Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Skilagott at kanna húðina fyri móðurmerkjakrabba Hvørja viku doyggja fimm danir av móðurmerkjakrabba, harav tríggir eru menn. Hetta hendir, tó at tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum verða rakt av sjúkuni. Ein av orsøkunum til, at fleiri menn enn doyggja, er, at menn í størri mun enn kvinnur gloyma at kanna húðina fyri móðurmerkjakrabba Vilmund Jacobsen Móðurmerkjakrabbi er álvar­ slig sjúka, men jú fyrr sjúkan verður staðfest, tess størri eru møguleikarnir fyri lekidómi. Tí er tað ógvuliga týdn­ing­ar­ mikið, at húðin verður kannað regluliga. Ein kanning hjá Kræftens Bekæmpelse og Tryg Fondens Solkampagne vísir, at bert fýra av 10 donskum monnum kanna húðina hvørt hálvár ella oftari fyri tekin um móður­merkja­ krabba. Millum kvinnur er talið 54 prosent. At menn ikki eru líka raskir sum kvinnur at lata seg kanna, merkir, at teir ofta koma seinni til lækna og tískil ikki vita um sjúkuna, fyrr enn hon er vorðin meira útliðin. Danir hava tí sett eitt átak í verk fyri at fáa fólk og serliga menn at ansa betri eftir at halda eyguni við móður­merkj­ um, sum kunnu vekja illgruna. Tað eru Kræftens Be kæmp­ else, TrygFonden og Dansk Dermatologisk Selskab, ið standa saman um átakið. - Vit vilja eggja øllum, bæði monn­um og kvinnum at kanna húðina regluliga. Hetta er hvørki trupult ella tíðar­ krevj­andi, og tað er ógvuliga týdn­ingarmikið, at vit minna hvønn annan á at fáa hetta gjørt, sigur Peter Dalum, verk­ ætl­anarleiðari hjá Kræftens Be­kæmpelse og TrygFondens Sol­kampagne. Eins og bilurin skal til reglu­ ligt sýn, eigur tú eisini at syrgja fyri, at hugt verður at húð­ini av og á. Hjálpast at Átakið um at kanna seg fyri møguligan móðurmerkja krabba hevur á síni heima síðu – www. tjekdinhud.nu - nøkur góð ráð um, hvussu húðin verður kannað, og hvørjum tú skal hyggja eftir. Eisini er ein videoupptøka at finna á heimasíðuni, sum stig fyri stig vísir, hvussu øll húð­in á kroppinum verður kannað. Ein leiðvísari er, har tú sært, hvørjum tú skalt hygg ja eftir, og her sæst eisini, at mytur um, at hárvøkstur í móður­ merkj­um er vandamikil, verða av­lívaðar. Sambært professaranum og formanninum í Dansk Derma­ to­logisk Selskab, Lone Skov, er tað lættari at finna fram til broytingar í húðini, um tú kennur tína húð og tíni móð­ urmerki væl, og tað gert tú, um tú kannar húðina regluliga. Tað kann vera ein fyri mun­ ur at fáa ein vin ella felaga at hjálpa tær við eitt nú at kanna hárbotnin, tí móðurmerki kunnu sita alla staðni á kropp­ inum. Lone Skov leggur upp til, at fólk søkja sær lækna, um tey koma eftir illgrunasom um broyt­ingum, tá húðin verður kannað. Talan kann eitt nú vera, at móðurmerki broyta skap, lit ella stødd. Um kanningina Tølini fyri, hvussu nógvir dan­ ir kanna sína húð, koma úr frá­ greiðingini “Danskernes sol­ van­er i sommerferien 2016”. Í kanningini verða sólvanar lýstir millum 5.030 danir í aldr­ in­um 15 til 70 ár, og spurt verð­ ur, hvussu ofta hesi antin sjálvi kanna húðina ella fáa onn­ur at hjálpa sær at gera tað. Móðurmerkjakrabbi kann byrja í bæði verandi og ný­ komn­um móðurmerkjum. Við endan av 2015 vóru tað umleið 28.000 danir, sum onkra­staðni í lívinum høvdu fingið staðfest móð­ur­merkja­ krabba. Hvørt ár verða staðfestir um­leið 2.250 nýggir tilburðir, har­av umleið 1.050 verða stað­ fest­ir millum menn og 1.200 mill­um kvinnur. Hóast tað eru fleiri kvinnur, sum fáa sjúkuna, eru tað fleiri menn, sum doyggja av móð­ur­ merkjakrabba. Umleið 285 danir doyggja ár­liga av sjúkuni, og her eru um­leið 120 kvinnur og umleið 165 menn. Móðurmerkjakrabbi rakar bæði ung og gomul, og hetta er tað slagið av krabbameini, sum oft­ast verður staðfest millum ung í aldrinum 15-34 ár. Fyribyrg krabba Sólstálur í smærri nøgdum eru góðar fyri okkum øll, men ov nógv uv-sólstráling er krabba­ meinselvandi. Heimsheilsustovnurin WHO metir, at út við 90 pro­ sent av øllum tilburðum av móð­urmerkjakrabba hevur sína orsøk í uv-strálum frá nátt­úrligari sól og sóllampum. Hetta merkir, at stórir møgu­leikar eru fyri fyri byrg­ ing. Ein góður máti at minka um uv-strálur er at fylgja sól­ráð­ um um skugga, sólhatt og klæði og ikki minst um sóls­ myrsl, tá tú ert úti í nógvari sól. Skilagott er eisini at sleppa sær undan sóllampum. Við at ansa eftir húðini og taka hond um broytingar í húð­ini, kanst tú ikki fyri byrgja húðkrabba, men á henda hátt kanst tú eyðmerkja krabba­mein somikið tíðliga, at møgu­leikin fyri at gerast frísk/ ur aftur eftir tilburð økist mun­andi. Kelda: www.cancer.dk