fríggjadagur 3. desember 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 3. desember 2004
17
- Fremsta uppgávan
verður at vera mill-
ummaður millum
Føroyar og Danmark-
ar. Vónandi kann eg
vera við til at varð-
veita og útbyggja
góðu viðurskiftini
sum eru millum
londini, sigur nýggja
ríkisumboðið
NÝTT RÍKISUMBOÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Í mínum arbeiði í Norð-
urlandaráðnum havi eg
fleiri ferðir vitjað Føroyar. Í
mínum starvi í Uttanríkis-
málaráðnum hevur mítt
serøkið verið Norðurlond,
Grønland og Føroyar, so eg
havi gott innlit um viður-
skiftini í Føroyum.
Tað er eftir øllum at
døma ikki nakar ókendur
fuglur, sum 1. august kom-
andi ár tekur sessin sum
ríkisumboð í Føroyum. 64
ára gamli løgfrøðingurin,
Søren Christensen, varð í
gjár almannakunngjørdur
sum nýggja ríkisumboðið í
Føroyum.
Hann arbeiðir í løtuni í
danska uttanríkismála-ráð-
num, og hann hevur eisini
drúgvar royndir í fíggjar-
málaráðnum. Søren Christ-
ensen hevur eisini havt til-
knýtið til Norðurlanda-
ráðið, har hann eitt skifti
var hann aðalskrivari.
Broytt siðvenja
Tað er forsætismálaráðið,
sum útnevnir ríkisumboðið
í Føroyum, og ikki kann
sigast annað, enn at valið
hesaferð brýtur við gamla
siðvenju. Vanliga hevur
danska forsætismálaráðið
valt fólk úr innlendismála-
ráðnum ella lógmálaráð-
num at umboða Danmark í
Føroyum. Spurdur, um val-
ið av sær sum komandi
ríkisumboð er eitt tekin um
at sambandið millum Før-
oyar og Danmark er broytt
so mikið, at tað neyðugt er
við einum manni úr uttan-
ríkismálaráðnum,
svarar
Søren Christensen:
- Nú eri eg ikki heilt vís-
ur, um eg eri tann fyrsti úr
Uttanríkismálaráðnum,
men sum eg skilji plagar
forsætismálaráðið at til-
nevna fólk úr Innlendis-
málaráðnum, so møguliga
er politiska støðan millum
Føroyar og Danmark ein
orsøk til valið av mær. Men
satt at siga tími eg ikki at
leggja meg út at tulka, hví
valið fall á meg.
Lýsa Føroyar
Søren Christensen dugir
ikki í løtuni at siga, um før-
oyingar kunnu vænta sær
broytingar í arbeiðinum hjá
ríkisumboðnum , eftir at
hann tekur við starvinum 1.
august komandi ár.
- Fremsta uppgávan verð-
ur at vera millummaður
millum Føroyar og Dan-
markar. Vónandi kann eg
vera við til at varðveita og
útbyggja góðu viðurskiftini
sum eru millum londini,
sigur nýggja ríkisumboðið.
Hann vísir á, at tað er
ofta lættari hjá dønum at
gloyma Føroyar, enn tað er
hjá føroyingum at gloyma
danir, og hetta vónar hann
at gera nakað við.
- Eg ætli at virka fyri, at
fáa danir gerast meira til-
vitaðar um Føroyar. Eg
vóni, at eg í størri mun
kann fáa danir at skilja og
dáma føroyingar, sigur
Søren Christensen.
Hann heldur tað ber til at
býta komandi arbeiðið hjá
sær í tríggjar súlur. Fyrsta
súlan er tað familjurættar-
liga, onnur er lóggávuar-
beiðið millum londini, og
tað triðja, og eftir hansara
tykki tað mest týdningar-
mesta er, at fylgja politisk-
um menningini í Føroyum.
- Tað er hent ótrúliga
nógv í Føroyum seinnu ár-
ini. Her hugsi eg serliga um
kjakið um økt sjálvsstýri,
yvirtøkulógina og nú "fuld-
magtslógin" á uttanríkis-
politiska økinum, sum eg
sjálvur havi verið djúpt
involveraður í. Hóast rákið
er, at Føroyar fáa størri og
størri ræðisrætt, so hava tit
framvegis samband við
Danmark, og mín uppgáva
verður at skapa forstáilsi
millum partarnar.
Søren Christensen sigur
seg gleða seg nógv til
nýggju avbjóðingina og
ætlanin er, at familjan flyt-
ir við honum til Føroya
komandi summar.
Nýggja ríkisumboðið:
Danir skulu gerast
meira tilvitaðir
um Føroyar
-Nú eri eg ikki heilt vísur,
um eg eri tann fyrsti úr
Uttanríkismálaráðnum,
men sum eg skilji plagar
forsætismálaráðið at tilnevna
fólk úr Innlendismálaráð-
num, so møguliga er politiska
støðan millum Føroyar og
Danmark ein orsøk til valið
av mær. Men satt at siga tími
eg ikki at leggja meg út at
tulka, hví valið fall á meg,
sigur 64 ára gamli Søren
Christebseb