Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-30, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2019síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. apríl 2019 · Nr. 49 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bilar Vilmund Jacobsen P/F Gervi, sum hevur stór­bila­verkstað á Hjalla 6 í Hoyvík, er eisini umboð fyri Iveco-vøru­ bilar, lastbilar og bussar í Føroyum – ella vinnu­ bilar, sum tað verður rópt undir einum. Á verkstaðnum ger fyri­tøkan mekaniskar um­væl­ingar av ymiskum slag, og her ber eisini til at fáa vinnubilar sporaðar. Gervi hevur sølu av dekkum og tænastu­veit­ ing í hesum sam­bandi. Eisini hevur stór­bila­verk­ staðurin á Hjalla eyka­ lutir – eisini til onnur bila­merki enn Iveco. Tað eru tríggir lykla­ per­sónar, sum standa aftan fyri Gervi, og teir eiga fyritøkuna saman við Skipafelagnum Før­ oy­ar. Skipafelagið er tó ikki ein aktivur partur í dag­liga virkseminum hjá felag­num. Eyðbjørn Johansen vísir á, at Iveco, sum fyllir nógv í umboðanini hjá stórbilaverkstaðnum, er italienskur framleiðari av vørubilum, lastbilum og bussum. - Hóast vit umboða Iveco, umvæla vit allar buss­ar, stórbilar og vinnu­bilar annars – eisini av øðrum merkjum. Vit gera eisini ymiskt smiðju-og sveisiarbeiði, tá viðskiftafólk spyrja eftir tí, sigur hann. Púrasta av sporinum At Iveco-bussar – stórir sum smáir - eru eitt gott boð, tá ræður um bæði ferða­fólkaflutning og al­mennan flutning, er Eyðbjørn Johansen slett ikki í iva um. - Herfyri kom spurn­ ing­urin upp at venda, at bussarnir, sum eitt nú skulu koyra fyri Bygda­ leið­ir tey næstu árini, kanska kundu verið el- driv­n­ir. Men, eg haldi, at kjak­ið, sum her tók seg upp, púrasta er farið av spori­num. Um dagarnar frættist eisini um føroyska sendi­ nevnd, sum hevur verið í Danmark og roynt el- bussar. - Alt gott um, at gingið verður – og hugsað verður – um nýggjar leiðir, men um­støðurnar á sløttu donsku vegunum kunnu als ikki samanberast við okkara vegir. Eyðbjørn Johansen vísir á, at í Danmark verður snakkað um el- buss­ar, sum á sløttum kunnu koyra einar 250 kilo­metrar, men her í Før­oy­um snakka vit um brattar brekkur og skift­ andi landslag, har fleiri bussar kanska skulu koyra millum 500 og 700 kilometrar um dagin. - Tað er bara ein veru­ leiki, at hesir bussar finn­ast ikki í løtuni, og eg gleði meg at síggja og royna teir, tá vit hava teir. Viðurskiftini í Før­ oy­um eru á ymiskan hátt serstøk, og vit mugu síggja veruleikan í eygu­ ni. Status er, sigur hann, at møguligir el-bussar, sum vit hava brúk fyri í Før­oy­um, eru ikki á mark­naði­num. Eyðbjørn Johansen vísir á, at tá eitt nú bý­ ráðs­politikarar og onnur halda, at el-bussar í løtuni eru ein møguleiki, kundu hesi fólk kanska lagt upp til at roynt el-bussar í býarkoyring, sum hóast alt krevur nakað minni enn millumbygdakoyring. Teir dálka lítið Iveco framleiðir bussar við lutfalsliga lítlum út­ láti í mun til ES-krøv, og her eru eisini bussar, sum eitt nú í 2016 vunnu heið­ ur­in sum Ársins Bussur. - Tað er tað reina tvætl, tá tað hevur verið sagt, at bussarnir dálka líka illa í dag sum fyri tíggju árum síðan. Tað koma nýggir normar og krøv, og ES- norm­urin fyri útlát í buss­um, sum kemur hin 1. september í ár, setir enn størri krøv til útlát enn áður. Allir nýggir Iveco- bussar, sum verða seldir í dag, lúka longu nú tann normin, sigur hann. Eyðbjørn Johansen fegnast um, at dentur verður lagdur á minni út­lát, og hann fegnast eisini um arbeiðið við eitt nú el-bussum. Men, hann heldur samstundis, at sam­felagið noyðist at fyri­halda seg til veru­ leikan, soleiðis sum hann er. - Gervi er altíð til reið­ ar at vegleiða og geva ó­bind­andi tilboð upp á bæði vørubilar, lastbilar og bussar, leggur hann aftr­at. Gervi við umtóktum og reinum Iveco-bussum - Iveco-bussar – stórir sum smáir - eru avgjørt eitt gott boð, tá ræður um bæði ferðafólkaflutning og almennan flutning, og her er útlátið minimalt, sigur Eyðbjørn Johansen