Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 20 HALLUR AV RANA 2018 var eitt gott ár hjá SHEFA, ið er dótturfelagið hjá Føroya Tele. SHEFA umsitur millum annað SHEFA-2 og CANTAT-3 kaðlarnar, ið eru talgildu lívsæðrarnar hjá føroyingum út í heim. Í fjør kundi SHEFA vísa á eitt ársúrslit, ið nærkast 12 milliónir krónur, sum er nærum tvær milliónir betri enn árið fyri. Ein slík framgongd er sjálvandi at fegnast um, men týdningurin av góða úrslitinum fyri 2018 gerst greiðari, um hugt verður uppaftur longri aftur í tíðina. Síðan felagið varð sett á stovn í 2007 hevur tað siglt tungan sjógv og var tað fyrst í 2015, at milliónaundirskotini blivu lagd afturum og svørt tøl prýddu botnlinjuna. So ikki bara er úrslitið í 2018 methøgt, men er tað fjóra árið á rað, at felagið hevur yvirskot. Miðvís upplýsing Sambært Jan Ziskasen, stjóra í Føroya Tele samtakinum, eru fleiri orsøkir til, at tað hevur eydnast at vent gongdini í felag­ num. Kundagrundarlagið er víðkað og útboðið av tænastum er vorðið størri seinnu árini, men kanska týdningarmiklasta broytingin er innan eitt øki, ið einki hevur við sølu, marknaðir ella kundarøkt at gera, men snýr seg sum viðurskifti í einum lokal­øki í bretsku útoyggjunum. - SHEFA-2 kaðalin bleiv lagd­ ur í 2007 og tey næstu átta árini slitnaði hann 15 ferðir. Felags fyri allar tilburðirnar var, at tað hendi í nøkulunda sama øki, har kaðalin kemur upp á land á Orknoyggjunum, vísir Jan Ziska­sen á. Júst hetta økið er eitt gott mið hjá teimum, ið fiska eftir skelja­fiski, og hevur tað í flestu førum helst verið hesi skip, ið hava verið atvoldin til skaðan. - Í nøkrum førum var talan um, at okkurt hevði tikið í hann og so var hann slitnaður, men fleiri ferðir var slitið so pent, at eingin ivi er um, at onkur hevði kvett hann av, greiðir Jan Ziska­ sen. Av tí at Føroyar liggja fjar­ skotnar í Norður­atlants­havi­ num, er tað av alstórum týdningi fyri Føroya Tele, at sambandið út í heim er so trygt sum yvirhøvur gjørligt. Føroyar er knýtt í fleiri sjóð­kaðalar, og tí ávirkar tað ikki vanliga føroyingin, um tað eitt nú slit er á SHEFA-2 kaðlinum, tí sam­bandið í staðin verður koyrt um­vegis aðrar sjóðkaðalar. Tó er tað sera kostnaðarmikið at umvæla slit á ein sjóðkaðal. - Tað er kostnaðarmikið, tí talan er um sergjørd kaðalskip, ið gera slíkar umvælingar. Skip­ ini taka gjald fyri sína tænastu frá tí løtu, ið tey verða biðin til eitt arbeiði og til tað er liðugt. Er ringt veður í økinum, har um­ vælingin verður gjørt, og skipið tískil ikki far arbeitt, verður hetta tó eisini partur av kostnaðinum. Tað eru serstakliga hesar um­ vælingarnar, ið eru orsøkin til, at SHEFA koyrdi við undirskoti tey fyrstu árini, sigur Jan Ziskasen. Síðan 2015 hevur einans eitt slit verið á kaðalinum og var tað í Nólsoyarfirði í 2016. Men slík broyting kemur ikki av sær sjálvum, men gjøgnum miðvísa upp­lýsing og fyribyrgjandi arbeiði hjá Føroya Tele í bretsku oyggjunum. - Vit samskiftu við lokalu bjargingartænastuna, ið nú hjálpir okkum at halda eyga við skipunum á økinum fyri at minna tey á, at har er ein kaðal, ið veitir oyggjunum internet, og so hava vit brúkt nógva orku upp á at kunna fiskimenninar í øki­num um kaðalin. Umframt upp­lýsing hava vit eisini brúkt nógva orku uppá at verja kaðalin niðri á botninum við at grava hann niður og betong omanyvir. Slíkt er sera kostnaðarmikið, men higartil hevur hetta gjørt sera stóran mun, sigur Jan Ziska­sen. Útflutningsvøra SHEFA-2 er kaðalin, ið bindur Før­oyar við Hetland, Orkn­ oyggj­ar­nar og Skotland. Tað er gjøgnum hendan kaðal, at flestu het­lendingar og orknoyingar fáa at­gongd til internetið, tó at tað ikki er Føroya Tele, ið selur hesa vøru, men feløg so sum British Telecom, ið keypa atgongd til SHEFA-2 kaðalin, ið selja inter­ net til fólkini á oyggjunum. Men meðan Føroya Tele ikki sel­ur beinleiðis til kundarnar á oyggjunum, so hevur felag­ ið úr at gera við at selja sínar tænastur og vørur til olju­pall­ ar­nar, ið liggja kring Hetland. Olju­pallarnir bæði vestan og eystan­fyri skotsku oyggjarnar eru nevniliga knýttir upp í kaðal­in hjá Føroya Tele. Harumframt eigur Føroya Tele eisini tann partin av CANTAT-3 kaðalinum, ið gongur frá Íslandi til Føroyar og víðari til Danmarkar, og er eisini hann knýttur at fleiri oljupallum í Norð­sjónum. Føroya Tele hevur eisini arbeitt miðvíst við at gerast veit­ari av telefoni og internet til olju­pallar og útgerðarskip vestan­fyri Hetland og í Norð­ sjón­um. Og tað er júst her, at hin parturin av frágreiðingini um góðu gongdina hjá SHEFA ligg­ur. Seinnu árini er sølan av tænast­um til frálandavinnuna og olju­pallar munandi vaksin og vorðin ein fittur partur av samlaða virkseminum hjá Før­ oya Tele. - Virksemið sum SHEFA hevur ment seinastu árini stendur fyri nærum 13 prosent av samlaða søluni í Føroya - Tá man hevur ein kaðal, ið liggur tætt upp at einum palli, hevur tú betri møguleikar at knýta viðkomandi pall til eitt gott net. Og tá tú fyrst fær knýtt ein pall at neti­num, hevur tú møguleika at senda signalið víðari til aðrar pallar og skip í økinum. So tað at vit hava SHEFA-2 við bretsku oyggjarnar og CANTAT-3 í Norð­ sjónum gevur okkum ein stóran fyri­ mun í kappingini við aðrar fyri­tøkur SHEFA: FRÁ UNDIRSKOTI TIL GYLTA ÚTFLUTNINGSVØRU - Virksemið sum SHEFA hevur ment seinastu árini stendur fyri nærum 13 prosent av samlaða søluni í Føroya Tele-samtakinum og er nærum ein fjórðing av úrslitinum. Og tað sum verður selt uttanlands er nærum 65 prosent av inntøkunum hjá SHEFA, sigur Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele