Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR TØKK Heðin Ólavson Jacobsen f. 06.07.1955 - d.11.04.2018 Eina hjartans tøkk vilja vit bera tykkum, ið á ein og hvønn hátt vístu okkum samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Heðin Ólavson Jacobsen andaðis 11. Apríl 2018. Takk til tykkum, ið vitjaðu á Landssjúkrahúsinum. Takk til palliativa toymið og sjúkrasystrarnar á palliativu stovuni, ið vóru okkum so hjálpsamar. Takk til Jákup Petersen prest fyri góða talu á kapellinum og takk til Havstein Klein prest fyri vælvald og vøkur orð til jarðarferðina. Takk til berarar, til sangarar, til gravarar, fyri vøkur minningarorð og øll tey, ið hjálptu til í ervinum. Takk fyri blómur, kransar og minningargávur. Takk tit øll, ið fylgdu Heðin til hansara hvíldarstað her á fold. Tórfríð, Súsanna, Mads og Herfríð við familju TØKK Poula Poulsen f. 05.05.1951 - d. 29.01.2019 Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra systir, mostir, ommudidd andaðist og varð jarðað. Hjartaliga tøkk fyri heilsanir, peningagávu til sjúklingahotellið, blómur og kransar. Takk til starvsfólk á G3 og B6 ið hava verið um Poula hesu seinastu árini. Takk til bisp, prest, kirkjutænarar, sangarar og gravara. Takk til Leilu og Max fyri vakran sang í kirkjuni. Takk til flogbóltsliðið fyri uppdekkan til ervið, og lærararnar á Strondum fyri servering. Takk til tykkum sum bakaðu. Ein serlig tøkk til meinigheitshúsið á Skála fyri suppuna til ervið. Takk til tykkum øll ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vinarliga familjan Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið vístu samkenslu og hjálpsemi tá elskađi maður, pápi, verpápi og abbi okkara Finnbjørn Karbech Mouritsen Doyði og fór til gravar. Takk til øll tykkum sum vóru um hann, vitjaðu og vóru góð við hann. Takk til starvsfólkini á Tjarnargarði, sum vóru so góð við hann, har hann búði seinastu tíðina. Stóra takk til palliativu eindina á Landssjúkrahúsinum fyri góða hjálp og umsorgan. Takk fyri hjálp til jarðarferðina og ervið. Takk fyri heilsanir, blómur og kransar. Takk til sangarar og til øll tykkum ið fylgdu. Eisini eina hjartans tøkk til Berg Debes Joensen, prest. Fyri tey avvarandi Margit, Andreas og Peter við familjum Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu tá kæra systur okkara, Betsy Rasmussen f. 13. juli 1926 – d. 25. sept. 2018 andaðist og varð jarðað. Ein serlig tøkk til heimahjálpina og tykkum á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi, fyri góða umsorgan og hjálp. Tøkk til Emil Olsen prest fyri góð orð, tøkk til allar hjálpandi hendur,og tykkum, sum vóru við til at gera ta seinastu ferðina, hjá Betsy, so virðiliga. Hjartans tøkk Familjunnar vegna Jóhan og Albert