mánadagur 29. apríl 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
neistamanninum júst so nógv
pláss at skotini hjá honum
vera ov trupul. Neistin roynir
at skifta aðrar á høgra vongin,
men framvegis eru hoyvík
ingar nøgdir við at lata møgu
leikarnar koma í hesi síðuni, og
verjan fær vart eyka væl fyri í
vinstru síðu.
Bæði liðini eru eyðkeynd
við stórskjótandi bakkum. H71
við Peteri Krogh og Neistin við
Rasmusi Søby.
Og bæði liðini velja eftir
fyrstu finaluna, at mansverja
hesar leikarar, so at teir seta sín
dám á dystin eins,og teir gera í
fyrstu finaluni. Hetta gevur
møguleikar til aðrar leikarar,
har Tróndur Mikkelsen og
Dánjal Ragnarsson hjá Neista
num vísa, at teir eru á rættari
leið til at gerast stórskjúttar í
Føroyum. Hetta hevur Hilmar
Leon Jakobsen prógvað fyrr.
Seinasta árið hevur hoyvík
ingurin kortini stríðst við ein
ringan skaða, ið í roynd og
veru ikki er lektur, og kanska
ongantíð verður tað. Men
leikarin spælir ígjøgnum pín
una í finalunum, og hann
stendur eftir sum toppskjútti
og vandamiklasti áleypari í
finalurøðini, tá ið hann sveimar
høgt og langt og høggir bóltar
nar inn ferð eftir ferð. 31 ferðir
til samans í teimum fimm
finalunum.
Neistamenn
fara
kortini
at iðra seg um, at tað skuldi
ganga teimum so illa í sein
astu finaluni, men teir kun
nu ernast um at hava givið
hondbóltsføroyum
framúr
spenning og vakran hondbólt
seinastu 27 dagarnar. Ítrottar
sosialurin hevur savnað nakr
ar av bestu løtunum her í blað
num.
sjurdur@sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
Besta málverjuavrik
Ári Dam í fimtu finaluni. Hagtølini siga at hann bjargar júst
helvtina av skotunum í avgerandi dystinum. Annað árið á
rað, at hann stendur sum ímyndin av finalusigrinum hjá
H71.
Besta bjarging
Nicholas Satchwell ímóti Pæturi Thomsen tíðliga í aðru
finaluni. H71-vongurin er púra leysur í skjótálopi, men
málverjin tykist onkursvegna at venda sær í leysari luft og
bjargar.
Týdningarmesta stórbjarging
Mikkjal Hansen ímóti Niklasi Hanusarson, ið er fríur á
strikuni við støðuni 24-26 til Neistan og hálvum triðja
minutti eftir at leika í triðju finaluni. Málverjin ger seg
stóran og treffir bóltin væl, og so er ov lítil tið hjá H71 at
koma aftur í aftur.
Besti tvídystur:
Nicholas Satchwell ímóti Pæturi Thomsen. Ígjøgnum tær
fimm finalurnar síggja vit málverjan og veingin lumpa hvønn
annan ferð eftir ferð. Stundum fær vongurin lobbað bóltin
upp um, men aðrar ferðir lesur málverjin royndirnar.
Besti skótálopsspælari
Pætur Thomsen er serstakliga avgerandi í skjótálopinum.
Skýtur millum annað 12 mál í fyrstu finaluni. Fær 25 mál
til samans, og er sera saknaður hjá H71, tá ið hann er
burturstaddur í triðju finaluni.
Besta plásskifti
Neistin hevur trupulleikar á høgra vongi, og vinstri bakkurin,
Dánjal Ragnarsson verður settur at avloysa, og hann
eydnast við fleiri skotum úr trongum støðum.
Besta langskot.
Peter Krogh langar bóltin í netið við beinleiðis fríkasti
áðrenn steðgin í fyrstu finaluni
Besta taktiska broyting
H71 setur mansverju á Rasmus Søby, eftir at sterki bakkurin
hevur verið ómøguligur hjá H71-verjuni at hava við at gera í
fyrsta hálvleikinum av øllum. Restina av finalurøðini verður
hann mansvardur. Neistin roynir tað sama við Peter Krogh,
men hevur einki mótsvar ímóti Hilmar Leoni Jakobsen.
Besti ungi leikari
Har eru nógvir um boðið, serliga tá ið flestu leikararnir
á báðum liðum eru heilt ungir. Vit hugsa tí einamest um
leikarar, ið spæla sítt fyrsta kappingarár. Millum boðini eru
Dánjal Ragnarsson , ið er sera avgerandi í fyrstu finaluni,
og Tróndur Mikkelsen, ið skýtur nógv mál seinastu tríggjar
dystirnar Hjá H71 er Brandur Halgirsson týdningarmikil
leikari - bæði í verju og álopi.
Besta innskifting
Mikkjal Hansen kemur inn fyri Nicholas Satcwell eftir 14
minuttir av triðju finaluni. Støðan er tá 4-9 til H71, men
Neistin endar við at vinna dystin.
Besta time-out
Neistin í triðju finaluni. Støðan er 12-6 til H71, men við
hálvleik er munurin minkaður niður í 9-12 og í seinna
hálvleiki koppar Neistin dystin til sín.
Besta finta
Rullufinturnar hjá Tróndi Mikkelsen, ið bæði geva mál,
brotskøst og útvísingar til mótstøðuna. Tær koma ofta, men
tykjast altíð at koma óvart á verjuleikararnar
Best fyri føroyskan hondbólt:
Mongu ungu leikararnir. Dánjal Ragnarsson, Tróndur
Mikkelsen, Brandur Halgirsson, Leivur Mortensen, Høgni
Zachariassen, Hørður Trygvason og aðrir blaðungir leikarar,
ið fáa sett veruligan dám á finalurnar. Harafturat sera
hugaligt at síggja óhepnu U21-stjørnunar frá Algeria, Teis
Horn Rasmussen og Hilmar Leon Jakobsen vísa seg fram
aftur.
Besta strikuspæl
Neistin í fjórðu finaluni. Serliga í fyrra hálvleiki av fjórðu
finaluni hevur H71 stórar trupulleikar av at steðga Runa
Olsen. Hoyvíkingar verja nakað høgt, og bólturin endar
ferð eftir ferð hjá sterku strikuni, ið er ómøgulig at halda.
Eisini merkisvert at fríspælingarnar koma frá nógvum
ymsum leikarum. Pætur Mikkjalsson fær eisini ágóðan av
fríspælingum frá serliga Tróndi Kragesteen.
Besta mótvápn
Hilmar Leon Jakobsen. Tá ið Neistin ger av at taka
stórskjúttan hjá H71, Peter Krogh burtur við mansverju,
tekur Hilmar Leon Jakobsen yvir sum stórskjútti. Satt at siga
fær afturvendi bakkurin eyka nógv pláss, og krossar í heilum
yvir til skot frá vinstra til høgra bakk.
Besta fríspæling
Tróndur Kragesteen til Runa Olsen í fjórðu finaluni. Í
fjórðu finaluni vera áskoðararnir forkelaðir við flottum
málum. Eftir tjúgu minuttum av dystinum flytur Hilmar
Leon Jakobsen seg enn einaferð yvir ímóti høgra bakki,
tá ið hann tveitir bóltin afturum seg í eitt tómt rúm, har
Niklas Hanusarson fær fatur á bóltinum og fær brotskast.
Lítla løtu seinni spælir Tróndur Kragesteen flott til Pætur
Mikkjalsson, men kanska besta spælingin í øllum teimum
fimm finalunum kemur eftir 49 minuttum av hesum
dystinum. Tróndur Kragesteen fer loypandi móti høgri og
sleppir hegnisliga bóltin afturum seg har Rune Olsen er til
reiðar og minkar um munin til 24-27.
Besta skjótálop
Pætur Thomsen fær bóltin í skjótálopinum í seinna hálvleiki
av fjórðu finaluni. Fleiri Neistamenn eru komnir oman til
høgra vongin, ið velur at senda hann tvørturum til Leiv
Mortensen, ið er púra leysur leggur H71 tvey mál fram um
Neistan.
Óhepnastu ella óneyvastu leikarar
Neistaleikarar í seinastu finaluni. Rasmus Søby rakar ferð
eftir ferð síni skot á stengurnar, veingirnir gera yvirtrakk og
bæði skot og spælingar eru yvirhøvur óneyv. Okkurt av tí er
vantandi hepni, men so nógvar støður í einum heilum dysti
bera boð um, at neistamenn vóru rætt og slætt ikki í røttu
sinnisstøðu henda dagin.