Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Mánadagin var eitt ferðalag úr Føroyum við umleið 20 fólkum og royni nýggju elbussarnar í Roskilde. Bussarnir hava roynst framúr væl, sigur Johan Mortensen Frants Jensen frants@sosialurin.fo Í føroyska ferðalagnum vóru millum onnur Heðin Mort­en­ sen, samferðslumálaráðharri, Magni Arge, fólkatingsmaður, Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík og Tórbjørn Jacob­ sen, borgarstjóri í Runavík. Sirið Stenberg, orku­mála­ráð­ harri, og Annika Olsen, borg­ar­ stjóri í Havn, skuldu eisini vera við, men tær máttu geva av­ boð. Onnur umboð fyri orku­ mála­ráðið og fyri Tórshavnar komm­unu vóru tó við. Eisini umboð fyri SEV, Strand­fara­ skip Landsins og fyri føroyskar bussútbjóðarar vóru við. Roynst framúr væl – Vit hava koyrt við bussunum, og teir roynast sera væl. Tað er eitt sindur serligt at koyra við teimum, tí teir eru heilt ljóð­ leys­ir. Teir hava nú koyrt í góð­ ar tvær vikur í Roskilde, og tað hevur gingið framúr væl uttan nakrar trupulleikar, sigur Johan Mortensen, konsul­ent­ ur, sum saman við Árna Jakob­ sen, stjóra í SMJ, skipaði fyri ferð­ini. Roskilde er fyrsti býurin í Dan­mark, har allir bussarnir eru elbussar. Men longu í heyst fara 50 líknandi elbussar at koyra í Keypmannahavn. Krøv­ ini í útbjóðingini eru, at tað skulu vera elbussar, ið koyra har í framtíðini. Framtíðin er elorka Tað eru tó ikki bara bussar, sum fara at nýta elorku í fram­ tíðini. Tí frá 1. januar komandi ár fara fimm elferjur at sigla í kanalunum í Keypmannahavn. – Tað fer fram ein sera stór menning innan elframleiðslu av akførum, ferjum og øðrum. Kinverjar eru ótrúliga framm­ ar­laga innan hetta økið. Tað er heilt víst, at elbussar verður fram­tíðin, sigur Johan Mort­ en­sen. – Eg haldi, at føroyingarnir, ið vóru við á ferðini, eisini hava fingið eyguni upp fyri, at fram­tíðin er elorka, sigur Johan Mortensen. Laðaðu varðar sum sjálvboði arbeiði – Mær dámar væl at vera í náttúruni, so hetta er sum eitt frítíðarítriv, segði Ona Flindall úr Oslo í Norra, sum síðsta vikuskiftið umvældi bygdagøtuna millum Kirkjubø og Havnina Frants Jensen frants@sosialurin.fo Ona var ein av 106 útlend­ing­ um, sum vóru komin til Før­ oya at gera sjálvboði arbeiði. – Pápi mín ringdi til mín úr Onglandi. Hann hevði sæð eina lýsing í The Guardian um at fara til Føroya og arbeiða sjálvboðið fyri ferðavinnuna. Hann spurdi um hetta ikki var nakað fyri meg. Tað end­ aði við, at bæði eg og pápi mín teknaðu okkum, sigur Ona. Altíð ynskt at komið til Føroya Henni dámar væl at vera í nátt­úruni. – Eg gangi vanliga nógvar túrar í Norra. Eg eri lærd, at tá ið gingið verður framvið ein­ um varða, so skal eg leggja ein stein á. So tað er tað, sum eg kenni til hetta. Eg havi verið eitt slag av frítíðarlaðara, sig­ ur Ona. Ona er uppvaksin í Bergen og hevur altíð hoyrt um Før­ oy­ar. Hetta er tó fyrstu ferð, hon er í Føroyum. – Eg havi altíð ynskt at komið til Føroya, og eg eri glað fyri, at hesin møguleikin nú kom, sigur hon. Hon og pápin komu til Før­ oya longu mánadag. Tey leig­ aðu bil og koyrdu runt í stór­ um pørtum av Føroyum, áðr­enn tey fóru at arbeiða sjálv­boði. – Tað er sera vakurt her. Eg havi lagt fleiri myndir út á face­book, og eg havi fingið nógvar jaligar viðmerkingar frá vinum og øðrum, sigur Ona. – Tá ið vit fáa uppihaldið her ókeypis, búgva væl og hava tað gott sosialt saman, so haldi eg, at eg eisini má skriva og leggja myndir út, so onnur eis­ini síggja tað og fáa hug at koma til Føroyar, sigur Ona Flin­dall. 11 útlendingar Tað vóru 11 sjálvbodnir út­ lend­ing­ar, ið arbeiddu við at drena, laða upp aftur varðar og taka nið­ur aðrar varðar, sum ikki stóðu á røttum staði á bygda­gøt­uni millum Tórs­ havn og Kirkju­bø. Nýggj skelti vórðu eisini sett upp í báð­um endum av farleiðini. Tey sjálvbodnu vóru úr Dan­ mark, Norra, Bret­land og Ír­ landi. Umframt út­lend­ing­ar­ nar, vóru eisini nøk­ur fólk frá Hjálpi­rótini og Visit Faroe Islands, sum løgdu lag á og hjálptu til. Teir 106 útlendingarnir hamp­aðu um bygdagøtur og far­leiðir til onnur støð, ið eru nógv vitjað ymsastaðni kring landið. Tilsamans varð arbeitt á 11 støðum kring landið. Ona Flindall úr Oslo í Norra stendur uttast til vinstru Føroyskir politikkarar og onnur koyra í elbussi í Roskilde Føroyskir politikkarar royna elbussar Ein av elbussunum, sum føroyingarnir royndu