týsdagur 30. apríl 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
Krabbameinsfelagið
Almennur fyrilestur um sorg verður
mánadagin 6. mai kl. 19.00 í Auluni í Finsen
Kendi danski fyrilestrarhaldarin, journalisturin og P1 verturin, Esben Kjær,
fer at halda fyrilesturin“Sorgen er en kraft”.
Esben misti sonin hjá sær av krabbameini fyri sjey árum síðan.
Hann hevur arbeitt nógv við evninum sorg. Hann hevur gjørt
sjónvarpssendingar, givið út bók, hildið fyrilestrar, luttikið í almenna
kjakinum um sorg og um sorg skal staðfestast sum ein sálarsjúka.
Tað er ókeypis at koma til fyrilesturin. Fyrilesturin verður í Auluni í Finsen
í Havn, og av tí at har er avmarkað pláss, mást tú boða frá, ætlar tú tær
til fyrilesturin.
Boða frá á kmf@krabbamein.fo ella ring á telefon 317959.
Øll eru vælkomin.
“Sorgin er ein megi” sigur Esben Kjær.
Tað áhugaverda við sorg er ikki, at hon nívir so fast.
Tað áhugaverda er, hvussu sorgin broytir hvussu vit hugsa og hvat vit
halda um lívið – hvussu vit eru sum menniskju, tað vit hava eftir at liva.
Esben letur sær ikki lynda at síggja sorg sum ein terapeutiskan
trupulleika, ið skal loysast, men lýsir sorgina sum
eina megi, ið broytir allar partar av lívinum
hjá okkum menniskjum, og sum vit skulu
tilevna. Hetta skulu vit gera saman við
teimum deyðu. Tey eru ikki burtur, tey
halda fram at liva í okkum - sum ein
skapandi megi. Vit hava við øðrum
orðum eitt livandi samband við tey
deyðu alt lívið. Tað var 10 ára gamli
David Cozmo, stóribeiggi Sebastian, sum
tá ið hann teknaði lítlu bókina ”Hvordan
man har en usynlig bror”, skapti
karmarnar um, hvussu familjan
nú hugsar um Sebastian – og,
sum gav íblástur til tankarnar
handan bókina ”Min usynlige
søn”.
Grønlandsvegur 58 ۰ Box 1216 ۰ FO-110 Tórhavn ۰ Tel. +298 317959
Tað eru Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, Hjartabarnið, Cystisk Fibrosu felagið og Berin, ið skipa fyri fyrilestrinum.
Suðuroyar Sjúkrahús
Fráfaringarløta
Eftir 46 ár í starvi á sjúkrahúsinum gevst Ronnié Midjord sum
sjúkrahússtjóri 30. apríl 2019.
Í hesum sambandi verður boðið til fráfaringarløtu
á Seglloftinum 6. mai kl. 14 – 17.
Øll eru hjartaliga vælkomin.