mánadagur 29. apríl 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Fantastiskar
hondbólts
finalur
Hetta vikuskiftið hevur bjóðað upp
á nógvan ítrótt, har tað eru funnir
fleiri føroyameistarar. Eitt langt
hondbóltskappingarár er komið at
enda, 16 FM-vinnarar blivu funnir til
Kontrast-FM og FM í dart hevur eisini
verið. Umframt tað, so var eisini
fótbóltur og svimjing á skránni.
Sjálvur var eg til tvær av FM-
finalunum í hondbólti leygardagin.
Fyrst í høllini í Vestmann og síðani í
Hoyvík. Felags fyri báðar finalurnar
var, at tað var ein ótrúligur
stemningur. Høllin í Vestmanna var
gul fyri ein stóran part, men innast í
høllini høvdu kyndilsfólk eisini góðar
umstøður at stuðla sínum liðið.
Eftir dystin í Vestmanna fór eg til
Hoyvíkar at hyggja eftir fimtu og
avgerandi finaluni hjá monnum. Fyrst
og fremst tí tað bar til. Kvinnufinalan
bleiv flutt ein tíma, so tað eydnaðist
at møta í góðari tíð. Hetta er vert hjá
Hondbóltssambandinum at hava í
huga, so áskoðarar kunnu hyggja, og
vit miðlarnir fáa dekkað so avgerandi
dystir.
Eg fekk ein lítlan skelk, tá eg ein
lítlan tíma undan dystarbyrjan kom
inn í høllina. Tað var stúgvandi fult
og stemningurin var avbera góður.
Hann bleiv ikki minni sum dysturin
leið og tað skulu áskoðararnir fáa rós
fyri. Serliga var ein bólkur av H71-
áskoðarum, sum skaptu ein stemning,
sum eg næstan ikki kann minnast til
eina ítróttarhending í Føroyum.
Vit síggja eitt líknandi fyribrygdi við
Skansanum, sum stuðlar føroyska
landsliðnum í fótbólti. Hetta hevur
UEFA enntá heiðrað. Vónandi er
hetta nakað, sum fer at halda fram
og kanska enntá leggjast afturat. Tað
ger tað so nógv stuttligari at verða til
ítrótt í Føroyum
Takk fyri eitt spennandi og gott
ítróttarvikuskiftið
trondur@sosialurin.fo
Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen úr Ægir
hava klárað kravtíðirnar til heimsmeistaraskapið á langgeil í
2019, sum verður í Gwangju í Korea 21. til 28. juli í ár
Óli og Signhild
til HM í Korea
Tróndur Arge
Á Svimjistevnuni í Páls
høll um vikuskiftið varð
boðað frá, hvør hevur
klárað kravtíðir til HM
og NMU eins og ársins
svimjarar eisini vórðu
heiðraðir. Óli Mortensen
úr Havnar Svimjifelag og
Signhild Joensen úr Ægir
hava klárað kravtíðirnar
til heimsmeistaraskapið
á langgeil í 2019, sum
verður í Gwangju í Korea
21. til 28. juli í ár.
Fimm svimjarar hava
eisini klárað kravtíðir til
norðurlendska meistara
stevnuna fyri ung, sum
verður í Vejle í Danmark
13. til 14. juli í ár. Fýra
teirra eru úr Havnar
Svimjifelagi.
Tey
eru
Bartal
E.
Eidesgaard,
Elisabeth Erlendsdóttir,
Ronja Ró í Dímun og
Kristina í Skála, umframt
Rebekka Trygvadóttir úr
Ægir.
Hægstu finastig hjá
kvinnum á stevnuni í Vági
fekk Signhild Joensen.
Hon fekk 773 finastig
í 100 m rygg. Hægstu
finastig hjá monnum á
hesari stevnuni fekk Óli
Mortensen úr Havnar
Svmijifelag. Hann fekk
691 finastig.
Ársins svimjarar
Á svimjistevnuni í Vági
vórðu eisini kosin ársins
svimjarar. Ársins svimjari
hjá
kvinnum
gjørdist
Signhild Joensen úr Ægir,
meðan ársins svimjari hjá
monnum gjørdist Rókur
Trygvason úr Ægir. Ár
sins stjørnuskot hjá gent
um bleiv Kristina í Skála
úr Havnar Svimjifelag,
meðan ársins stjørnuskot
hjá dreingjum bleiv Bart
al Erlingsson Eidesgaard
úr Havnar Svimjifelag.
Tvey nýggj met
Dreingir
hjá
Havnar
Svimjifelag settu met á
4x200 frí. Við tíðini 8:01.67
hólvaðu dreingirnir hjá
Havnar Svimjifelag næst
an sjey sekund av gamla
metinum í 4x200 metur á
langgeil, sum teir sjálvir
áttu. Tað metið varð
sett 26. mai í 2017, tá teir
svumu tað upp á 8:08.47.
Eisini
kvinnurnar
hjá Ægir settu met, tað
var á 4x100 blandað, tá
tær svumu teinin upp á
4:33:08.
Gamla metið var upp
á 4:33:13. Fimm hundrað
partar skjótar, enn gamla
metið, sum Ægir eisini
áttu frá FM á langgeil í
2017. Tær fýra sum settu
metið,
vóru
Signhild
Joensen (2000, rygg), Re
bekka Trygvadóttir (2004,
bringa), Malan Jóhans
dóttir (2004, firvald) og
Barbara Debes (2000, frí).
trondur@sosialurin.fo
Svimjing:
Elisabeth Erlendsdóttir, Bartal E. Eidesgaard, Signhild Joensen, Rebekka
Trygvadóttir, Ronja Ró úr Dímun, Kristina í Skála og Óli Mortensen