Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kontrast FM: Felags finaludagurin í badminton, borðtennis og judo var leygardagin. Í judo var stór undirtøka, og í badminton og borðtennis vóru blaðungir finalistar. Í borðtennis gjørdust tvey systkin føroyameistarar Tróndur Arge Leygardagin varð skipað fyri Kon­trast FM, sum er stóri felags finaludagurin hjá badminton, borðtennis og judo. Tilsamans vóru 16 finalur í hesum trimum ítróttargreinunum spældar í høllini á Hálsi í Havn. Serliga søgan í kvinnu­final­ unum í badminton og borð­ tennis var, at tað vóru tveir blaðungir finalistar. 14 ára gamla Adhya Nandi var í kvinnu­ finaluni í badminton, meðan 15 ára gamla Sólja Hildu­berg Djurhuus var í kvinnu­finaluni í borðtennis. Tær báðar taptu tó finalurnar ímóti væl royndari spælarum, ávikavist Rannvá Djurhuus Carls­son og Duritu Fríðadóttir Jen­sen. Í borðtennis gjørdust tvey systkin føroyameistarar. Tey vóru Fróði Fríðason Jensen og Durita Fríðadóttir Jensen, sum, umframt at gerast føroya­ meistarar í einmansleiki, eisini vunnu FM saman í blandaðum tví­mansleiki. Í tvímansleiki hjá kvinnum var tað eisini eitt systkinapar, ið vann FM-gull, nevniliga Mikkjalsdóttir-systr­ arnar Anna og Rakul. Í judo var góð undirtøka í ár og nógvar spennandi finalur á skránni. Tað merkist ein ser­ligur spenningur, nú judo skal fyri fyrstu ferð í tíggju ár verður við á oyggjaleikirnar á Gibraltar í summar. Og tey vera ikki so fá, sum fara at umboða Før­oyar har. Landsliðsvenjarin, Ro­land Vogt, hevur úttikið 11 menn og fýra kvinnur. SYSTKIN GJØRDUST FØROYAMEISTARAR Fróði F. Jensen Durita F. Jensen