hósdagur 2. mai 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019
SOSIALURIN 50
19
tey sum gera veljarakanningar
kunna brúka fyri at tryggja eitt
so rætt úrslit sum gjørligt, vísir
hagfrøðingurin á.
Grundleggjandi fyri allar velj
arakanningar er, at sjálv umboð
anin má vera í lagi, um man ynskir
eitt eftirfarandi úrslit. Umboðanin
eru tey fólk, ið taka lut í kanningini
og skulu tey endurspegla politisku
samansetingina av tí samlaða
veljarafjøldini.
– Tað er ikki nóg gott at spyrja
eina rúgvu av fólkum, um tað ein
ans er eitt ávíst slag av fólki man
spyr. Tað kann til dømis vera at
gera eina veljarakanning á floks
fundi hjá einum politiskum flokki.
Úrslitið av tí kanninigni verður
sjálvandi ikki umboðandi fyri
veljarafjøldina, vísir Jón Joensen
á.
Eitt annað sum er týdningar
mikið er talið av fólkum, ið luttaka
í eini slíkari veljarakanning. Jú
størri talið er, størri er sannlík
indini fyri, at úrslitið av veljara
kanningini endurspeglar veruliga
støðuna. Tað ávísti eisini kanning
in, ið hann gjørdi eftir síðsta val.
– Royndirnar hjá mær stað
festu, at um eg økti talið av spurd
um frá 515, ið er tað Gallup vanliga
brúkar, til 1030, so rakti eg rætt 10
prosent av førunum. Tað er ein
sannroynd, at jú fleiri man spyr,
minni verður óvissan, vísir hann á.
Ein annar háttur at raka ein
størri skara av veljarum, so at um
boðanin verður betri, er um man
samanber fleiri líknandi veljara
kanningar yvir tíð.
– Um tað ikki er ov langt millum
kanningarnar, og háttalagið er tað
sama, so gevur eitt rætt vektað
miðaltal av teimum kanningum
eina betri mynd, tí tá hevur man
spurt nógv fleiri veljarar. Tað svar
ar til, at man víðkar um talið av
teimum, ið man spyr. Í báðum
hesum førum snýr tað seg heilt
einfalt um at fáa eina størri stak
roynd, so at óvissan minkar, sigur
Jón Joensen.
Innan fyri óvissuna
Men sjálvt tá øll hesi viðurskifti
eru upp á pláss, er óvissan í
teimum vanligu kanningunum
so mikið stór, at úrslitið ikki kann
brúkast til tað stóra. Orsøkin til
hetta er millum annað tað, at pol
itiska skipanin í Føroyum, har vit
hava fleiri flokkar, ger at óvissan
er rættiliga stór og hevur spælir
tað ein stóran týdning í býtinum
av tingsessum.
Jón Joensen vísir sum dømi á
eina kanning hjá Gallup frá des
ember í fjør, har 515 fólk blivu
spurd um hvønn flokk tey fóru
at velja.
Um hugt verður eftir mynd 1
sæst, at Sjálvstýri, ið fekk 4 pro
sent á seinasta løgtingsvali, sam
bært veljarakanningini hevði
fingið 3,7 prosent.
– Tað er bara tann einkla út
leggingin av veljarakanningini, tí
í veruleikanum staðfestir kann
ingin, at Sjálvstýri fær millum 2,4
prosent og 5,7 prosent av atkvøð
unum, vísir Jón Joensen á.
Um hugt verður eftir hvat tað
gevur í tingmonnum, sæst at júst
hetta spennið hevur stóran týdn
ing, tí 2,4 prosent er undir ting
gáttina, meðan 5,7 prosent er trý
tingfólk. Tað vil siga, at óvissan
í valúrslitinum hjá Sjálvstýri
spennir frá ongum umboði til trý
umboð.
– Í prinsippinum skal man slett
ikki brúka tað einstaka talið, ið man
vanliga ger í veljarakanningum, tí
einki av tølunum innan óvissuna
er meira sannlíkt enn eitt annað.
Um óvissan liggur millum 2,4
prosent til 5,7 prosent, er tað eins
sannlíkt, at flokkurin fær ongan
tingmann, sum tað er, at flokkurin
fær tríggjar tingmenn, vísir Jón
Joensen á.
Sostatt er tað øgiliga torført
at brúka eina slíka veljarakann
ing at gera nakra greiða niður
støðu um nakað sum helst, vísir
hagfrøðingurin á. Eitt undantak í
kanningini er kortini Fólkaflokk
urin.
– Við hesi kanningini kunnu vit
ikki siga, at Sjálvstýri hevur flutt
seg, men tað ber til at siga við 95
prosent konfidensi, at Fólkaflokk
urin er vaksin, tí øll óvissan hjá
flokkinum er hægri enn úrslitið
á seinasta løgtingsvali, vísir Jón
Joensen á.
Men hóast tað kann staðfestast
at flokkurin er vaksin í prosentum,
vísir Jón Joensen á, at tað ikki
merkir, at hann er vaksin í ting
sessum.
– Hjá Fólkaflokkinum er tað
út frá kanningini í prinsippinum
eins stórur kjansur fyri, at teir fáa
6 tingmenn sum tað er at teir fáa
10 tingmenn. So í veruleikanum
sigur veljarakanningin ógvuliga
lítið, sigur hagfrøðingurin.
Framsókn
Miðflokkurin
Tjóðveldi
Sjálvstýri
Javnaðarflokkurin
Sambandsflokkurin
Fólkaflokkurin
0
2
4
6
8
10
Gallup des. 2018
Tingmannabýtið við 95% CI (n = 515)
Tingsessir
1.658 býtismøguleikar við 33 tingsessum
6
5
6
0
5
1
1
10
8
10
2
8
3
4
Gallup2: Grafurin vísir óvissuna í tingmannasessum í eini veljarakanning hjá Gallup frá desember 2018
GARNAR
GT