Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 232 - 3. desember 2004 UTTAN ÚR HEIMI Miðsavnar valdið Danska Fólkatingið fer fyrsta dagin undir at við- gera fleiri lógaruppskot, sum skulu setast í verk, nú avgjørt er at broyta kommunuskipanina og skipanina við amtum. Broytingarnar hava við sær, at kommunurnar verða nógv færri í tali, og at amtini verða avtikin. Fleiri serfrøðingar á- vara um, at lógarupp- skotini hjá stjórnini fara at flyta nógv av tí kom- munala valdinum til Keypmannahavnar. Teir vísa á, at sambært upp- skotunum fær innanrík- isráðharrin heimild til at stýra kommunupolitikk- inum við kunngerðum, uttan at honum nýtist at spyrja Fólkatingið. Í upp- skotunum eru nevnd 204 viðurskifti, har ráðharrin fær hesa heimildina. Formaðurin í komm- unufelagnum, Ejgil W. Rasmussen, er heldur ikki serliga fegin um, at ov nógvar hemildir enda í Keypmannahavn. Hann sigur við Politiken, at uppskotini hjá stjórnini eru ein fjald roynd at sleppa at stýra politikkin- um í teimum einstøku kommununum. Illir bøndur Seinastu dagarnar hava harðir samanbrestir verið ímillum misnøgdar bønd- ur og løgregluna í suður- amerikanska landinum Paraguay. Eitt fólk hevur latið lív, umleið 20 hava fingið skaða, og umleið 300 eru sett í varðhald. Bóndafelagið í Paragu- ay krevur, at tað almenna skal lata teimum fátæku bøndrunum meiri jørð. Stjórnin hevur sagt, at hon ætlar at lata bøndr- unum 20.000 hektarar afturat, men tað eru bøndurnir als ikki nøgdir við. Teir krevja, at stjórn- in skal lata teimum minst 150.000 hektarar afturat, men stjórnin sigur seg ikki hava pengar til at keypa so nógva jørð til bøndurnar. Tað er sera ymiskt, hvussu nógva jørð bønd- urnir í Paraguay hava, og jarðarbýtið hevur verið ein stríðsspurningur í mong ár. Nicanor Duarte, sum tók við sum for- sætisráðharri fyri einum góðum ári síðani, lovaði undir valstríðnum tá, at hann fór at útvega teim- um fátæku bøndrunum meiri jørð. Nú krevja bøndurnir, at hann heldur orð, skrivar Reuters. Stríð um løn Eitt stríð um løn kann enda við, at stjórnin í Letlandi fer at kæra Svøríki fyri dómstólinum hjá ES. Málið snýr seg um handverkarar úr Letlandi, sum eru farnir til Svørík- is at arbeiða fyri let- lendskar fyritøkur. Eitt nú hevur ein letlendsk fyritøka fingið arbeiðið at byggja ein skúla norð- an fyri Stockholm, og hon hevur fingið sær let- lendskar handverkarar at byggja skúlan. Svensku fakfeløgini krevja, at teir letlendsku handverkar- arnir skulu arbeiða fyri somu løn sum teirra svensku starvsfelagar, men tað vil letlendska byggifelagið ikki góð- taka. Sambært Aftonbladet fáa teir letlendsku hand- verkararnir 14.000 svens- kar krónur um mánaðin umframt frían bústað og mat, men svensku hand- verkarafeløgini krevja, at teir skulu fáa minst 10.000 svenskar krónur afturat um mánaðin. Svenska stjórnin hevur boðað frá, at hon tekur undir við lønarkravinum hjá fakfeløgunum, og tað hevur fingið øði í let- lendsku stjórnina. Hon hóttir nú við at fara til ES-dómstólin við málin- um. Oyðsl Í USA heldur republi- kanski senatorurin John McCain, at Kongressin brúkar alt ov nógvar pengar. Í síðstu viku segði hann, at tað sein- asta fíggjarlógarupp- skotið er eitt tað størsta oyðslið í nýggjari tíð. Millum annað heldur senatorurin tað vera púra burturvið, at skattgjald- ararnir skulu gjalda eina millión dollarar til ymisk tiltøk, sum skulu haldast næsta ár í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðani Noreg varð loyst frá Svøríki. Sambært blað- num Seattle Times hevur John McCain einki ímóti norðmonnum, men orð hansara vóru heldur ein roynd at vísa, at tað er einki mark fyri, hvat al- mennir pengar verða brúktir til. Seattle Times veit eisini at siga, at norð- monnum í USA nýtist ikki at kenna seg illa av tí, sum McCain sigur, tí sambært blaðnum visti norski felagsskapurin í USA als ikki, at hann skuldi fáa stuðul til til- tøkini næsta ár. Felags- skapurin hevur ikki søkt um stuðul, skrivar blaðið. Í Danmark umhugsar tað Islamska Trúar- samfelagið at leggja sak ímóti teimum báðum sjónvørpun- um DR og TV2, tí tey hava víst ein um- stríddan film, sum niðurlendingurin Theo van Gogh gjørdi. Van Gogh varð myrdur herfyri Muslimskir felagsskapir í Danmark ætla sær nú at fáa dómsvaldið at taka støðu til, hvussu langt talifrælsið røkkur. Teir vilja vera við, at tann islamska trúgvin verður háðað í Danmark, sjálvt um donsk lóg bannar tí, og at hetta er serliga komið til sjóndar, síðani niðurlendski filmsmaðurin Theo van Gogh varð myrd- ur herfyri. Tí hevur Islamska Trúar- samfelagið nú biðið sak- førara sín kanna, um tað ber til at draga Danmarks Radio og TV2 fyri rættin, tí tær báðar sjónvarpsstøðir- nar hava víst filmin "Sub- mission", sum van Gogh hevur gjørt. Filmurin snýr seg um korini hjá giftum muslimskum kvinnum, og lýsingin í filminum er, at kvinnurnar verða kúgaðar, innistongdar og neyðtiknar. - Vit kanna, um tað ber til at stevna teimum báðum sjónvarpsstøðunum, men endamálið er eisini at mót- mæla, at okkara forsætis- ráðharri hevur heiðrað tann, sum skrivaði hand- ritið til filmin hjá van Gogh. Á tann hátt hevur hann sagt, at tað er í lagi háða muslimar, sigur for- maðurin í politisku nevnd- ini hjá Muslimska Trúar- samfelagnum, Kassem Sid, við Politiken. Við at leggja málið fyri rættin ætlar trúarsamfelag- ið at vísa muslimum, at hetta er managongdin, um so er, at teir kenna seg háð- aðar í einum av vesturlond- unum. Sjálvur sigur Kass- em Sid, at morðið á Theo van Gogh var ein beista- gerð og ein tann ringasta av sínum slagi síðani seinna heimsbardaga. - Okkara boðskapur er, at tað ber til at fara í rættin í málum sum hesum, og at vit góðtaka ikki harðskap ella sjálvtekt í Vesturheim- inum. Tað skulu vit virða, og kann ein muslimur ikki liva við tí, eigur hann at flyta til eitt annað land at búgva, sigur Kassem Sid. Rætt at finna markið Jørn Vestergaard, sum er lektari í revsirætti á lærda háskúlanum í Keypmanna- havn, sigur við Politiken, at hann skilir væl, at muslim- arnir vilja hava staðfest, hvussu langt danska tali- frælsið røkkur. - Frá forsætisráðharran- um og ráðharranum í inn- flytaramálum hava vit hoyrt ymiskt, sum kann benda á, at talifrælsið hevur einki mark, tá tað snýr seg um fremmandafólk, eisini sjálvt um farið verður langt út um ásetingarnar í revsi- lógini. Tað ger fólk ótrygg, sigur Jørn Vestergaard. Sjálvur ivast hann ikki í, at fleiri orð í filminum hjá van Gogh eru greitt í stríð við danska lóggávu, vórðu tey søgd í Danmark. Hann heldur, at muslimarnir gera púra rætt í at fáa dóms- valdið at taka støðu til, hvussu langt talifrælsið røkkur. - Eg havi fult álit á, at dómstólarnir og Hægsti- rættur kunnu taka eina rætta avgerð í einum tílík- um máli. Talifrælsið kann tambast nógv, men verður ein ávísur partur av fólk- inum samanborin við djór og sagdur at vera minni verdur ella enntá ómenn- iskjaligur, so er tað at fara yvir um mark, sigur Jørn Vestergaard. Sum jødarnir Sambært imaminum ella prestinum Fatih Alev hava teir muslimsku felagsskap- irnir í Damark valt at ganga somu leið sum jødarnir í Evropa, tí teir eru vanliga ógvuliga skjótir at venda sær til dómsvaldið, kenna teir seg háðaðar vegna sína trúgv. - Vit vilja ikki hava ser- lógir fyri átrúnaðir. Lógir- nar eru í lagi, men vit eiga at brúka tær meiri, enn vit gera, sigur presturin, sum vísir á, at tað ber ikki til at kalla allar muslimar í Dan- mark innflytarar. Nógvir teirra eru eftirkomarar hjá fólki, sum hava búð her í mong ár, sigur Fatih Alev við Politiken. Muslimarnir í Danmark vilja hava at vita, hvussu nógv talifrælsið kann tambast. Tað skulu dómstólarnir nú siga Mynd: Reuters Vilja hava staðfest hvussu langt talifrælsið røkkur