Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 22 Ingrid Hestoy 70 ár Sunnudagin 3. mai fyllir Ingrid Hestoy á Tvøroyri 70 ár. Ingrid er kend sum rithøvundur og blað­ kvinna. Ingrid er fødd og upp­ vask­in á Tvøroyri, dóttir Jóannes Hestoy, føddur Petersen og Birgit Hest­oy, fødd Thomsen. Ingrid hevur tveir yngri brøður, skiparan og rithøvundin Heina Hestoy og prentaran Jon Hestoy. Barnaárini hevði Ingrid góð úti við Húsagarðsá, har familjan bygdi í 1951. Grannalagið bleiv kallað við Sílánna, eftir tí vestaru ánni. Áirnar, mølin, hagin og sjógv­urin, ja øll nátturan var spæli­pláss. Grannalagið gekk inni frá Garðinum hjá Jenna og út til Knús­arin, har uddi í børnum, útvið 100 børn í øllum aldri. Spælið gekk, frá tí ljósa morgni, í pakkhúsum, á fiska­plássum, í mølini og millum eitt íðandi arbeiðslív. Á sumri lærdi mamman børnini at svimja niðri í mølini, og tað man hava ligið væl fyri. Á jóansøku 1969 svumu tær báðar, Ingrid og mamman, kapp yvir um fjørðin, frá lítla Hólmi inn á kaina. Ein teinur um 700 metrar og tær vóru bara í svimjidrakt. Ofta hevur verið skemtast við hes­ ari kapping í familjuni, tí tá tær nærkaðust málinum, vildi mamm­ an hava Ingrid at bíða eftir sær, men hetta steypið fyri svimjing á jóan­søku 1969 fekk Ingrid heim við. Ingrid elskaði at ganga í skúla og var altíð fremst til bókliga vit­ an. Tað sigst, at hon til eina kemi- próvtøku fór at keglast við sensor, ið eisini hevði skrivað læru­bókina, um eina villu, ið hon metti var í bókini. Lærarin mátti leggja upp í og gav Ingrid rætt. Miðal­talið hjá Ingrid til Almindelig For­ber­edels­ es­eksamen var UG-minus, og gav tað útmerkilsi. Tíðir broytast og í 1965 fór familjan í hvør sína ætt. Foreldrini og yngsti beiggin fóru til Alluitsup Paa (Sydprøven) í Suðurgrønlandi. Mittasti beiggin bleiv á Tvøroyri, með­an Ingrid fór á kostskúla á Ny­borg Statsgymnasium, har hon gjørdist málsligur studentur 3 ár seinni. Ingrid flutti til Aarhus og byrjaði at lesa á Aarhus Uni­ versit­eti. Tíðin varð tó mest nýtt til onnur átrokandi áhugamál, so sum arbeiði á „Tagskægget“ kenda jasshúsið í Aarhus, har hon starv­ aðist sum inspektørur. Hetta var tíðarskeiðið tá ið „Tagskægget“ var tað norðurlendska mekka fyri jass-elskarar. Á „Tagskægget“ man mangur føroyingur hava sitið væl. Tað, at hon fekk leiðarábyrgd lá natúrligt til hennara, og tá hon eitt tíðarskeið starvaðist á „Skand­ inav­iskt Tobakskompagni“ sum „cigarill­oskører“ varð hon vald sum starvsfólkaumboð í nevndina fyri samtakið. Ingrid búleikaðist í Danmark í útvið 20 ár, áðrenn leiðin gekk heim­aftur. Miðskeiðis í áttatiár­ un­um varð hon á øðrum sinni upp­tikin sum næmingur á „Dansk Journ­alisthøjskole“, hesa ferð gjørdi hon útbúgvingina lidna. Í lestrartíðini var hon millum annað í pratikk á Dimmalætting, og vit eru mong, ið minnast henn­ ara áhugaverdu greinar. Hon hev­ur altíð verið ein skrivandi kvinna, og umframt útbúgving sum blaðkvinna, hevur hon saman við beiggjanum Heina, skrivað og á egnum forlagi givið út: Stutt­ søgu­søvnini: Piprandi hjarta og Blá­dýpið. Skjaldur: Rim á rað og Rím á rað 2, og yrkingasavnið: Káma. Harumframt hevur hon rit­stjórnað bókina: Listin og Eiv­ ind­ur Mohr. Ingrid hevur í nógv ár verið plágað av sjúku, men er væl fyri í dag. Hon var mammu síni ein hollur stuðul og búði hjá henni á Tvøroyri. Seinni flutti hon, sum fyrsti íbúgvi, inn á sambýli á Eiðis­ garði í Vági, har hon hevur trivist sera væl. Sum eftirnølarin í familjuni, so havi eg og seinni míni børn upp­livað Ingrid sum tann stóra barna­vinin. Nógv hava havt gleði av hennara evnum sum søgu­ forteljari og undirhaldari. Dansk­ ar teknirøðir hava verið lisnar og umsettar meðan hon las fyri børn­unum, og tað var eingin, ið ivað­ist í, at útgávan hjá Ingrid var nógv meira spennandi enn tann prentaða. Ella tá kamarið hjá henni var umgjørt til eitt eitur­ koppanet við garni, og leitaði tú leingi nokk so var nógv gott at finna. Hjartaliga til lukku á sjeyti­ áradagin, ið Ingrid heldur leygar­ dagin 4. mai, saman við familju og vin­um á Eiðisgarði, í Vági. Jon v. familju NØVN