Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49 TÍÐINDI og tað verður betri fyri allar part­ar, sigur Jan Johannesen, lim­ur í høvuðsstýrinum hjá Heima­missiónnni. Samlaði kostnaðurin fyri útbyggingina er um 32 millión­ ir krónur. Tá er grundstykkið ikki íroknað. – Lán má takast upp á um­ leið 15 milliónir krónur fyri at fíggja nýggju hølini. Tað verð­ ur helst goldið aftur yvir kom­ andi 15 ella 20 árini. Men vón­ andi fáa vit nógvar gávur inn, so at tað verður skjótari at gjalda niður, sigur Jan Jo­ hanne­sen. Felagssunnudagsskúli Sunnudagin var felags­sunnu­ dags­skúli, har umleið 750 børn og vaksin vóru savnað í og utt­ anfyri nýggju høllini í Nesvík. Pláss var ikki fyri øllum í sjálv­ ari høllini. Eitt stórt barnakór frá barna­sangfagnaðinum síðsta heyst sang fleiri sangir. Tað var eisini nógvur felags­ sangur. Rita Elmounyar frá Libanon vitjaði. Hon er júst vorðin stjóri á SAT-7, sum er ein fylgi­ sveina­rás, sum sendir á fýra rás­um í Miðeystri. Sunnu­dags­ skúl­arnir hjá Heimamissiónini hava stuðlað rásini í fleiri ár. Millum annað verður ein verk­ ætl­an á fylgisveinarásini stuðlað, so at milliónir av børnum í flóttafólkalegum fáa skúlagongd. Føroya Landsstýri hevur eisini stuðlað verk­ætl­ anini gjøgnum menning­ar­ sam­starv. RFF samstarvar við kommunur um gáloysniátak Mánadagin 29. apríl byrjaði eitt nýtt átak hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, har samstarvað verður við 15 kommunur og løgregluna um eitt átak at mótarbeiða gáloysni í ferðsluni Frants Jensen frants@sosialurin.fo – Málið er, at tað skal gerast ein sjálvfylgja at lata tele­ fonina liggja, tá ið vit koyra bil. Tað skal verða líka sjálv­ sagt sum tann hugburðs­ broyt­ingin, sum er farin fram við rúsdrekkakoyring. Í dag eru flest øll púra samd um, at rúsdrekka og bil­koyr­ ing hoyra ikki saman. Tað sama skal eisini vera gald­ andi fyri hugburðin til gá­ loysni og at vit koyra bil, tá ið vit koyra bil. Tað skal so lítið til, áðrenn gáloysni hevur við sær vanlukku við álvars­lig­ um avleiðingum, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslu­ trygd.   Útlendskar kanningar vísa, at gáloysni er partur av triðju hvørjari deyðs­van­ lukku í ferðsluni, og vit hava neyvan orsøk at halda, at tað er munandi øðrvísi í Før­oy­ um, sigur Ráðið fyri Ferðslu­ trygd í tíðindaskrivi. 15 kommunur taka undir við átakinum Ráðið fyri Ferðslutrygd hev­ ur gjørt avtalu við 15 av komm­ununum í landinum, tað vil siga meira enn helvt­ ini, at tær eisini vera við í átak­inum. Hesar eru: Eystur komm­una, Fuglafjarðar komm­ ­una, Klaksvíkar kommuna, Kunoyar komm­una, Kvívíkar kommuna, Nes Kommuna, Runavíkar kommuna, Sands kommuna, Sumbiar komm­ una, Sørvágs kommuna, Tórs­havnar kommuna, Vága komm­una, Vágs kommuna, Vest­manna kommuna og Við­areiðis kommuna. - Vit gera hetta fyri at geva átakinum størri slagmátt. Kommunurnar eru veg­ myndug­leiki á stórum parti av landsins vegateinum og teirri ferðslu, ið ferðast har. Eisini hava kommunurnar ser­ligan kunnleika til egin lokal­øki og borgarar og á henda hátt kann boð­ skapurin frá átakinum koma út, júst har hann ger mun. Tí eru vit sera takksom fyri, at so nógvar kommunur taka undir við átakinum, sigur Lovisa Petersen Glerfoss. Løgreglan við ‘tig og koyr’ - sleikisneisum Eisini politiið ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er. Løgreglan fer eisini at býta út ‘tig og koyr’-sleikisneisir til bil­før­ ar­arnar, sum verða steðgaðir. Kommunurnar hava fingið pakkar við klistri­ merkj­um, sleikisneisum og øðr­um tilfari, sum tey fara at seta fram á almennum støð­ um og deila út. – Eg vænti at løgreglan být­ir út til øll, ið ynskja at mót­taka og ikki bara til “synd­ararnar”, sigur Lovisa. Føroyingar um gáloysni Í Gallup-kanning hjá RFF sæst, at 85% av føroyingum meta, at gáloysni hevur sera stóran ella stóran týdning fyri talið av álvarsligum ferðslu­vanlukkum. Men bert 57% siga seg ongantíð tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil. Heili 17% siga seg tosa í handhildna telefon, meðan tey sjálvi koyra bil, 2-4 ferðir um vikuna, ella dagliga! – Vit vita sostatt at gá­ loysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra bil, tá ið vit koyra bil, sigur Lovisa. – Málið er, at tað skal ger­ ast ein sjálvfylgja at lata tele­fonina liggja, tá ið vit koyra bil. Tað skal verða líka sjálv­sagt sum tann hug­ burðs­broytingin, sum er farin fram við rús­drekka­ koyr­ing. Í dag eru flest øll púra samd um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki sam­ an. Tað sama skal eisini vera gald­andi fyri hugburðin til gá­loysni, og at vit koyra bil, tá ið vit koyra bil. Tað skal so lítið til, áðrenn gáloysni hev­ ur við sær vanlukku við álv­ ars­ligum avleiðingum, sigur Lov­isa Petersen Glerfoss.  ÝTSLU Pláss er fyri gott 500 fólkum í nýggju høllini. Her frá felags sunnudagsskúlanum sunnudagin Mynd: trubodin.fo Eitt felags barnakór sang til sunnudagsskúlan Mynd: trubodin.fo