Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 21 Tele-samtakinum og er nærum ein fjórðing av úrslitinum. Og tað sum verður selt uttanlands er nærum 65 prosent av inn­ tøkunum hjá SHEFA, vísir Jan Ziskasen á. Víðkað útboð Meðan SHEFA-2 upprunaliga hevur gjørt tað møguligt hjá Før­oya Tele samtakinum at bjóða internet til boripallar, víð­ kaðist útboðið av tænastum fyri tveim­um árum síðan. - Í 2017 byrjaði vit at kanna, hvussu vit kunna fáa data ígjøgnum eitt farnet út til olju­ pallar og skip, ið arbeiða nær­ hendis boripallum. Eftir at hava arbeitt við ætlanini í eina tíð fóru vit undir eitt samstarv við norska felagið Tampnet. Saman við teimum hava vit veitt fartelefoni til boripallar vestan­ fyri Hetland og tey skip, ið sigla í økinum. Um sama mundi hevur føroyska felagið eisini gjørt inn­ rás í marknaðinum fyri internet og fartelefoni í Norðsjónum, har fleiri boripallar eru. - Har er talan um verkætlanir, ið vit eru einsamallir um. Okkara fyrsta samstarv var við Total og brúka teir nú tað føroyska farneti á teirra pallum og skipum í Norðsjónum. Og tað er bara byrjanin, tí vit arbeiða áhald­andi við at menna hendan partin av okkara virksemi, tí har eru jú fleiri pallar og skip í øki­ num, sigur Jan Ziskasen. Kappingin er hørð um at veita tele­foni og internet til altjóða fyri­tøkurnar innan oljuvinnuna, men Føroya Tele hevur ein risa fyri­mun, ið ger, at tey megna at kappast og vinna á størri út­ lendskum feløgum. - Tá man hevur ein kaðal, ið liggur tætt upp at einum palli, hevur tú betri møguleikar at knýta viðkomandi pall til eitt gott net. Og tá tú fyrst fær knýtt ein pall at netinum, hevur tú møgu­leika at senda signalið víðari til aðrar pallar og skip í økinum. So tað at vit hava SHEFA-2 við bretsku oyggjarnar og CANTAT-3 í Norðsjónum gevur okkum ein stóran fyrimun í kapp­ingini við aðrar fyritøkur, sigur sam­taks­stjórin í Føroya Tele. Sølan størri enn nýtslan Við SHEFA-2 og CANTAT-3 hevur Føroya Tele samtakið seinnu árini fingið eitt nýtt fíggjarligt bein at standa á og verður meginparturin av data­ flutninginum gjøgnum kaðlar­ nar eisini seldur til onnur. - Stórur partur av data­nøgd­ ini, ið verður flutt gjøgnum kaðl­ ar­nar er at rokna sum útflutn­ ing­ur. Tað vil siga, at vit selja meira til onnur enn okkara egnu nýtslu, vísir Jan Ziskasen á. Tann vaksandi datanýtslan hjá tí einstaka borgaranum í Før­oyum leggur kortini eitt ávíst trýst á verandi kaðlar, men tað eru ráð fyri tí. - CANTAT-3 er ein gamal kaðal og krevur tað eina risastóra íløgu, um hann skal dagførast ella leggjast av nýggjum, men við SHEFA-2 ber til at dagføra enda­støðirnar í Hetlandi, á Ork­n­oyggjunum, í Skotlandi og í Før­oyum og er tað ikki líka kost­nað­armikið samanborið við CANTAT-3, vísir Jan Ziskasen á. Eitt annað átak, ið lættir um trýstið á uttanlanda kaðlunum, er møguleikin at goyma størri fílar, so sum filmar, í Føroyum. - Tá føroyingar fyri nøkrum ár­um síðani fóru at hyggja eftir filmum, stroyma tónleik og annað á netinum, sóu vit at nýtsl­an av data vaks munandi og har­við eisini trýstið á SHEFA og CANTAT kaðlarnar. Tí tóku vit stig til eitt samstarv við ymiskar veitarar av filmum og øðrum tilfari á netinum, um at goyma teirra tilfar í Føroyum, greið­ir Jan Ziskasen frá og leggur afturat. - Tí hava vit í dag millum annað ein sokallaðan Netflix Caching Servera í Føroyum, ið merkir, at tá tú hyggur eftir ein­um filmi á netinum, so fert tú ikki av landinum, men niðan í datasentrið hjá Føroya Tele í Hoyvík og tekur filmin harfrá. Tá ein nýggjur filmur kemur á marknaðinum, verður hann so­ statt einans fluttur til Føroyar gjøgnum SHEFA tí einu ferðina og goymdur her á landi. Umframt Netflix verður eisini til­far frá millum annað Google, Face­book og Microsoft flutt til Før­oyar einaferð og so sent til brúkaran frá datasentrinum til høvðus­ætið hjá Føroya Tele í Hoyvík. Fyri brúkaran merkir hetta, at tíðin tað tekur at fáa fatur á ymiskum tilfari er nógv skjótari enn tað annars hevði verið. Vit arbeiða eisini áhaldandi við at fáa enn meira tilfar til Før­ oyar fyri at tryggja, at før­oyski brúkarin fær skjótari at­gongd til tilfar, og fyri okkum er tað ein fyrimunur, tí tað er ikki neyðugt at flyta sama tilfar fleiri ferðir gjøgnum SHEFA og CANTAT kaðlar­nar, vísir Jan Ziskasen á. HALLUR@SOSIALURIN.FO - SHEFA-2 kaðalin bleiv lagdur í 2007 og tey næstu átta árini slitnaði hann 15 ferðir. Felags fyri allar tilburðirnar var, at tað hendi í nøku­lunda sama øki, har kaðalin kemur upp á land á Orkn­oyggjunum - Okkara fyrsta samstarv var við Total og brúka teir nú tað føroyska farneti á teirra pallum og skipum í Norðsjónum. Og tað er bara byrjanin, tí vit arbeiða áhaldandi við at menna hendan partin av okkara virksemi, tí har eru jú fleiri pallar og skip í økinum