fríggjadagur 3. desember 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 232 - 3. desember 2004
Eftir at hava staðið
handan diskin í Kiosk
Activ í meiri enn 34
ár, hevur Martha
Hansen nú gjørt av at
selja Kiosk Activ. Tá
hon byrjaði, var bert
talan um eina pinku-
lítla kiosk. – Eg hevði
ikki droymt um, at
hetta fór at verða mítt
lívsverk, sigur Martha
NÝGGJUR EIGARI
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Seinasta mánaða vóru tað
34 ár liðin síðani, at Martha
Hansen lat eina lítla kiosk
upp á Jónas Broncksgøtu.
– Tá eg byrjaði, hevði eg
bara eina lítla biks. Tað var
tá ikki í mínum tonkum, at
hetta fór at vera mítt lívs-
verk. Men tað gekk væl, og
so við og við bleiv kioskin
størri, sum vit tóku fleiri
rúm uppí, greiðir Martha
frá. – Nú fyllir kioskin
allan kjallaran sum hann er.
Í byrjanini tók hon bara eitt
lítið horn, sigur hon.
Hon sigur, at tað er eitt
stórt arbeiði at hava eina
slíka kiosk. Í 34 ár hevur
hon altíð verið standby, ið
so fall, at okkurt skuldi
stungið seg upp í Activ.
– Tey seinastu 34 árini
havi eg sjálv latið kioskina
upp um morgunin og stongt
hana aftur um kvøldið, at
kalla hvønn dag. Men tey
seinastu árini havi eg fingið
góða hjálp frá dóttrini, sum
eisini hevur rikið kioskina
seinastu tíðina, og frá góð-
um
arbeiðsfólki,
sigur
Martha og staðfestir, at tað
er eitt sera bindandi arbeiði
at dríva eina kiosk.
Tað má passast væl, sigur
hon.
Hugna sær
Hóast hon hevur arbeitt har
hvønn dag í 34 ár, er
Martha ikki bangin fyri at
gevast.
– Øll spyrja meg hvat eg
so skal gera. Men eg skal
nokk finna upp á okkurt,
tað er jú so nógv ymiskt
man kann. Fyrst og fremst
fari eg at slappa av og
hugna mær. Einaferð er
man noyddur at gevast, og
nú hvørki tími ella orki eg
at arbeiða meir. Man veit
ikki hvussu langt man hev-
ur eftir, og eg ætli mær at
taka tað róligt, meðan eg
enn kann, staðfestir Martha
við einum smíli.
Hon sigur, at hon ongan-
tíð áður hevur hugsað um at
selja Kiosk Activ, hóast tað
hevur verið tungt av og á.
Upprunaliga var ætlanin
heldur ikki at selja kioskina
nú. Martha ætlaði bert at
taka seg aftur.
– Men eg veit ikki, nú
bleiv tað bara soleiðis, og
eg rokni heilt bestemt við,
at nýggi eigarin fer at fara
væl við henni, sigur hon, og
leggur síðani afturat – men
tá eg fari at koma inn her í
framtíðnini, rokni eg næst-
an við, at eg fari at biðja
arbeiðsfólkið gera ymiskt,
sum eg síggi, treingir til at
gerast. Tað fer at vera ringt
at koma inn sum vanligur
kundi, uttan at hugsa um
hvat skal gerast, sigur hon.
Alt í alt sigur Martha tó, at
hon gleðir seg til at gevast
við at arbeiða.
Sjálvandi er tað eisini eitt
sindur trist, serliga hesa tíð-
ina, nú beint uppundir jól-
ini. Men tað vísir seg, at
fleiri av teimum gomlu
handilseigarunum gevast
nú. Seinastu tíðina eru
nógvir
handlar
antin
stongdir ella seldir. Og tað
er eisini tíð uppá hjá mær at
gevast
nú,
staðfestir
Martha.
Hon sigur, at handils-
verðin er harðnað, síðani
hon byrjaði við síni lítlu
kiosk. Prísirnir verða alla-
tíðina skrúvaðir niðureftir,
og tað ger sjálvsagt, at tað
verður minni og minni eftir.
– Eg havi klárað meg, tí
eg havi havt ein sera trúgv-
an kundaskara, sum eg
virkuliga má takka fyri øll
hesi árini. Og eg má biðja
kundarnar um at taka væl
ímóti nýggja eigaranum,
sigur Martha at enda.
Nýggi eigarin í Activ
eitur Eyðun
Simonsen og er bert
25 ára gamal. Hóast
kioskin ongantíð
varð lýst til sølu,
frætti hann, at
Martha Hansen,
fyrrverandi eigari,
ætlaði at gevast, og tí
lá hann framvið, fyri
at vita, um hon eisini
ætlaði at selja. Hetta
var um
mánaðarskiftið
juli/august, og í dag
hevur Eyðun
yvirtikið kioskina
NÝGGJUR EIGARI
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Ígjøgum keldur í heil-
søluni frætti eg, at Martha
ætlaði at gevast við Kiosk
Activ. Eg helt, at tað ljóð-
aði sum ein spennandi av-
bjóðing, og eg hevði eisini
hug at royna okkurt nýtt,
so tí ringdi eg til hennara.
Hetta var um mánaðar-
skiftið juli/august í ár,
greiðir Eyðun Simonsen
frá.
Síðani tað hevur sam-
skiftið verið tætt teirra
millum, og í vikuni yvir-
tók Eyðun kioskina og
allar ognirnar, sum hoyra
til. Hetta uttan, at Kiosk
Activ nakrantíð hevur
verið lýst til sølu.
Nakrar broytingar
Eyðun
hevur
drúgvar
royndir í handilsverðini.
Men tað er langt síðani, at
hann seinast hevur arbeitt í
matvøruhandli.
– Tá eg var yngri ar-
beiddi eg bæði í Bónus og
Miklagarði, men tað fara
at vera eini 6-7 ár síðani
nú. Síðani havi eg arbeitt í
ørðum handlum, so eg
havi nógvar royndir at
dúva uppá, greiðir Eyðun
frá.
Hann sigur, at tað er
ótrúliga nógv arbeiði í eini
slíkari kiosk, og at hann
væntar, at hann kemur at
vera har nógv sjálvur.
– Eg fari nokk ikki at
standa nógv aftanfyri disk-
in, men eg ætli mær at
hava dagligu leiðsluna av
handlinum, og eg komi tí
væntandi serliga at vera
her um morgnarar, greiðir
Eyðun frá
Hann sigur, at hann eftir
jól allarhelst fer at gera
nakrar broytingar í Kiosk
Activ. Enn vil hann tó ikki
siga júst hvat hann hugsar
um.
– Øll starvsfólkini vera
tó verandi. Bert eigara-
fólkini hava boðað frá, at
tey fara at taka seg aftur,
men vónandi verða tey
allíkavæl
inntil
jólini
koma. Her eru so nógv
ting at seta seg inn í, so tað
hevði verið gott um tey
kundu hjálpt mær at byrja,
sigur Eyðun.
Spurdur, um nýggja
upplatingarlógin fer at
gera sína ávirkan galdandi
í Kiosk Activ, svarar
Eyðun, at tað væntar hann
ikki.
– Vit hava altíð opið
allíkavæl. Frá kl 07.30-
23.00 hvønn dag, eisini
sunnudag. Bara 1. dagarn-
ar hava vit stongt. Eg dugi
heldur ikki at síggja, at vit
fara at hava nakran fyri-
mun av at hava opið um
næturnar. Tá er einki fólk
úti allíkavæl, so eg vænti
ikki, at tað koma broyting-
ar í upplatingartíðirnar
fyribils, staðfestir Eyðun
at enda.
Kiosk Activ seld
Eyðun Simonsen og Martha Hansen hava nú skift um pláss í Kiosk Activ. Eftir 34 ár innanfyri diskin, er Martha nú vorðin vanligur
kundi, og fer sostatt framyvir bert at vera uttanfyri diskin. Nýggi eigarin, Eyðun, hevur yvirtikið plássið innanfyri
Mynd Jens Kristian Vang
Spennandi avbjóðing
Martha Hansen
hevur bygt Kiosk
Activ upp frá
grundini, men
orkar nú ikki
meir. 25 ára
gamli Eyðun
Simonsen er
nýggi eigarin av
kioskini, sum
eftirhondini má
metast sum ein
sonn býarmynd í
Havnini
Mynd
Jens Kristian Vang