Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 17 - Eurovision gevur atgongd til 200 milliónir - 200 milliónir hyggja eftir sendingini. Tað er eitt vindeyga, sum mann sjáldan hevur, har mann kann samskifta við so nógv fólk uppá so stutta tíð. Óansæð hvat tað kostar føroyingum at vera við, so meini eg, at tað hevur tað virðið. PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO P er Zachariassen vónar, at tað fer at eydnast Kring­varpi Føroya at fáa lima­skap í EBU, sum ger, at Føroyar kunnu luttaka í Euro­ vision. - Eg havi ofta hugsað um, hví føro­yingar ikki eru við í Euro­ vision. Tað hevði verið fantastiska stutt­ligt hjá Føroyum, um tað ber til, sigur hann og vísir á gávaðu føroysku tónleikararnar, sum høvdu egnað seg væl til slíka al­ tjóða kapping. - Eg eri slett ikki ørkymlaður um tónleikaliga talentmassan í Før­ oy­um, tí hann er risastórur. Tann minsti trupulleikin hevði verið at fingið fólk at skrivað sangir og stillað upp sum luttakarar. Før­ oy­ingar eru ótrúliga góðir tóna­ smiðir, so teir høvdu saktans kunnað skrivað eitt gott lag, sum hevði kunnað klárað seg væl. - Alt uppmerksemi er gott uppmerksemi Per Zachariassen sær fleiri fyri­ mun­ir í føroyskari Eurovision-lut­ tøku. Serliga er tað uppmerksemið um Føroyar, sum hann heldur vera áhugavert. - Tey, sum ikki kenna Føroyar, fara kanska at fáa hug til at kanna, hvat hetta er fyri eitt lítið land, sum nú knappliga er komið á Euro­ vision-kortið. Alt upp­merk­semi er gott upp­merk­semi. Tað hevði jú kunnað fingið fleiri ferðafólk til Før­oya, um tað er tað mann vil, og við uppmerkseminum kundi mann eisini ímyndað sær, at mann kundi útflutt meira, sigur hann og ger púra greitt: - Mann skal minnast til, at tað eru 200 milliónir, sum hyggja eftir send­ingini. Tað er eitt vindeyga, mann sjáldan hevur, har mann kann samskifta við so nógv fólk uppá so stutta tíð. Óansæð hvat tað kostar føroyingum at vera við, so meini eg, at tað hevur tað virðið. Órealistiskt við Eurovision í Føroyum Tað landið, sum vinnur Eurovision- sang­kappingina, verður vanliga vert­ur fyri kappingina árið eftir. Tað kostar nógvar milliónir og krev­ur nógvar ressoursir at vera vertur fyri einari so stórari send­ ing, sum er eitt risatiltak í sær sjálv­um. Per Zachariassen sigur, at tað undir ongum umstøðum ber til at skipa fyri einari slíkari finalu­kapping í Føroyum. - Tað er heilt útilokað at gera tað showið í Føroyum. Fyri tað fyrsta hevur mann ikki eitt stað til tað, so longu har er møguleikin ikki til staðar, sigur hann og vísir á, at ógvuliga nógv fólk fylgja við Eurovision - eitt nú framleiðarar, toymi, vaskifólk, luttakarar, áskoð­arar og fjølmiðlafólk. - Í Keypmannahavn vóru vit 11.000 fólk, sum vóru ein partur av toyminum í 2014. Hvussu skal mann handfara so nógv fólk í Før­ oy­um, og hvar skulu tey búgva? Tað er fulkomiliga óreal­ist­iskt, og tað verður alt ov dýrt í mun til hvat mann fær burturúr tí, sigur hann. - Men tað skal absolutt ikki vera avgerandi fyri, um Føroyar kunnu vera við ella ikki. Tað hevði verið ein luksustrupulleiki, um Føroyar vunnu. Fleiri undantøk eru Vit hava fyrr sæð, at lond, sum hava vunnið, ikki eru vertir fyri Euro­vision sangkappingina. Per Zach­ariassen sigur, at Føroyar høvdu kunnað fingið eina avtalu í lag, soleiðis at hetta ikki útilokar føroyska luttøku. - Eg haldi absolutt, mann skuldi fingið eina avtalu í lag við Royal Arena í Keypmannahavn og hildið final­una har. Tað er ein fantast­ iskur pallur, sum hevði verið øgi­ liga væl egnaður til eitt slíkt show, sigur hann. Tað eru nevniliga fleiri und­an­ tøk í EBU, og Per brúkar Avstralia sum dømi, sum av praktiskum or­ søkum ikki fær hýst einari Euro­ vision-kapping. - Mann kann jú ikki forvænta, at øll fólkini skulu flúgva til Av­ stralia, og so er tað eisini ein tíðar­ mun­ur, sum spælir inn. Tað er ov óprakt­iskt at senda sendingina tíð­liga um morgunin í Avstralia, so evrop­earar kunnu síggja tað um kvøldið, sigur Per Zachariassen. Avstralia hevur við hesum í huga heldur fingið avtalu í lag við eina evropeiska sendistøð. Hóast Av­stralia ikki er við í Evropa, so er landið við í EBU og Eurovision- sang­kappingini. Møguleiki við samstarvi Hann ímyndar sær ein annan møguleika fyri betri føroyskari um­boðan, sum er at gera eitt kompromis við danir. - Mann kundi samstarvað við DR og spurt, um vit kundu fingið eitt pláss í tí danska Melodi Grand Prixn­um hvørt ár, sig­ur Per Zach­ arias­sen og vendir hug­skot­in­um á høvdið: - Men tá eru kjansirnir ikki so stór­ir fyri, at ein føroyskur sangari vinn­ur og kemur við til Eurovision- sang­kappingina, so tað er kanska ikki so áhugavert. Mann syngur heldur ikki umboðandi Føroyar, men Danmark. Føroyingar fara væl at vita av, at tað er eitt før­ oyskt lag, men tað verður tað eing­ in annar sum veit. Góðar fyritreytir í Føroyum Undankapping er einki krav fyri at sleppa við í Eurovision, sigur Per Zachariassen. - Sum so er kravið bara, at landið skal koma við einum sangi. Har eru onnur lond, sum koma við uttan undankapping, og sum held­ur hava valt ein sang út, sigur hann. Sjálvur heldur Per Zacharias­ sen tað vera best við einari undan­ kapp­ing, og ta uppgávuna høvdu før­oy­ingar klárað at lyft uttan trupulleikar. - Mann kundi gjørt eina super undankapping í Føroyum. Tað er einki at ivast í, sigur hann. Føroyar í Eurovision? Eurovision sangkappingin varð hildin í Danmark í 2014 Mynd: Jonas Skovbjerg Fogh/Ritzau Scanpix