hósdagur 2. mai 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019
SOSIALURIN 50
18
– Í kanningini rakti eg rætt í fimm prosent av førunum.
Tað staðfestir bara, at tað er øgiliga lítil kjansur fyri at raka
rætt í eini veljarakanning. Sambært úrslitinum rakar man
rætt 20. hvørja ferð, um man kennir veljarafjøldina. Og hana
kennir man ikki, tá man ger eina vanliga veljarakanning,
sigur Jón Joensen, hagfrøðingur á Hagstovu Føroya
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
V
al stendur fyri durum,
nú føroyingar skulu á
val heilar tvær ferðir
innan 1. september.
Fyrst á skránni verður væntandi
val til Fólkatingið, ið skal vera í
seinasta lagi 17. juni, meðan Aksel
V. Johannesen, løgmaður, kann
bíða at útskriva løgtingsval til 31.
august.
Ein stórur partur av øllum
valstríði og upptakt til val eru
veljarakanningar. Nærri vit eru
einum vali, styttri verður mill
um at veljarakanningar verða al
mannakunngjørdar, ið geva eitt
boð upp á hvussu leikur fer fram
á sjálvum valdegnum.
Edmund og Trump
Men hóast veljarakanningar eru
vorðnar ein vanligur táttur í vik
unum upp til val, so eru tær ikki
altíð so væl móttiknar av flokk
unum, ið vísa á, at tær kunnu vísa
eina skeiva mynd av veruleikan
um og ávirka veruliga úrslitið.
Tað var millum annað hetta,
ið Edmund Joensen, táverandi
fólkatingslimur fyri Sambands
flokkin, førdi fram fyri fýra árum
síðan, tá ein veljarakanning, ið
Fynd hevði gjørt fyri Sosialin, vísti
at hann og Sjúrður Skaale, fólka
tingslimur fyri Javnaðarflokkin,
blivu afturvaldir.
Í lesarabrævi minti hann
veljararnar á, at slíkar kanningar
einans geva eina ábending um eina
løtumynd, og kann ikki brúkast at
gera nakrar niðurstøðu.
– Eisini av hesi orsøk er púra
burturvið at pástanda, at hesin
ella hasin verður valdur, aftur
valdur ella vrakaður, skrivaði Ed
mund Joensen tá.
Á valdegnum bleiv eisini greitt,
at Edmund Joensen hevði grein í
sínum máli, tí tá valúrslitið úr
Havnini varð talt upp, var greitt,
at Sambandsflokkurin tapti sítt
umboð á Fólkatingi til Tjóðveldi.
Eitt kendari dømi úti í heimi
er frá seinasta forsetavali í USA,
tá flest allar veljarakanningar
lótu ongan iva vera um, at Hillary
Clinton, demokratiska forseta
valevni, fór at vinna ein greiðan
sigur á republikanska forsetaval
evninum Donald Trump.
Men so líðandi sum atkvøður
nar blivu taldur upp kring landið
gjørdist greitt, at Donald Trump
hevði gjørt allar veljarakanningar
til skammar og vann valið. Og enn
eina ferð hevði eitt valúrslit sett
spurnartekin við trúvirði á velj
arakanningum.
Fimm prosent
Ein sum hevur hugt nærri upp
á veljarakanningar í føroyskum
høpi er hagfrøðingurin Jón Joen
sen, ið dagliga starvast á Hagstovu
Føroya. Aftan á seinasta val brúkti
hann valúrslitið til at kanna,
hvussu álítandi veljarakanningar
veruliga eru.
– Tað gekk út upp á at gera
stakroyndir av veljarafjøldini, ið
fylgdu leistinum hjá Gallup at
gera veljarakanningar. Fyrimun
urin er, at aftan á valið kenna
vit jú veljarafjøldina og vita,
hvat hon hevur valt, so eingin
óvissa er í eini slíkari kanning.
Til hvørja stakroynd valdi eg 515
tilvildarligar veljarar og gjørdi
hetta 10.000 ferðir. Aftaná kann
aði eg síðan, hvussu oftan eg rakti
tingmannabýtið frá løgtingsvalin
um, greiðir Jón Joensen frá.
Hóast fortreytirnar sostatt eru
rættiliga góðar fyri at raka rætta
úrslitið, so vísti royndin hjá hag
frøðinginum júst, hvussu torført
tað er hjá einari veljarakanning at
raka rætta tingmannabýtið.
– Í kanningini rakti eg rætt í
fimm prosent av førunum. Tað
staðfestir bara, at tað er øgiliga
lítil kjansur fyri at raka rætt í
veljarakanning. Sambært úrslit
inum rakar man rætt 20. hvørja
ferð, um man kennir veljarafjøld
ina. Og hana kennir man ikki, tá
man ger eina vanliga veljarakann
ing, vísir Jón Joensen á.
Umboðan
Tað eru tó ymiskir háttir, ið
Framsókn
Miðflokkurin
Tjóðveldi
Sjálvstýri
Javnaðarflokkurin
Sambandsflokkurin
Fólkaflokkurin
0
5
10
15
20
25
30
Veljarakanning Gallup des. 2018, n = 515, 95% Confidence Interval
%
18,9
18,7
25,1
4
20,7
5,5
6,9
20,2
15,9
19,5
2,4
16,1
3,2
4,9
23,7
19
22,9
3,7
19,2
4,7
6,8
27,5
22,6
26,7
5,7
22,8
6,8
9,3
Grafurin vísir óvissuna í prosentum í eini veljarakanning hjá Gallup frá desember 2018
VELJARAKANNING
SIGA EINKI SERLIG
- Tað er ikki nóg
gott, at spyrja
eina rúgvu av
fólkum, um
tað einans er
eitt ávíst slag
av fólki man
spyr. Tað kann
til dømis vera
at gera eina
veljarakanning
á floksfundi
hjá einum
politiskum
flokki. Úrslitið
av tí kanninigni
verður
sjálvandi ikki
umboðandi fyri
veljarafjøldina