Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin »Tá ið avlátsdálar í kistli klinga, straks sálir úr skerseldi springa« Tað vóru skakandi myndir at síggja 850 ára gomlu kirkjuna í París, Notre Dame, fara upp í royk mánakvøldið í dimbul­ daga­viku. Fraklendingar fingu ilt fyri hjartað, og Emm­an­uel Marcron, forseti, segði, at hann var sorg­ar­fullur av at síggja »ein part av okk­um sjálvum fara upp í royk«. Sum vera man er tað ein sorgarleikur. Tað skilja øll. Men tá alt kemur til alt, so snýr tað seg »bara« um eini hús, sum kunnu end­ur­byggjast. Tí tykist tað beinleiðis margháttligt – og er eitt skríggj­andi dømi um tann ó­ javna, sum er í Fraklandi, at tveir per­ són­ar, áðr­enn eld­ur­in er sløktur, bjóða seg til at spjaða til við gjalda hálva triðju mill­i­ardir kónur til umvælingararbeiðið, sum stend­ur fyri framman. Hetta minnir ikki sørt um dagar Mart­in Luthers, tá ríkfólk kundu keypa sær av­lát frá kirkjuni fyri at stytta sær um steðg­in í reinsingareldinum inn í deyð­an á veg í Himmiríki. At tvær familjur – uttan at fara niður í livi­støði – kunnu lata so nógvar pengar, er symbol upp á tann ójavna og tann upp­reist­ur, sum í løtuni valdar í Franka­ ríki. Mótmælisfólkini »Teir Gulu Vest­ar­ nir« fóru á gøturnar í París, tá Emmanuel Mac­r­on strikaði ognarskattin hjá teim­ um ríkastu og samstundis hækkaði av­ gjald á bensin og diesel. Fraklendingar í milliónatali hava lang­an veg til arbeiðis, og kollektiva ferðsl­an í útjaðaranum er skerd. Frankaríki er vorðið eitt stætt­ar­sam­ fel­ag, har Teir Gulu Vestarnir umboða tey á tei­m­um niðastu rókunum. Tíverri, kunnu vit siga, hava ófriðarkroppar leit­ að sær uppí við eldáseting og herverki, so­leið­is at harðskapur er vorðin ein part­ur av myndini. Men tað broytir ikki tann veruleika, at ó­javn­in í Frankaríki er risa stórur. Ein ó­javni, sum kann birta eitt nógv størri bál, enn eldurin í Notre Dame. Frástøðan millum rík og fátøk er so ov­ur­honds stór, at Frankaríki í dag er so óalmindiliga langt frá upp­runa­num til væl­ferð­ar­sam­fel­ag­ið, sum vit kenna tað og her­rópi­num »frælsi, javnaður og brøðrarlag«. Kirkjan sum vísir franska stættamunin 3. MAI 2019 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri – Vit kunnu lova, at vit fara ikki at gloyma, hvør tað var, sum antin bjargaði, ella drap nátt­úru­ marg­feld­is­lógina. Tað siga tey trý feløgini, Føroya Fugla­frøði­fel­ ag, Ringrás og Føroya Náttúru- og Um­hvørv­is­fel­ ag, nú alt bendir á, at stóra málið um at fáa eina nýggja náttúruverndarlóg, verður eitt av nógv­ um málum, sum detta burtur, nú Løgtingið fer í summ­arfrí. Eini 70 mál eru eftir í Løgtinginum, sum ikki eru avgreitt, og tey fella sostatt burtur, nú Løgtingið fer í summarfrí. Fleiri stórmál eru ímillum tey, eisini málið um eina nýggja nátt­úru­ marg­feld­is­lóg. – Vit eru tilsamans áleið 300 limir, og vit kunnu lova, at vit fara ikki at gloyma, hvør tað var, sum ann­að­hvørt bjargaði, ella drap, nátt­úr­u­marg­feld­is­ lóg­ina, siga tey í eini á­var­ing til Løg­tingið. Náttúrufólk leggja trýst á ting­fólk LÓGARUPPSKOT SÚLTAÐ Les eisini blaðið á telefonini Veljarakanningar siga einki serligt Síða 18-19 Eitt 95 ára minni: »General Gordon« Siðsøgan síða 24-25 Sjálvstýri boðar frá, at Herborg Hansen úr Klaks­vík verður valevni fyri Sjálvstýri til kom­andi løgtingsval. Herborg er 28 ára gom­ul og er útbúgvin innan tónleika vinnu og sang­smíð. Herborg er í løtuni fløguaktuell við nýggju fløgu hennara »Eyðkenni«, og tað er júst mentunarøkið ið liggur henni sera nær. Herborg ynskir at vera við til at seta størri sjóneyku á mentan í breiðari merking, skrivar Sjálvstýrið, sum endurgevur hana soleiðis: – Tað er týdningarmikið, at vit betra um karm­arnar fyri mentanarligum og kre­a­tiv­ um virksemi. Tað skal gerast hugaligari hjá tí privata at stuðla mentan, soleiðis at virk­semi gerst meiri fjølbroytt og breitt kring alt land­ ið. Hetta kann m.a. gerast við eini end­ur­skoð­ an av toll og meirvirðisgjøldum. Eftir at hava búð uttanlands í 10 ár, fegn­ ast Herborg um at vera flutt heim. Hon sig­ur seg vóna, at hon við sínum royndum og før­ leikum, kann vera við til at seta síni fingra­ merki á samfelagið. Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, fegn­ast um at Herborg verður á listanum til kom­andi val. – Vit í Sjálvstýri fegnast um at Herborg hev­ur játtað at stilla upp. Herborg vil við sín­um royndum og førleikum vera eitt sterkt í­kast til listan til komandi val, sigur Jógvan Skor­heim. Herborg arbeiðir á Bakkafrost á Glyvrum, og er við fyrsta barn saman við skotska sjeiki­num James Clarke. Í 2018 flutti Herborg heimaftur til Føroyar, eft­ir at hava búð uttanlands í 10 ár. Hon hev­ur gingið á altjóða miðnámsskúla í Norra, pass­að børn og lært franskt í Frankaríki og lis­ið á fróð­skaparsetri í Skotlandi. Í Føroyum er hon møg­uliga mest kend fyri at vera sterk­asti kvinnuligi telvari, tó tað er ein løta síðani hon hevur fing­ist nógv við ít­r­óttin. Herborg hevur lokið Bachelor og Mast­er útbúgving innan tónleika vinnu og sang­smíð og hevur roynt seg við ymiskum ment­an­ar­ lig­um arbeiði, eitt nú samskipan og útinnan av til­tøkum, festivalum, listaframsýningum og fløgu útgávum. Eisini hevur hon verið upp­i í politikki, sum umboð fyri lesandi á fróð­ska­parsetri í Skotlandi. Herborg Hansen ætlar sær á ting fyri Sjálvstýri Í blaðnum...