týsdagur 30. apríl 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Síðsta vikuskiftið var sannur hátíðardámur
í Nesvík, tí ið nýggja høllin og felagsøkið
vórðu vígd og tikin í nýtslu
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Tað var ein ein góð og kenslu
borin løta. Vit hava arbeitt í
nógv ár við hesum, og tað
hevur gingið upp og niður. Tí
er tað stórt, at hetta nú er
veruleiki, sigur Símun P. Jacob
sen, formaður fyri Kirkjuligu
Heimamissiónina.
Hann vísir á, at møguleikar
nar hjá børnum og ungum at
vera á legu og njóta góðu
karmarnar, nú eru fantastiskir.
– Vit eru takksom fyri øll
tey, ið hava stuðlað og gjørt
tað møguligt at byggja hendan
bygningin, sigur Símun.
Talur og framførslur
Vígslan var leygardagin. Um
framt sjálv vígsluna og felags
sang, vóru eisini nakrar talur.
Borgarstjórin í Sunda komm
unu, Heðin Zachariasen, takk
aði fyri góða arbeiðið, ið verður
gjørt í Nesvík, og hann hand
aði eina gávu.
Selmar Nielsen frá SNA ark
itektum greiddi frá byggingini.
Niclas Davidsen, formaður í
bygginevndini,
hevði
eisini
orðið.
Ein máltíð varð bjóðað.
Ljóðviðurskiftini
vórðu
roynd á vígsludegnum, tá ið
bæði kór og einstaklingar sungu.
Taborkórið, The Gadders, Jan
Jacobsen,
Jórun
Pólsdóttir,
Magni Christiansen og VSJ
sungu og framførdu. Nógvur
felagssangur var eisini.
Kombihøll
Nýggja høllin í Nesvík er ein
kombihøll á 31 x 17 metrar. Tað
merkir, at hon kann nýtast í
tveimum formum. Við eini
mobilari stólatribunu frammi
kunnu gott 500 fólk sita í sjálv
ari høllini til eitt nú møtir, fyri
lestrar og konsertir. Tá ið
stólatribunan er rullað aftur,
fyllir hon einans aftasta met
urin av høllini, sum tá kann
nýtast til alskyns spæl og
ítrótt.
Í bygninginum við síðuna
av er stórt, opið og ljóst felags
økið í erva, og í neðra eru
brúsurúm,
vesi,
goymsla,
gongd og tøknirúm.
Niðasti bygningurin er ein
kamarslon, sum ætlandi verð
ur liðugt innrættað av sjálv
bodnum.
– Vit hava fingið arbeiðs
leiðarar, og ætlanin er at fara í
gongd við sjálvbodna arbeiðið
í september, og vónandi verð
ur tað liðugt í februar næsta
ár, sigur Andrias Magnussen,
aðalskrivari hjá Heimamissión
ini.
32 milliónir
Upprunaliga
Leguhúsið,
ið
varð vígt í 1993, skuldi einans
vera fyrsta byggistig av fleiri.
Við hesari útbyggingini er
húsið vorðið til tað, sum tað
upprunaliga varð ætlað.
– Vit eru sera fegin um at
hava fingið so góðar karmar.
Møguleikarnir eru heilt aðrir,
NÝGGJA HØLLIN Í
NESVÍK TIKIN Í NÝ
Símun P. Jacobsen, formaður í Heimamissiónini,
vígdi nýggju høllini í Leguhúsinum í Nesvík
Mynd: trubodin.fo
Tað var fult í nýggju høllini, tá ið hon varð vígd leygardagin
Mynd: trubodin.fo