Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Pætur Thomsen hevur skorað eitt mál, meðan Hilmar Leon Jakobsen hevur fingið tvey mál. Tveir leikarar, ið hava verið sera eyðsýndir í teimum fýra undanfarnu finalunum, har H71 og Neistin hava býtt stigini ímillum sín. Tað eru 27 dagar síðani at fyrsta finalan var leikt, og nú skal seinasta orkan brennast. Í einari stúvstappaðari Hoy­víks­høll fær Neistin sínar áskoðarar við, tá ið tað eydnast at minka um munin til 3-2, men nærri koma teir bláu ikki henda dagin. Ári Dam í H71- málinum bjargar fyri royndini hjá Rasmusi Søby at javna, og mál­verjin, ið eisini stóð eftir sum ímyndin av finalunum ímill­um somu lið fyri einum ári síðani, tykist stundum ómøgu­ ligur at fáa bóltin fram við. Hagtølini eftir dystin siga, at Ári Dam bjargar júst helvt­ina av øllum royndum hjá Neista­ num, og tískil gerst dyst­urin ongantíð veruliga spenn­andi. Í hinum endanum roynir Nicholas Satchwell at halda lív í Neistanum, men álops­leikar­ ar­nir eru ov óneyvir í dag. Í hondbólti verður ofta prát­ að um at leikarar skulu “raka dagin”, og hetta hevur verið nevnt sum lykilin til hvør fór at vinna hesa finalurøðina. Tað snýr seg um at finna neyv­ leikan fram í størri mun enn mótstøðuliðið, tá ið liðini eru so jøvn í metum sum hesi. Og tað er tað, ið ger, at H71 fær ein knúsandi sigur í seinastu finaluni. 30-20 til H71 sigur máltalvan og H71 er Før­ oyameistari fyri triðju ferð á rað. Men tá ið vit líta aftur á dyst­irnar, so ber eisini til at siga at H71 hevur nakrar styrkir mót­vegis Neistanum, ið eisini end­aðu við at gerast avgerandi. Fyrst og fremst er tað breiddin, og ongastaðni síggja vit hetta greiðari enn á høgra vongi. Pætur Thomsen er ímillum topp­skjúttarnar í øllum finalun­um, undantikið hini triðju, har hann var burtur­ stadd­ur. Neistin hevur ongan lám­an høgra vong á liðnum. Karl Martin Olsen hevur spælt eitt sera flott kappingarár á høgra bakki, men tað er trupult tá ið tú skýtur við høgru hond, og H71 duga at geva unga Fimm minuttir eru farnir av fimtu FM-finaluni av fimm møguligum. Støðan er 3-0 til H71, og hoyvíkingar tevja gull triðja árið á rað. Neistin rakar rætt og slætt ikki dagin, og seinasta dysturin í drúgvu finalurøðini er ein long gullveitsla fyri H71 í Hoyvíkshøllini GULLVEITSLA Í HOYVÍK