koma aftur í aftur, eins og fleiri kyndils­mis­ tøk gjørdu. Men drúgva finalu­ stríðið hevði eisini sett sítt merki á VÍF, ið var ov óneyvt at revsa Kyndil. Tað vóru tær í grønum, ið fegn­aðust tá ið seinasta bríksli ljóðaði, og frá grønu leguni hoyrdist bert fagnaðarróp fyri greipu­vinnarunum. Hetta eftir tríggjar finalur, har besta hondbóltsspælið var at síggja í tveimum teimum fyrstu finalunum. Seinasta finalan snúði seg um orku og stríðs­vilja, og hetta seinasta vístu bæði liðini seg eiga. Ítrottar­sosialurin tekur her nakr­ar av bestu støðunum fram. sjurdur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR Bestu átta minuttir Kyndil í fyrstu finaluni. Knappir 12 minuttir eru eftir av dystinum og støðan er 15-23 til VÍF. Sjey minuttir seinni er 23-23. Bestu átta minuttirnir hjá Kyndli, eru samstundis ringastu átta minuttirnir hjá VÍF, ið kortini vendir dystinum aftur. Men hetta bar boð um at Kyndil ætlaði at svara aftur. Næstbestu átta minuttir VÍF í triðju finaluni. Við tíggju minuttum eftir tóktist alt avgjørt við 15-20 til Kyndil, men tveir minuttir fyri leiklok var javnleikur 22-22. Men eins og tað miseydnaðist Kyndli í fyrstu finaluni, eydnaðist tað heldur ikki VÍF at koma á odda tá ið saman um kom. Bestu aftursvar Viviann Petersen og Liljan Djurhuus í avgerandi løtuni av fyrstu finaluni. VÍF-liðið tykist groggy, men tá ið fyrst Viviann Petersen bjargar og Liljan Djurhuus finnur undirhondsskotið fram, endar tað kortini við trýmálssigri til VÍF. Marianna Geirsdóttir Eystberg, Turið Arge Samuelsen og Jovana Stranjanac fyrstu løtuna ov longdu leiktíðini í seinastu finaluni. Tað er tær tríggjar stjørnurnar, ið komu inn og styrkti liðið so líðandi í kappingarárinum, ið svara aftur í longdu leiktíðini. Eftir lítlari løtu hevur Marianna G. Eystberg høgt eitt langskot upp í hornið, Turið Arge sleppur ígjøgnum og Jovana Stranjanac bjargar fleiri ferðir. Bestu bjargingar Langa røðin av brotskastsbjargingum frá VÍF-málverjunum, Vivionnu Petersen og Ragnhild á Heygum frá. Útileikararnir hjá VÍF kundu ikki biðið um betri sømdir her. Bestu innskiftarar Í aðru finaluni: Karin Midjord. Ungi strikuleikarin hjá Kyndli fær fulla ábyrgd tá ið Beinta Bárðardóttir fær skaða í fyrsta dystinum, og Karin Midjord fær nógv at arbeiða við. Okkurt brent skot, gaman í, men nógv vunnin brotskøst og fleiri góð mál. Í triðju finaluni: Daniella Joensen og Beinta Lindberg Hansen. Daniella Joensen, VÍF-leikarin, ið kann spæla á øllum plássum, kemur inn í seinna hálvleiki og málini floyma inn tá ið hon bjóðar av úti í høgru síðu, meðan bakkarnir hjá VÍF verða mansvardar. Avrikið hjá henni, loyvir VÍF inn aftur í dystin. Í sama dysti skal eisini nevnast Beinta Lindberg Hansen. Lámi leikarin verður skift inn á høgra vong seint í fyrra hálvleiki, og eftir lítlari løtu hevur hon skotið fimm ferðir, og fingið fýra mál. Hetta er beinleiðis orsøk til at Kyndil vendir 9-8 til 9-12. Brennir okkurt í seinna hálvleiki, men endar á fimm málum, ið er flest hjá Kyndli í vanligu leiktíðini. Óhepnastu, men kortini fegnu, leikararnir Beinta Bárðardóttir og Bára Krossteig Hansen. Beinta Bárðardóttir trakkar skeivt tíðliga í fyrstu finaluni og kemur ikki á vølli aftur. Bára Krossteig Hansen vísir sítt virði sum liðskipari, og heldur lív í kyndilsálopinum í fyrstu finaluni, men um vikuskiftið stríðist hon við sjúku. Er stutt á vøllinum í aðru finaluni, men versnar so illa at hon enn ikki fær komið í høllina til avgerandi dystin. Í staðin kann liðskiparin fegnast um at Kyndil klárar seg kortini. Besti heimkomni leikari Anna Brimnes hjá Kyndli. Bakkurin býr ikki í Føroyum longur, men kemur heim at spæla við tvær tær seinastu finalurnar. Vísir seg at verða sera týdningarmikil leikari, ið kann lyfta nakað av missinum hjá Báru Krossteig Hansen. Mest dystaravgerandi Jovana Stranjanac. Kyndilsmálverjin endar við at gerast púrasta dystaravgerandi í seinastu finaluni. Annars hevur Viviann Petersen helst verið besti málverji, og kanska besti leikari yvirhøvur, um hugt verður eftir heildarmyndini av teimum trimum finalunum. Mest ósiðbundna verja Kyndil í triðju finaluni. Kyndil velur frá fyrsta bríksli at mansverja bæði Liljuna Djurhuus og Duritu C. Jojic. Tí verður spælt fýra ímóti fýra framman fyri málið hjá Kyndli, men tað eydnast í roynd og veru Kyndli at verja tað ovurstóra plássið, ið kemst av hesum. Fríastu leikarar Brynja Rógvadóttir og Daniella Joensení triðju finaluni. Tað eydnast kortini ikki altíð Kyndli at verja fyri, og VÍF fer at hepnast við at flyta verjuna í vinstra borð, og so út í høgru har Brynja Rógvadóttir fær fleiri mál í fyrra hálvleiki. Hóast Kyndil ansar sær betri, so eydnast sama uppskrift til Daniellu Joensen fleiri ferðir í seinna hálvleiki. Besti skjótálopsleikari Turið Arge Samuelsen. Heimkomni Kyndilsvongurin fær eina ørgrynnu av skjótálopsmøguleikum, eins og hon er von við. Djarvasta útskifting Ragnhild á Heygum inn fyri Vivionnu Petersen. Seinastu løtuna av vanligu leiktíðini í triðju finaluni skiftir VÍF Ragnhild á Heygum inn í málið, hóast Viviann Petersen hevur staðið tríggjar framúr góðar finalur. Føroya besti eykamálverji tekur púrasta av møguleikanum og eigur sín lut í at dysturin endar í longdari leiktíð, har Viviann Petersen tekur yvir aftur. Besti Stríðsvilji Durita C. Jojic. Har resta ein minuttur og tjúgu sekund í av vanligu leiktíðini, tá ið tveir verjuleikarar fara um koll saman við Duritu C. Jojic. Tá ið hon hevur reist seg aftur varnast hon, at blóð rennir eftir andlitinum. Hon hevur fingið hol á høvdið. Tað skakar hana ikki í sær sjálvum, men hon veit at tað er ikki loyvt at spæla við bløðandi sári, so hon rennir út á bonkin meðan hon rópar um at gera plástur klárt. Stórskjúttin úr Vestmanna vónar at hon sleppir inn aftur, men tíðin er ov knøpp, og verður noydd at eygleiða seinasta minuttin av bonkinum. Hon byrjar inni í longdu leiktíðini.