hósdagur 2. mai 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019
SOSIALURIN 50
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sosialurin spyr á Instagram:
Nú verður neyðugt at
játta enn meiri pengar
til Glasir fyri at gera
bygningin so mikið lidnan
Í dag eru skrásett 37.897
akfør í Føroyum. Tað
eru 605 fleiri enn á
nýggjárinum, tá tey vóru
37.292 í tali.
Veðurmenningar
bólkurin hevur handað
landsstýrismanninum
frágreiðing og tilmæli um
dagførda veðurtænastu í
Føroyum
Síðsta vikuskiftið vann
bólkurin Reality Bytes
tónleikakappingina Sement
2019
105 hvalir løgdu beinini í
Sandavági mánadagin
Ein nýggj rættargangslóg
fyri Føroyar fer at hava við
sær, at vanligir føroyingar
uttan løgfrøðiliga útbúgving
fara at døma í revsimálum
SAS
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Gott 2200 mótmælisundirskriftir
eru latnar borgarstjóranum
í Tórshavnar kommunu.
Staðsetingin av Tjóðleikhúsinum
á Skálatrøð verður mótmæld
2200
Flogskipararnir hjá SAS eru farnir
í verkfall, tí teir ikki vera samdir
um nýggja avtalu við SAS um betri
arbeiðsumstøður. Hetta hevur ført
við sær fleiri túsund avlýsingar, og
SAS hevur mist nógvar milliónir uppá
verkfallið. Verkfallið hevur eisini rakt
Føroyarutuna meint. Samráðingar eru
framhaldandi í gongd
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Ímynda tær um
Føroyar blivu
umhvørvisliga og
grøna fyrimyndin
hjá øllum heiminum?
Er Skálatrøð
ein nóg góð
staðseting
til tjóðl
eikhúsið?
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind úr norði, 10 til 15 m/s, út á
dagin minkar hann vindin. Váta- og
kavaslettingur ella heglingur, men
eisini sól at hóma. Hitin millum 2 og
5 stig. Um náttina stívt andøvsgul,
5-10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt,
hitin millum frostmarkið og 4 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk úr
norði og útnyrðingi, 8 til 13 m/s.
Skýggjað og regn, vátaslettingur
ella heglingur. Hitin alt
samdøgrið millum 1 og 5 stig.
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi,
5 til 10 m/s. Hann veksur í
andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13
m/s. Mest skýggjað, men yvirhøvur
turt. Um náttina kanska okkurt
regn og vátaslettingur. Hitin alt
samdøgrið millum 2 og 7 stig.
10-15 m/s
8-13 m/s
Hendan tingsetan og hetta valskeiðið
flatar eitt sindur út nú móti endanum.
Avrátt er, at tingið fer heim í dag
og tað hevur við sær, at nógv mál ikki
koma aftur úr nevndunum og detta
sostatt burtur.
Skulu tey viðgerast í nýggjari
tingsetu, so skulu tey leggjast fram av
nýggjum.
Onkur ilskast um, at hetta er so. Tey
halda, at tingið ikki hevur fyri neyðini
at fara heim nú, men kundi arbeitt
nakrar dagar afturat.
Tað er púra rætt, men í slíkum førum
er neyðugt eisini at taka politikk við
inn í líkningina. Samgongan kann
ikki tryggja sær meirluta við tí
samanseting, sum er í tinginum nú, so
leiðslan í samgonguni vil heldur, at vit
fáa eitt val yvirstaðið, áðrenn vit aftur
fáa eina styrkisroynd í tinginum.
Ája!
Almennu partafeløgini hava
aðalfund í hesum døgum. Serliga
Føroya Tele leggur nógvan pening
eftir seg, sum fara til eigaran, sum er
landskassin.
Kjak hevur mangan verið um, um tað
almenna skal eiga hesi feløgini ella tey
skulu einskiljast. Í løtuni verður arbeitt
við at einskilja Posta – eitt alment
felag, sum í løtuni kappast við privatu
feløgini á flutningsmarknaðinum.
Hetta var eitt heitt politiskt mál,
men nú er tilgongdin byrjað.
Um politiskar ætlanir eru um at
einskilja Føroya Tele og Atlantsflog er
ivasamt og tað sama er við partinum,
sum landskassin eigur í Bank Nordik.
Ája!
Vit eru komin út í mai. Fyrr var
mai roknaður, sum ein tann besti
mánaðurin til veður, men hesi seinnu
mongu árini, vísir tað seg, at juni ofta
er betri enn mai.
Hyggja vit út, so vísir tað seg, at tað
er kalt og kavi í fjøllunum enn. Onki
undarligt í tí, men okkum leingist eftir
heldur lýggjari veðri – tað kunnu vit
ikki krógva.
Smálomb síggjast allastaðni nú, so
lýkkan kann gott koma.
Ája!
Ferðin er enn ómetalig høg í
samfelagsbúskapinum. Seinastu
tølini frá Akstovuni vísa, at vit keypa
bilar, sum ongantíð fyrr. Tað plagdi
ofta at vera eitt gott barometur fyri
búskapargongdini.
Eitt annað er alt, sum vit koyra
á brennistøðirnar. Tað sigur nakað
um, hvussu nógv vit forbrúka í
yvirflóðsamfelagnum.
Brennistøðirnar á Hjalla og á
Hagaleitið eru um at hoykna undan
ruskinum og tilgongdin er byrjað at
byggja eina nýggja – helst felags –
brennistøð. Her verður tosað um íløgu
upp móti hálvari milljard.
Byggivinnan hevur nógv at gera.
So nógv, at tað eru millum
500 og 1000 útlendsk
arbeiðsfólk í landinum.
Gangi út frá, at
okkara høgt útbúnu
búskaparfrøðingar
haa roknað út um
hetta er nakað,
sum loysir seg
samfelagsliga.
S u m m a r i ð
nærkast og vit
joyra við fullari ferð.
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Sprotin DA-FØ:
SAS
(st.) Scandinavian Airlines System SAS flogfelagið
Visti tú?
Nú verður tað møgu
ligt hjá føroyingum at
varðveita sín danska
ríkisborgararætt
5-10 m/s