mánadagur 29. apríl 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
DM-vinnari
Føroyska boksifelagið, Tórs
havn Boxing, hevur um viku
skiftið luttikið í danska byrjun
armeistaraheitinum í Jyllinge
við trimum boksarum. Teir
vóru Andreas Dam Poulsen,
Teitur Jákupsson og Jonathan
Malaikev.
Hetta var fyrstuferð, at eitt
føroyskt boksifelag luttók í
einum donskum meistaraheiti,
men
felagið
úr
føroyska
høvuðsstaðnum
gjørdi
seg
alt annað enn til skammar og
kom heimaftur við einum gull
heiðursmerki.
Tað var Teitur Jákupsson,
sum gjørdist danskur byrjun
armeistari í U17-bólkinum í
lættari weltervekt, sum svarar
til 60-63 kilo. Teitur hitti í
finaluni ein boksara frá AK
Falken, og eftir eina róliga
ferð í fyrsta umfari, setti hann
meira ferð á frá øðrum umfari
og vísti seg at fáa yvirtakið í
dystinum við sínum beinu og
hørðu sløgum, og eftir at hava
sent mótstøðumannin í gólvið
tríggjar ferðir, valdi dómarin
at telja og steðga dystinum við
føroyska Teiti Jákupssyni sum
vinnara.
Teitur er harvið fyrsti før
oyski boksimeistarin í Dan
mark.
Nøgdur venjari
Eisini Jonathan Malaikev frá
Tórshavn Boksing fær eitt
heiðursmerki við sær aftur til
Føroya. Hann vann silvur eftir
at hann tapti sína finalu ímóti
einum stinnum boksara frá
felagnum Olympia úr Odense.
- Alt í alt kunnu vit ikki vera
annað enn nøgd. Vit luttaka fyri
fyrstu ferð í einum donskum
meistaraheiti, og vit vistu at
tað fór at gerast trupult, men
vit koma heimaftur við einum
gullmerki og einum silvur
merki, og tað kunnu vit vera
errin av. Persónliga eri eg sum
venjari sera errin av mínum
dreingjum, sigur venjarin í
Tórshavn
Boksing,
Martin
Meng.
- Eitt er púra víst, og tað er,
at hóast vit bara hava eitt felag
í Føroyum og bara hava okkum
sjálvar at venja við, so hava vit
so avgjørt sligið okkara navn
fast í danskari boksing sum
eitt felag, ið ikki luttekur fyri at
fara tómhent heimaftur, sigur
Martin Meng víðari.
Næsta stóra kapping hjá
føroysku boksarunum verður
Faroe Fight Night í høllini á
Hálsi leygardagin 25. mai, tá ein
rúgva av donskum boksarum
eisini koma til Føroya at luttaka
í hesari kappingini, har eisini
fyrrverandi
heimsmeistarin,
Jimmy Bredahl, kemur á
vitjan og fer at hava fyrilestur.
Føroyskur boksari:
TEITUR ER MEISTARI Í DANMARK
15 ára gamli føroyski boksarin, Teitur Jákupsson, vann um vikuskiftið danska byrjunarmeistaraheitið í U17-árganginum
F.v.: Teitur Jákupsson og Jonathan Malaikev