Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-30, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2019síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. apríl 2019 · Nr. 49 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bilar 12 prosent fleiri nýggir bilar Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár vórðu seld 73 fleiri akfør enn sama tíðarskeið í fjør. Tað merkir ein vøkstur upp á 11,6 prosent. Tilsamans eru seld 700 akfør fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár í mun til 627 sama tíðarskeið í fjør. Størsta talið er sum vant talið á persónbilum. Higar­til í ár eru seldir 529 nýggir persónbilar í mun til 492 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á sløk 8 prosent. Talið av nýggjum vøruvognum er vaksið úr 92 upp í 99, ein vøkstur upp á 7,6 prosent. Talið á viðfestisvognum er vaksið frá 21 til 28, sum er ein vøkstur upp á 33 prosent. 23 el-bilar skrásettir higartil í ár Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár er talið av skrásettum el-persónbilum í Føroyum vaksið við 23 sum er ein broyting upp á góð 23 prosent. Á nýggjárinum vóru 99 el-persónbilar skrá­ settir, og tá hesin mánaðurin byrjaði vóru teir 122 í tali vísa tøl úr hagtalsskipanini hjá Akstovuni. Tilsamans eru 134 el-rikin akfør í Føroyum. Um­framt teir 122 persónbilarnar, so eru 2 vøru­ vognar, 7 prutl, 1 motorsúkkla og 2 hýru­vognar, sum eru el-rikin. Tilsamanbering so eru 18.612 bensinbilar og 14.843 dieselbilar í Føroyum. Tað svarar til, at 49,4 prosent av akførunum í Føroyum eru bensin­ bilar. 10,9 eru viðfestisvognar av ymsum slag. 0,4 eru el-bilar og 39,4 prosent eru dieselbilar. Hjá teimum í Føroya Ellis­ ak­førum bíðar ein stórur dagur fyri framman. Tað er tann 6. mai í 2022 – um trý ár. Tí tá verða tað 100 ár síðani, at fyrsti bilur kom í land í Føroyum. Tað var ein Ford TT last­vognur, sum svágr­ar­ nir báðir Vilhelm Nielsen og Wenzel Petersen seldu Johannes Olsen og Júst Sivertsen í Havn. – Eg minnist væl tann dagin. Nógv fólk var komið saman, og bilurin kom í land á einum prámi. Soleiðis greiddi Oluffa í Gongini frá í Sosialinum 12. juni í 1996. Bilurin kom til Føroya við DFDS skipinum »Is­ land« og varð førdu í land á einum prámi. – Har var eingin, sum dugdi at koyra bilin. Hann var tí skumpaður niðan í Quillingsgarð, har Wenzel og Vilhelm høvdu smiðju, greiddi Oluffa í Gongini víðari frá. Hon og Johannes Ol­ sen vóru systkinabørn og hann búði inni hjá Oluffu og teimum undir Kletti. Tí mintist Oluffa hetta so sera væl. – Johannes var tann fyrsti, sum koyrdi. Tað var dan­in, Plank (pápi Viggo Plank), sum lærdi hann at koyra. Ta fyrstu tíðina var tað bara Hannes, sum koyrdi, segði Luffa. Johannes Olsen doyði ungur av einum óhappi, tá ein ketil brast úti á Dronn­ing Alexandrines Hospi­tal, har hann ar­ beiddi. Hetta var í 1924. Síðani tá koyrdi Júst Sivert­sen bilin. Sum skilst eru onkrar ætlanir um at há­tíðar­ halda 100 ára dagin fyri bili­num í Føroyum, tann 6. mai í 2022. Á hvørjum flaggdagshaldi í Havn síðani 1992 hava ellisakfør verið fast­ur táttur av flagg­dags­haldi­ num í Havn. Sum so var einki undantak í síðstu viku. Felagið Føroya Ellis­ak­ før varð stovnað í 1992, og longu fyrsta árið sýndi felagið fram nøkur ellis­ akfør á Vaglinum í Havn fyri og undir flagg­dags­ haldinum. Sum ellisakførini gjørdust fleiri, og tá renni­kapp­ingin hjá Bragdi­num eisini skuldi haldast í sambandi við flagg­dagshaldið, so var ikki pláss til bilarnar á Vagli­num. Tí vórðu teir í nøkur ár sýndir fram niðri á Kongabrúnni og onkun­tíð úti á Bursa­ tanga. Hetta var tó hildið at vera í so langt frá sjálvum flagg­ dagshaldinum á Vagli­ num, og av tí at rennar­ arnir skuldi út eftir Havnargøtu, so máttu bilar­nir skunda sær av­ stað, áðrenn flagg­dags­ renn­ingini byrjaði. Úrsltið var, at fólk náddu ikki oman at síggja bilar­nar. Seinastu árini hava bilar­nir tí verið sýndir fram í Tórs­gøtu, frá Miðla­húsi­num og niðan­ eft­ir, alt eftir, hvussu nógv­ir teir eru í tali. Hendan skipan hevur riggað væl, og nógv fólk hava verið á fram­ sýningini. Framsýningin hjá Før­oya Ellisakførum hós­dagin var tann 28. síðani hina fyrstu á Vagli­num í 1992. Og um tað var onkur nýggjur bilur fram við Vaglinum hendan dagin, so kundi hann koyrt og verið sýnd­ur fram saman við hinum ellisakførunum. Tí markið sum ellisakfør er tað akfar er 25 ár. Føroyska bila­søgan 100 ár Gamlir bilar hátíðar­ hildu flaggið fyri 28. ferð