Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 3. desember 2004 15 Verkstaður til føroyska mótaframleiðslu Diana Borgnýardóttir og mamma hennara Borgný Dam Paturs- son hava síðani í sep- tember mánaði í ár arbeitt saman við at framleiða handgjørd klædnapløgg við føroyskum sniði. Ein spennandi tíð liggur fyri framman. Tær flyta vørur til útland- ið, og leygardagin letur Diana upp ein verkstað í Syðrugøtu KLÆÐIR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Leygarmorgunin letur Diana Borgnýardóttir upp ein verkstað í Syðrugøtu, har hon fer at gera klæðini, sum mamma hennara, Borgný Dam Patursson hevur sniðgivið og sum tær fyrst og fremst selja til útlandið. Hetta er nakað, sum tær báðar hava fingist við í einar tríggjar mánaðir, men við nýggja verkstaðnum hevur Diana fingið eitt arbeiðsstað. Føroyingar fáa samstundis møguleikan til at keypa pløggini, sum tær eru vorðnar kendar fyri í útlandinum. Á verkstaðnum fara Di- ana og mamma hennara at arbeiða við teimum bílegg- ingunum, sum tær hava niðurfyri og fara at fáa. Beint nú fæst Diana við at leggja ta seinastu hond- ina á tey klæðini, sum vera til sølu á verkstaðnum, tá hann letur upp leygardagin. Hon hevur fingið eina vin- konu at hjálpa sær við at seyma, so at alt verður klárt til tíðina. Annars ætlar Diana ikki, at verkstaðurin skal vera opin hvønn dag, tí tað væntar hon fer at órógva tað dagliga arbeiðið ov nógv. – Tá tú selur til útlandið mást og skalt tú levera til tíðina, ella kann man vænta sær eina sak upp á høvdið, sigur Diana. Hon sigur, at verkstaður- in verður opin eftir avtalu í framtíðini, men ætlar tó at hava opið hvønn leygardag í jólamánaðinum frá klokk- an 10 til 17. Viðurkenning Diana greiðir frá, at tær útflyta pløgg til lond sum Eysturríki, Noreg, Dan- mark, Svøríki og Holland. Fyrr í ár vórðu tær bodnar við á eina altjóða móta- messu, har mótasýningar vóru. Pløggini hjá teimum vórðu eisini sýnd fram á messuni, har professionell myndafólk tóku myndir. Ógvuliga tilvildarliga fingu tær báðar at vita, at vørur hjá teimum stóðu í einum kendum italienskum mótablaði. Hetta gjørdi, at áhugin rættiliga fekk luft undir veingirnar. Og Diana sær hetta avgjørt sum eina viðurkenning. Tær báðar hava annars verið sera varnar við at siga nakað um áhugan uttan- landa, og eru tað framvegis, tí tær halda tað vera betur at bíða til alt er meira greitt og komið í eina fasta legu. Diana vil tó siga so mikið sum, at komandi ár koma fleiri av teirra kundum til Føroya í fimm dagar. – Tað koma eini 22 fólk hendanvegin, og ætlanin er at vísa teimum runt í land- inum og at hava mótasýn- ingar við okkara vørum, greiðir Diana frá. Borgný og Diana hava fyrireikað hetta í eitt ár ella gott tað, men ikki fyrr enn í september var alt klárt til at byrja. Diana játtar, at endamálið er at kunna liva av tí, og tí leggja tær so stóran dent á at fáa útlendskan marknað. – Tað er ikki so lætt at liva av slíkum her heima, tí hava vit lagt okkum eftir útland- inum. Tað er so øgiliga nýtt enn, men sum er sær tað avbera gott út, sigur Diana Borgnýardóttir, og leggur afturat, at tær hava gjørt av at selja í Føroyum eisini, tí tær hava fingið so nógvar áheitanir um tað frá fólki. Kári Svensson í Leikalund Fríggjadagin 3. des- ember klokkan 16 letur upp ein nýggj framsýning í Leika- lund við listaverkum eftir Kára Svensson TÍÐINDASKRIV Leikalund Myndirnar hjá Kára Svensson broytast allatíð- ina. Listamaðurin leitar, søkir og finnur støðugt nýggjar leiðir, sjálvt um myndevni er hitt sama. Seinnu árini hava vit sæð nógvar stórar monument- alar myndir har dentur hevur verið lagdur á ab- straktar litsamansetingar. Hesar verða eins og egin litlandsløg har tú kanst vitja og fáa egnar uppliv- ingar. Kári Svensson er í dag vorðin ein av teimum heilt kendu føroysku mál- arunum, og hann er eisini sera virkin listamaður. Við á framsýningini í Leikalund eru fleiri nýggir oljumálningar. Kári Svensson er føddur í 19545 og longu sum tannáringur hevði hann sína fyrstu framsýning. Síðan hevur hann ferðast víða hvar við sínum fram- sýningum. Hann hevur sýnt fram í Norðulond- um, Baltisku londunum, Hollandi og so fjarskotin støð sum Singapore og New York hevur Kári eis- ini vitjað við síni list. Kári Svensson var farin um tey tredivu, áðrenn hann av álvara fór at mála. Myndevni er í størsta mun náttúran og náttúruuppliv- ingar, men eisini bygdir og fólk eru at síggja. Stíl- urin er abstrakt ekspressi- onalisma. Gunvá við Keldu, kom- andi býráðslimur í Klaks- vík, letur framsýningina upp, og limir frá Klaks- víkar Musikkskúla spæla nøkur løg til fernisering- ina. Fríggjakvøldið fær Leikalund forkunnuga vitjan. Tað verða teir tríggir rithøvundarnir Dagny Joensen, Odd- vør Johansen og Turið Kjølbro, ið fara at siga frá bókum sínum, sum júst eru komnar í bókabúðirnar TÍÐINDASKRIV Leikalund Eitt áhugavert kvinnukvøld verður í Leikalund í Klaks- vík fríggjakvøldið, har tríggir kvinnuligir rithøv- undar fara at greiða frá teirra bókum, sum júst eru komnar út. Dagny Joensen fer at greiða frá bókini Terra- dropar. Kvinnumyndir í okkara tíð. Dagny Joensen skrivar um kvinnuleiklutin í nútíðini, hvussu konufólk í veruleikanum liva og virka, út frá teimum for- treytum, sum tær hvør í sín- um lagi hava. Hon hevurr havt samrøður við kvinnur í aldursbólkinum 23 - 70 ár, og tær siga frá dreymum og vónum og hyggja aftur á lívið úr einum kvinnuligum sjónarhorni. Oddvør Johansen fer at siga frá skaldsøguni Seb- astians hús, ið vann skald- søgukappingina hjá Listastevnuni 2004. Karm- urin um søguna er Sebasti- ans hús, sum er vitin av Borðuni, fluttur til Havnar. Dómsnevndin segði um hesa skaldsøgu, at skald- søgan er ein rámandi lýsing av stríðnum millum ein vakran og frælsan dreyma- heim og so veruleikans krøv og tvingsil. Við hesari skaldsøgu hevur føroyskur skaldskapur fingið eina perspektivríka heimstaðar- lýsing aftrat. Turið Kjølbro hevur rit- stjórnað nýggju bókina, sum Krabbameinsfelagið gevur út, sum eitur Okkara millum. Bókin er savn við 20 tekstum frá føroyingum, ið skriva um, hvussu tað er at liva við krabbameini; 15 teirra eru tekstir frá fólki, ið eru vorðin frísk av krabbameini, 4 tekstir frá fólki, ið hava mist maka ella foreldur av krabba- meini, og 1 tekstur frá kvinnu, ið hevur fingið at vita, at hon ikki verður frísk av krabbameini. Hetta eru fjølbroyttir, flógvir, bersøgnir, húðaleysir og sannførandi tekstir, ið veru- liga nema teg. Felagsnevn- arin er ikki bara krabba- mein, men eisini lívsgleði, lívsvilji og lívsjáttan. Høvi verður at tosa við tær og at fáa bøkurnar sign- eraðar. Kvøldið verður óformelt; Byrjað verður klokkan 20, og okkurt leskiligt verður at fáa afturvið. Vónandi nýta fólk høvi at heilsa upp á høv- undarnar og fáa eitt hugna- ligt kvøld úti í Leikalund. Kvinnukvøld í Leikalund Kári Svensson letur upp listaframsýning í Leikalund í Klaksvík fríggjadagin klokkan 16 Diana Borgnýardóttir her avmyndað saman við døtrunum Terna, sum er 11 ár og Sølja, sum er 8 ár. Tær eru í klæðum, sum mamman og omman hava ávíkavist seymað og sniðgivið Mynd: Maria Olsen