Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 3 Semja um at fara í summarfrí í dag Sjálvt um andstøðan ilskast, so megnar hon ikki at forða fyri, at tingfólk fara til hús í dag og ikki møtast aftur fyrr enn á ólavsøku ÁRNI GREGERSEN N evndirnar í Løgting­ in­um hava arbeitt við nógvari ferð hesa vik­una, men stígur er komin í tingarbeiðið, so tað verða bert nøkur fá mál afturat, sum verða avgreidd av tinginum áðr­ enn tingsetan endar. Grundleggjandi so er hendan tingsetan galdandi til á ólavsøku, men tingforaðurin hevur boðað frá – helt í samráði við sam­gong­ una – at tingfólk fara til hús í dag og so verður fundur ikki aftur fyrr enn á ólavsøku. Politiska støðan er so háttað, at sjálvt um samgongan í prin­ sipp­inum hevur verið ein minni­ lutsamgonga øll árini, so er hon tað meiri nú. Fyrst tí at Krist­ in Michelsen er koyrdur úr Javnaðarflokkinum, men eis­ini tí Magni Laksáfoss, utt­an­flokka­ ting­maður, ikki longur er bundin av at stuðla samgonguni. Nøkur mál er semja millum andstøðuna og samgonguna um at avgreiða áðrenn tingið fer heim, men eftir fara at liggja eini 60 mál í nevndunum. Hesi mál detta burtur, tá ið tingsetan endar, so skulu tey viðgerast seinni, so mugu tey leggjast framaftur. Stór mál Fleiri stór mál fara at liggja eftir. Nýggja vælferðarlógin, sum Eyðgunn Samuelsen, lands­stýris­ kvinna við almannamálum, legði fram, verður ikki samtykt á hesum sinni. Her er talan um eina ógvuliga umfatandi lóg, sum skal koma í staðin fyri gomlu donsku sosial­ lógina, sum vit í Føroyum hava pjøssað uppá seinastu mongu ár­ ini. Heldur ikki hin stóra lógin – náttúrumargfeldislógin – verður endaliga viðgjørd á hesum sinni. Lógin snýr seg um so at siga alt, sum hevur við náttúruvernd at gera og byggir á norsk fyridømir. Summi tingfólk halda, at hon brýt­ ur við alt føroyskt lógarsmíð og tí vænta tey broytingar í lógar­upp­ skotinum. Bústaðarpakkin Landsstýrið boðaði undan jólum frá, at tey fóru at koma við einum bústaðarpakka, sum skal minka um bústaðarneyðina í Føroyum. Fleiri mál í hesum pakka eru komin gjøgnum tingið, men avger­andi heimildin til Bústaðir er ikki avgreidd. Eftir ætlan, so skal Bústaðir sleppa at lána 250 milljónir afturat og fyri tær milljón­irnar byggja 200 íbúðir aft­urat tí, sum longu er í gongd. Málið liggur í fíggjarnevndini, men á tí fundi, sum floks­for­menn­ ir­nir høvdu, har teir avtalaðu hvørji mál skulu avgreiðast áðr­ enn tingið fer heim, var hetta upp­ skotið ikki við. Tað vil siga, at fráboðaði bú­ stað­arpakkin ikki fer at virka av álvara fyrr enn heimild er latin Bústøðum at lána meira pening at byggja fyri. Fleiri onnur mál liggja í nevnd­ un­um, men semjan millkum flogs­ for­mennirnar var, at bert tað sum ligg­ur til høgrabeinið verður borið ígjøgn­um nú. Politisk ósemja Eftir at tað politiskt gjørdist greitt, at samgongan ikki hevur meirluta í tingsalinum og at andstøðan held­ur ikki fær meirluta fyri at fella samgonguna, samdust báðir part­ar meira ella minni um at fara til hús í dag. Andstøðan finst sjálvandi at, at samgongan og landsstýrið hevur ein fyrimun í tríggjar mánaður, har tey sleppa at senda politiskar ballón­ir upp, meðan andstøðan ikki hevur somu møguleikar. Hinvegin er hetta politikkur, sum verður brúktur undan einum vali, serliga sum í hesum føri, tá ið samgongan ikki megnar at fáa egin mál samtykt. Tí verður tað rættulgia friðar­ ligt á politiska vígvøllinum til tingið kemur saman til nýggja ting­setu ólavsøkudag. Bárður Nielsen og hinir floksformennirnir gjørdu avttalu við samgonguna um hvørji mál skuldu avgreiðast. Bústaðarpakkin fer ikki at virka til fulnar, tí fíggjarlig heimild verður ikki latin Bústøðum. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, harmast um, at vælferðarlógin ikki kemur gjøgnum nálareygað nú.